roknast upp í toppliðini. Eftir sigurin á NSÍ hava teir sjey stig, og tað er ikki at undrast á, um teir í Vági í hesi vikuni iðra seg eyka nógv um, at teir so at siga lorkaðu trý stig burtur, tá teir í øðrum [...] toftamonnum. Súni Fríði Johannesen, sum skoraði øll málini móti B71, sigur í blaðnum í dag, at um teir í B68 skulu blanda seg í toppin, so skulu teir hava nógv stig undan summarsteðginum. Harvið endurtekur [...] skora ellivu mál í einum og sama dysti er ikki hvønn dags kostur, og tað er ikki minni hugaligt hjá B36, tá tað eru so nógvir spælarar, sum skora málini, sum tað vóru í góðveðrinum í Gundadali. Stóri
Úrslitið varð, at Kristian í Vági slapp at halda einsamallur móti málinum, og skeyt hann einasta málið í dystinum. Í seinna hálvleiki royndu hvalbingar at trýsta, men Trugvi Olsen í LÍF málinum tók sær av [...] sostatt niðasta liðið í 2. deild í løtuni, og skal peikast á nakra einstaka orsøk til hetta, má svarið vera, at hvalbingarnir fáa ikki mál. Fyri viku síðani vórðu teir hølvaðir av í Havn, tá teir vitjaðu [...] eisini vera við, at Royn átti at fingið í øllum førum annað stigið, og tá vit frættu frá leirvíkingunum, so vóru teir í øllum førum ikki ónøgdir um tepra sigurin. Í fyrra hálvleiki gekk hampuliga javnt á
Ungu úlvarnir og leiðararnir passaðu ikki við í bussin. - Eg ringdi á Farstøðina í Havn, tí her suðuri er eingin, ið vit kunnu venda okkum til. Tað er alt í Havn. Eg fekk eitt mobiltelefon nummar. Har lovaði [...] skuldu vestur í Vágarnar um vikuskiftið at luttaka á skótalegu. Leiðararnir høvdu boðað Strandferðsluni og Bygdaleiðum frá, at tey vóru ein bólkur, ið skuldi við, so tað skuldi alt verið í lagið. Tað var [...] var tað bert ikki. Rúni í Lágabø, leiðari, sigur, at tá tey fóru úr Vági Fríggjadagin klokkan 13:30, var bert ein fullur busur til taks, men skótabólkurin passaði inn, men tey máttu standa uppi. - Restin
verður tað viðmerkt, næstu ferð kvinnufótbólturin verður umtalaður í blaðnum. Triði dysturin í bólki A var millum VB og GÍ suðuri í Vági, og hann endaði nakað óvæntað við, at VB vann heili 7-0. Hetta var [...] atvoldin til avrik teirra í Klaksvík. Hin dysturin í bólki B var ímillum NSÍ og B71, og var hesin dysturin leiktur í Runavík. Dysturin hevði alstóran týdning fyri, hvat lið kemur í endaspælið saman við B36 [...] beina leið móti endaspælinum í bólki A. Endaliga støðan gjørdist heili 10-0 í góðveðrinum úti á Argjum, og sostatt kann staðfestast, at HB kvinnurnar verða ringar at syfta í ár. Eyðfríð Christiansen og
sagt upp í Vági. Tað er nakað síðani Vágs Býráð samtykti at fáa greiði á flakavirkinum í Vági. Og í farnu viku fekk Fiskavirking bræv frá sakføraranum hjá Vágs Býráði. Í brævinum verður leiðslan í Fiskavirking [...] vilja teir hava greiði á, hvussu verður vorðið við flakavirkinum í Vági. Flakavirkið hjá Føroya Fiskavirking í Vági hevur staðið stongt í fleiri ár, men tað vilja vágbingar ikki lata sær lynda longur Og [...] krevur Býráði, at virkið í Vági skal latast upp heilt skjótt, ella verður sáttmálin sagdur upp. ? Eitt flótandi svar sum t.d. at Fikavirking arbeiðir við at lata virkið upp einaferð í framtíðini, tá ið umstøðurnar
nøgdur við tað loysn, sum er fingin á suðuroyarsiglingini ímeðan Smyril er í dokk. Tað heldur Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági. Og hann leggur afturat: teir hava fullan rætt til at vera ónøgdir. Hann [...] hann kemur ikki at nøkta tørvin, tí Smyril er fullur, hvønn einasta túr. Tørvurin á flutningi økist í hvørjum, bæði til farm og til fólk, og eftir gongdini, sum hevur verið, kemur ikki uppá tal, at hann [...] upp ímóti, at hann nøktaði tørvin. Hann heldur, at sigldi hann tríggjar ferðir, kundi náttartúrurin í mesta mun verið farmatúrur, men hetta hevði so gjørt tað nógv liviligari umborð um dagin og givið nógv
Frelsunarherurin í Havn Sunnudagin kl. 11 møti, Sofía Jacobsen talar, kl. 13.30 sunnudagsskúli, kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, Finngerð Djurhuus Olsen talar. Meinigheitin í Hoyvík Eingin sunnudagsskúli í Hoyvíkar [...] og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoma við Høgna Poulsen, presti. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Einki møti verður sunnukvøldið kl. 18, vegna ársmøti hjá HM. Meinigheitshúsið í Havn Dýrabiðudag [...] i. Einki møti í Meinigheitshúsinum. Vit hittast á ársmøtinum í Nesvík kl. 18, har Alfred Petersen talar. Bussur fer frá Meinigheitshúsinum kl. 17. Hósvík Møti verður sunnudagin kl. 18 í Filadelfia. Poli
sleppur upp í part beinanvegin. GÍ hevur ikki vunnið landskappingardyst í Runavík síðani í 1995. Tá var úrslitið 0?1. Í 1996 var NSÍ í 2. deild, í 1997 var 2?2, í 1998 vann NSÍ 3?1, og í fjør endaði tað [...] til móti KÍ, og ætlanin er, at hann í vikuskiftinum skal vera við í báðum dystunum móti NSÍ ? í landskappingardystinum á útivølli dýra biðjudag, og í fjórðingsfinaluni í steypakappingini á heimavølli sunnudagin [...] NSÍ smokkaði eitt sindur, tá teir taptu í Vági. Tríggir lyklaspælarar noyddust út síðsta korterið í Vági, og tað tók dygt. Ian Højgaard, Gert Langgaard og Djóni N. Joensen eru allir komnir fyri seg aftur
higartil í ár er rættiliga nógv. Um somu tíð í fjør høvdu gott stórthundrað verið her. Men talið er eisini vaksið munandi seinnu árini. Í 1995 umboðaði Skipafelagið Føroyar 121 fremmand skip í Føroyum. í 1999 [...] Næstir eru norðmenn. Tað er tó ikki bara í Nólsoyarfirði, fremmandu skipini liggja. Tey eru um alt landið. Úr Vági til Klaksvíkar, og mangan fleiri í senn. Ein dagin í vikuni vóru tríggir russar samstundis [...] dagin, flest skip vóru í vár, vóru heili 14 fremmand skip hjá Skipafelagnum samstundis. Tvey á Sundi og 12 í Nólsoyarfirði, greiðir Johnny Thomsen frá. Tað hevur eingin dagur verið í ár, uttan okkurt fremmant
eldrasambýlið í Vági, har pláss er fyri 10-11 fólkum, tað fer at taka fólk inn í september. Og í Hvalba verður eisini sambýlið til eini 10 fólk skjótt tikið í brúk. ?Men tað er onki at ivast í, at tørvurin [...] eitt spurnarblað sendandi við postinum. Ellis- og røktarheimð hevur heitt á tveir lærarar í Miðnámsskúlanum í Vági um at gera sjálva kanningina og at útgreina svarini. ?Tey, sum svara spurningunum skulu ikki [...] undir einum meiri miðvísum og betri skipaðum eldrapolitikki í Suðuroynni. Tað er onki at ivast í, at tað er ein stórur tørvur á eldrabústaðum í Suðuroy. Eini 50 fólk standa á bíðilistanum hjá Suðuroyar ellis-