Royn stigaleyst

2. deild: Nú trý umfør eru leikt í aðru deild, eru hvalbingar um at verða isoleraðir í botninum

Royn-LÍF 0-1 (0-1)


Triðja dystin av eins nógvum møguligum, noyddust hvalbingar at fara stigaleysir av vøllinum, tá teir leygardagin høvdu vitjan av leirvíkingum.

Royn er sostatt niðasta liðið í 2. deild í løtuni, og skal peikast á nakra einstaka orsøk til hetta, má svarið vera, at hvalbingarnir fáa ikki mál.

Fyri viku síðani vórðu teir hølvaðir av í Havn, tá teir vitjaðu hjá HB, men áðrenn havnarmenninir sluppu fram um ta ferðina, høvdu hvalbingar misnýtt fleiri heilt góðar møguleikar.


Brendu nógv

Hesu ferð vildu fleiri eisini vera við, at Royn átti at fingið í øllum førum annað stigið, og tá vit frættu frá leirvíkingunum, so vóru teir í øllum førum ikki ónøgdir um tepra sigurin.

Í fyrra hálvleiki gekk hampuliga javnt á, og talan varð ongantíð um teir heilt stóru møguleikarnir. Báðir partar royndu seg við nøkrum skotum, men fram til 41 minuttir vóru leiktir, var ongantíð rættuligur vandi á ferð.

Tá mistók aftasti maður hjá hvalbingum seg, so hann ikki fekk skot á bóltin, tá hesin skuldi sparkast burtur. Úrslitið varð, at Kristian í Vági slapp at halda einsamallur móti málinum, og skeyt hann einasta málið í dystinum.

Í seinna hálvleiki royndu hvalbingar at trýsta, men Trugvi Olsen í LÍF málinum tók sær av øllum. Serliga móti endanum stóð nógv á seinasta korterið, tá hvalbingar royndu at trýsta, men hinvegin opnaði hetta eisini fyri møguleikum í hinum endanum. Leirvíkingar vóru einar tvær ferðir leysir við málverjanum hesa løtuna, men tað eydnaðist teimum tó ikki at økja um leiðsluna.


Botnslag komandi vikuskiftið

Við sigrinum fingu leirvíkingar fyrsta sigurin á árinum, so nú er um ikki annað skjøtul settir á klintranina upp eftir stigatalvuni. Um teir so aftur megna at seta seg á medaljusess, fara komandi vikurnar at vísa. Næsta uppgávan er at taka ímóti EB/Streymi, sum hevur fingið eina hampuliga byrjan upp á kappingarárið.

Hvalbingar tykjast hinvegin illa sperdir, nú teir at kalla eru isoleraðir í botninum.

Enn er sjálvandi stutt fráliðið í kappingarárinum, men hinvegin skulu teir heldur ikki dragna ov nógv, um teir skulu gera sær vónir um at blanda seg ovarlagari á stigatalvuni. Komandi vikuskiftið skulu teir vitja klaksvíkingar, sum eisini hava fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, og møguliga verður hesin dysturin eitt gott barometur fyri, hvussu hesi bæði liðini fara at standa seg hetta kappingarárið.


Royn-LÍF 0-1 (0-1)

0-1 Kristian í Vági