Munurin millum toppin og botnin í 1. deild er so mikið stórur, eftir at fýra umfør eru spæld, at tað ber væl til at ímynda sær, at deildin er skrædnað, tá fimta umfar er spælt fríggjadagin, sum er dýri biðjudagur.
B36 hevur fulla ferð á, og teir mugu finna seg í at verða mettir sum upplagdir favorittar, tá teir fara í Sandoynna. Um B36 vinnur á Sandi, so er møguleikin stórur fyri, at teir vera eini fimm stig frammanfyri næstfremstu liðini.
Hetta verður soleiðis, um B68 ikki vinnur í Klaksvík (har plaga teir ofta at fáa javnleik), og um HB ikki fær fulla úrtøku burturúr ? bæði í útsetta dystinum móti FS Vágum og heimadystinum móti VB. Og so mugu tey, sum ikki eru B36 viðhaldsfólk og sum tískil vóna, at tað kemur spenningur í, líta á søguna, sum gongur á høkjum, og sum sigur, at hjá B36 er tað sum hjá smálombunum. Tað gongur leikandi lætt og vøksturin er stórur tíðliga á árinum, men tá tað líður út á heystið, verða tey slaktað!
Syndarliga bilvanlukkan í Vágum kastaði skuggar yvir óvanliga veðurgóða sunnudagin. Heimadysturin hjá vágaliðnum móti HB varð útsettur, og vit hava skilt, at tað ikki enn er avrátt, nær hann verður á skránni.
Toppurin
Sumba bumbað er beinrakna yvirskriftin yvir øgiligu eyðmýkingini, sum B36 gav sumbingum.
At skora ellivu mál í einum og sama dysti er ikki hvønn dags kostur, og tað er ikki minni hugaligt hjá B36, tá tað eru so nógvir spælarar, sum skora málini, sum tað vóru í góðveðrinum í Gundadali.
Stóri spurningurin hjá bæði teimum í B36 og øllum øðrum er, um B36 verður á sama støði, sum teir hava verið, tá liðformaðurin og besti spælarin hjá teimum tey seinnu árini, John Petersen, ikki verður við meiri. Sjálvandi verður B36 uttan John Petersen ikki tað sama sum B36 við John Petersen, men um hetta fer at hava stórt árin á úrtøkuna, fáa vit at síggja tær komandi vikurnar.
HB helt frí í vikuskiftinum. Tað dragnaði fram til grannarnar í B36, men tá havt verður í huga, at trý stig verða latin fyri at vinna, so kann tað vera so skjótt, at HB tekur seg fram á B36. Stóra styrkisroyndin nærkast. 10. juni, sum er páskaaftan, eigur B36 heimadyst móti HB.
B68 er á øðrum plássi. Teir høvdu tyngdina at koppa sandoyingum, og um tað eydnast at koma úr Klaksvík uttan at tapa, so sær tað heilt ljóst út hjá toftamonnum. Súni Fríði Johannesen, sum skoraði øll málini móti B71, sigur í blaðnum í dag, at um teir í B68 skulu blanda seg í toppin, so skulu teir hava nógv stig undan summarsteðginum. Harvið endurtekur álopsmaðurin tað, sum Jóannes Jakobsen hevur sagt um, at hópurin hjá B68 er ikki nóg breiður.
VB má roknast upp í toppliðini. Eftir sigurin á NSÍ hava teir sjey stig, og tað er ikki at undrast á, um teir í Vági í hesi vikuni iðra seg eyka nógv um, at teir so at siga lorkaðu trý stig burtur, tá teir í øðrum umfari taptu á heimavølli móti sandoyingum. Vágbingar hava ofta staðið seg væl í Gundadali móti HB, og í ár hevur VB so mikið góða manning, at tað kann gerast spennandi fríggjadagin.
Lítil miðja
Tað ber illa til at tosa um nakra miðju í bestu fótbóltsdeildini. Um nøkur miðja er, so eru tað GÍ, NSÍ og B71, sum hava fimm og fýra stig.
Gøtumenn megnaðu ikki at koppa illa kroysta KÍ liðnum, men hóast tað ikki gekk hesa ferð, so vóru tað manningarligar ábendingar um, at Gí kann fara at toga seg longri upp á støðutalvuni.
Men tað verður torført hjá gøtumonnum, sum fríggjadagin skulu til Runavíkar. At spæla móti einum liði, sum akkurát hevur tapt, er altíð torført. NSÍ tapti í Vági, og bæði tað og so tað, at tveir av spælarunum, sum eru uppvaksnir í felagnum, nú spæla við GÍ, fer ivaleyst at gera tað lætt hjá Trygva Mortensen at seta sínar spælarar upp.
Sanoyingar taptu á Toftum, men teir vóru ongantíð niðurspældir. Liðið er soleiðis fyri, at teir fara sjáldan at verða roknaðir millum favorittarnar, men samstundis hava teir evni til at arga øll hini liðini.
Botnurin
Klaksvíkingar mugu finna seg í framvegis at vera roknaðir millum botnliðini. Har vera teir neyvan leingi afturat. At teir megnaðu málleysan javnleik í Gøtu plagar at verða roknað sum eitt hampuliga gott úrslit. Trupulleikin hjá klaksvíkingum er, at teir hava tapt fýra stig á heimavølli. Tað plaga teir ikki at gera.
Fríggjadagin fær KÍ ein nýggjan møguleika á heimavølli, men tað verður strevið móti B68 sum ofta hevur staðið seg væl í Klaksvík.
Umstøðurnar gjørdu, at vágamenn hildu frí. Støðutalvan boðar frá, at teir eru kroystir, og talan verður um botngysara, tá teir fríggjadagin fara til Sumbiar.
Tvey tey næstu umførini verða sera týdningarmikil fyri sumbingar, sumbingar. Teir tóktust spara upp á krútið, tá teir vóru í Gundadali. Lagnan hjá teimum í bestu deildini er nógv tengd at, hvussu tað fer at hilnast, tá teir fáa vitjan av FS Vágar og síðani av B71.










