NSÍ smokkaði eitt sindur, tá teir taptu í Vági. Tríggir lyklaspælarar noyddust út síðsta korterið í Vági, og tað tók dygt. Ian Højgaard, Gert Langgaard og Djóni N. Joensen eru allir komnir fyri seg aftur.
Tað er greitt, at góði bóltspælarin í vinstru, Sjúrður Jacobsen, ikki verður við. Hann er leikbannaður eftir reyða kortið í Vági. Arnfinn Langgaard fekk ein løst undir venjingini mikukvøldið, og í gjár var eitt sindur ivasamt, um hann verður við, tá GÍ vitjar dýra biðjudag.
Hjá gøtumonnum stendur betri til við fólki, enn tað hevur gjørt leingi. Pól Ennigarð kom úr Danmark at hjálpa til móti KÍ, og ætlanin er, at hann í vikuskiftinum skal vera við í báðum dystunum móti NSÍ ? í landskappingardystinum á útivølli dýra biðjudag, og í fjórðingsfinaluni í steypakappingini á heimavølli sunnudagin.
Ivamálið hjá GÍ er Súni Olsen. Hann fekk ein snudd í knæið, tá GÍ 7. mai spældi á Sandi, og síðani tá hevur hann einki spælt. Í hesi vikuni hevur Súni runnið eitt sindur, men hann hevur ikki vant saman við hinum, og hósdagin var tað lítið sannlíkt, at hann verður við í Runavík.
Avrikið móti KÍ kundi bent á, at Johan Nielsen fór at umhugsa at gera onkrar broytingar. Ein møguleiki er, at Henning Jarnskor verður fluttur longri fram á vøllin, og at Áslakur R. Petersen, sum móti KÍ var á beinkinum, sleppur upp í part beinanvegin.
GÍ hevur ikki vunnið landskappingardyst í Runavík síðani í 1995. Tá var úrslitið 0?1. Í 1996 var NSÍ í 2. deild, í 1997 var 2?2, í 1998 vann NSÍ 3?1, og í fjør endaði tað 1?1.










