Senda sonin til Danmarkar

Um ein mánað byrjar 15 ára gamli Levi úr Miðvági í einum donskum skúla, sum kann bjóða honum tað, sum føroyski skúlin ikki megnar.

- Eg græt, tá ið eg fekk at vita, at hann kundi fara niður. Græt av gleði tí nú fær hann endiliga hjálp, og av sorg tí tað er so tungt at lata hann fara, sigur mamman

Í skjótt eitt ár hava 43 ára gamla Selma og maður hennara Tórður Jóhannesen úr Miðvági stríðst fyri at fáa 15 ára gamla sonin á danskan serskúla, og um ein mánað fer hann avstað. Niður til ein skúla, sum bjóðar serkøna hjálp, og sum kann at taka sær av og stuðla børnum við ADHD og líknandi trupulleikum.

- Hóast tað er hart, so gleðast vit, tí tað hevur verið ómetaliga tungt at sæð, hvussu hann er steðgaður upp í menningini og spakuliga hevur mist hugin til lívið, sigur mamman.

Selma og maðurin eiga fýra børn, tveir dreingir og tvær gentur. Í mun til vinkonuna Evy, hvørs elsta barn hevur ADHD, so varð Selma skjótt greið yvir, at Levi var øðrvísi. Levi hevði brúk fyri stuðli í barnagarðinum, tí hann dugdi ikki at spæla sum hini og endaði ofta í samanstoytum. Hann var buldraligur og ógvusligur, og hann hoyrdist og sást, har hann var.

Hóast tað var ringt at góðtaka diagnosuna, so er Selma glað fyri at hon var noydd at fyrihalda seg til hetta so tíðliga í lívinum hjá soninum.

- Hetta hevur givið okkum møguleika at venja okkum við tankan, soleiðis at vit í dag fullkomiliga hava góðtikið støðuna, og tí ikki bara lata standa, men kempa fyri, at hann fær tað hjálp, honum tørvar.

Frá at vera útreagerandi sum lítil, er Levi í dag meira passivur og er farin meira inn í seg sjálvan.

- Tað er, sum glíður lívið fram við honum, sigur Selma.


Óhóskandi skúli

Selma lýsir samstarvið við skúlan hjá Levi sum positivt og konstruktivt, men fíggjarliga játtanin hevur ikki rokkið til at geva Levi tað, honum tørvar.

- Tá ið hann gekk í barnagarði fekk hann góða hjálp og hevði stuðul 40 tímar um vikuna. Men tá ið hann kom í skúla minkaði hjálpin og seinastu árini hevur hann fingið fýra tímar serundirvísing um vikuna. Restina av tíðini hevur hann verið noyddur at klára seg sum frægast í einum vanligum skúlaflokki, greiðir Selma frá.

- Vit hava møtt forstáilsi og hjálpsemi frá flest øllum foreldrum og lærarum. Og Miðvágs-Sandavágs skúli hevur virkiliga víst vilja og ynski at hjálpa. Men fólkaskúlin hevur bara ikki umstøður til hetta, staðfestir Selma. Hon undrast yvir, at børn sum fáa dyggan stuðul í barnagarðinum, skulu missa hann sum eldri.

- Børn við ADHD hava brúk fyri minst líka umfatandi hjálp í skúlanum, tí tey orka als ikki at vera í so stórum flokki. Tey hava ikki bindindi til at savna seg um undirvísingina so leingi, og tey megna ikki kaotisku fríløturnar og enda tí ofta í konfliktum. Tí er tað so syrgiligt, at tey bara verða slept upp á fjall, sigur Selma.

Hon hevur roynt at givið soninum tað eykahjálp honum hevur tørvað, men seinastu árini hevur tað bara gingið niður á bakka. Fyri einum árið  síðani komu hon og maðurin tí til ta niðurstøðu, at tey máttu leita sær serkøna hjálp uttan fyri landoddarnar.


Danskur glotti av vón

Á internetinum fann Selma ein skúla í Danmark, sum var skræddaraseymaður til næmingar við ADHD og líknandi diagnosum. Hon gjørdist hugtikin av hugburðinum og arbeiðinum hjá hesum stovni, og tey avgjørdu at søkja um at fáa sonin inn har.

- Sjálvandi var tað ikki bara lætt at koma til ta niðurstøðu at senda Levi niður. Manni mínum dámdi tað einki í byrjanini. Trý tey elstu børnini eru tøtt og verða skjótt vaksin. Tann elsti sonurin hevur fingið bjóðað lærupláss, og dóttirin fær ongar trupulleikar at sleppa víðari í lívinum, men hvat skal Levi? Um nøkur fá ár eru syskini mitt í einum spennandi lívi, meðan hann situr maktarleysur eftir, tí hann kemur ikki víðari uttan hjálp, sigur Selma.

Frá danska skúlanum fingu tey at vita, at pláss var fyri soninum eftir heystferiuna, og umsókn varð send Almannastovuni í juni seinasta ár. Men viðgerðin í Almannastovuni dró út, og einki svar kom.


Ógreið og skiftandi boð

Í desember høvdu tey framvegis einki svar fingið frá Almannastovuni. Í neyðini klagaðu tey til umboðsmannin. Fyrst í januar fingu tey at vita frá Almannastovuni, at tað var rættast, at Levi gjørdi níggjunda flokk lidnan í Føroyum og síðani fór niður eftir summarfrítíðina.

Men hetta kundu Selma og maðurin ikki góðtaka,  tí Levi hevði brúk fyri hjálp sum skjótast, og eingin grundgeving varð givin fyri, hví tað mátti bíða til í summar.

- Vit fingu einki at vita um hvat metingin bygdi á, og tí kundu vit ikki góðtaka tað. Levi má fáa hjálp nú, og hann mennist ikki meira við at halda fram í føroyska skúlanum, sigur Selma avgjørd. 

Hálvan januar fingu tey so boð um, at Levi allíkavæl kann byrja 1. mars.


Græt av gleði og sorg

Selma leggur dent á, at hon ikki vil finnast at einstaklingum hvørki í Almannastovuni ella í skúlanum. Tað er einki galið við fólkunum, men skipanin er ótrúliga tung, heldur hon.

- Hetta seinasta hálva árið hevur verið øðiliga tungt, og vit hava havt so nógv vónbrot, at nervarnir sita uttaná, sigur Selma. Tí græt hon eisini, tá góðu boðini komu úr Almannastovuni.

- Eg græt fyrst av gleði – og so av sorg. Eg veit, at hetta er tað besta fyri Levi. Men tað er ómetaliga hart at sleppa honum. Hann er bara 15 ár.

Sjálvur er Levi spentur at fara niður, greiðir mamman frá.

- Hann er so glaður, at tað er stuttligt at síggja. Og eg veit eisini um onnur børn, sum hava somu diagnosu, og hava fingið røttu hjálpina í líknandi skúlum.

Dreymurin hjá Levi er at sniðgeva telduspøl. Hann er ein úrmælingur innan alla tøkni, men um hann ikki fær stuðul til sosiala menning, verður hann ikki førur fyri at savna seg um eitt arbeiði ella at samstarva við onnur.

Í Føroyum kundi hann ikki fáa neyðugu hjálpina til hetta, og tí verður hann nú sendur av landinum.