Tað gjørdist ein verulig skótaroynd hjá úlvungunum úr Vagi, tá teir skuldu vestur í Vágarnar um vikuskiftið at luttaka á skótalegu.
Leiðararnir høvdu boðað Strandferðsluni og Bygdaleiðum frá, at tey vóru ein bólkur, ið skuldi við, so tað skuldi alt verið í lagið. Tað var tað bert ikki.
Rúni í Lágabø, leiðari, sigur, at tá tey fóru úr Vági Fríggjadagin klokkan 13:30, var bert ein fullur busur til taks, men skótabólkurin passaði inn, men tey máttu standa uppi.
- Restin av ferðini gekk fínt, tað er bert her suðuri, at tað er galið, sigur Rúni í Lágabø.
Leygarkvøldið fóru úlvungar og leiðarar við Smyrli klokkan 20 úr Havn og hildu seg nærum vera heima, tá tey komu á Drelnes klokkan 22:15. Tey høvdu jú boðað frá, at tey sum bólkur komu. Hesi boð vóru bara ikki komin til Suðuroyar.
Bert ein lítil bussur stóð á bryggjuni og fleiri ferðaløg vóru við henda túr. Ungu úlvarnir og leiðararnir passaðu ikki við í bussin.
- Eg ringdi á Farstøðina í Havn, tí her suðuri er eingin, ið vit kunnu venda okkum til. Tað er alt í Havn. Eg fekk eitt mobiltelefon nummar. Har lovaði ein at senda boð eftir bussi. Hesin var ikki høviskur ella bað orsaka, og hann helt, at hetta kundi ikki hava so nógv uppá seg. Men bussur kom eingin, greiður Rúni í Lágabø frá.
Hjálp fekst sostatt ikki úr Havn hjá skótaleiðarunum, sum stóðu á Drelnesi klokkan 22:30 við 4 til 10 ára gomlum børnum.
Leiðararnir fingu tískil sjálvir bussføraran á lítla bussinum, at ringja til bussførara í Sumba. Hesin hevði frí, og helt til alla lukku eitt friðarligt vikuskifti, so hann hevði møguleika og stundir at koma á Drelnes, hóast langa teinin.
Rúni Í Lágabø leggur afturat, at Strandferðslan kundi um ikki annað givið boð, tí so kundu leiðararnir ringt til foreldrini at børnunum og biði tey komið eftir teimum.
Fartelfon bjargingin
- Eitt eldri par var eisini við hesa ferðina og sluppu heldur ikki við. Tey vitja javnan í Suðuroynni, men teirra ræðsla er at koma til Suðuroyar, tí slíkar hendingar eru ikki óvanligar. Eg hevði fartelefon og tað var heppi. Ein mynttelefon er á staðnum, men hon er innistongd. Tískil ringdi eg eftir einum hýrivogni til parið, so tey sluppu til hús, greiðir Rúni í Lágabø frá.
Hann sigur, at slíkar hendingar koma javnan fyri, eisini hjá øðrum ferðaløgum, ið ferðast í bólki, t.d. ítróttarfólki.
Eftir hendingina við bussinum, ið ikki kom fram, hava skótaleiðararnir hjá ungu úlvungunum prátað við stjóran á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall, ið orsakaði hendingina og segði, at hetta mátti fáast í rættlag.
Menniskjasligt mistak
Tað eydnaðist ikki blaðnum at fáa orð á Reidar Nónfjall í gjár, men Dánjal Petur Lamhauge, ið hevur ábyrgdina av bussunum og sum var maðurin, sum skótaleiðararnir á Drelnesi fingu í telefonhornið leygarkvøldið, sigur, at talan var um samanfallandi misskiljingar og menniskjaslig mistøk.Hann váttar, at leiðararnir høvdu sent fax og boðað frá.
- Eg var staddur í Søldarfirði, tá tey ringdu. Eg ringdi til ein bussførara, sum ikki kundi fara avstað, men sum skuldi biða ein annan fara. Eg livdi so í hesi trúgv, sigur Dánjal Petur Lamhauge, ið ikki fekk gjørt stórt meira, tá skótaleiðararnir seinni ringdu og søgdu honum, at tey stóðu framvegis á Drelnesi.
Dánjal Petur Lamhauge sigur, at viðurskiftini eru sera trupul í Suðuroynni, tí bussarnir eru lítlir. Hann vil tó ikki vátta, at nakað ítøkiligt verður gjørt fyri at bøta um hetta.
Hann vísir hinvegin á, at ofta er neyðugt við smáum bussum, tí fleiri smáir tunlar eru í oynni, sum størri bussar ikki sleppa ígjøgnum.
Hann metir, at talan er um keðiligt mistak, men hevur ikki nøkur troystarorð til suðuroyingar, tí hann metir, at ringt verður at fyrbirgja slíkum hendingum í framtíðini.