rúm við í handilin seinasu árini. Fýra ferðir er gólvplássið í handlinum víðkað. Handilin verður nú rikin av brøðrunum Peri og Kára. Teir hava tikið við eftir pápan, Arna, ið tók við eftir Johannes. [...] taka yvir eftir seg og reka handilin. Hetta var í 1957. Húsini har um leiðir stóðu ikki so tøtt tá sum nú, men so hvørt sum fleiri hús løgdust afturat í grannalagnum, vaks kundagrundarlagið hjá handlinum. [...] var ikki vanligt, at handilsmenn keyptu vørur fyri fimm krónur og seldu fyri fýra, sum ofta hendir nú, leggur Arne læandi afturat. - Eg havi fingið bæði skolur og rós frá kundum hesi mongu árini, men
405 atkvøður. Høgni Hoydal við 1.149 atkvøðum. Og Sonja J. Jógvansdóttir við 1.021 atkvøðum. Tey trý eru tey einastu av løgtingsfólkunum, sum fingu meira enn 1/33 av atkvøðunum, sum vóru greiddar á løgti [...] verður tað bara ein hypotetiskur spurningur, um tað ber til. Tað er bara hent tvær ferðir áður, síðani vit fingu floksbýti á tingi í 1906, at nakar er valdur á ting uttanflokka. Tað hendi, tá A. C. Evensen [...] er tað heilt víst so, at hesi trý tingfólkini fingu ein part av persónligu atkvøðunum júst tí at tey nú vórðu uppstillað fyri tann flokk, tvey vórðu uppstillað fyri. Við øðrum orðum: Tey høvdu ikki fingið
ingar, tá mótstøðan nú ætlaði at kanna sær sigurin, men tað hepnaðist tíbetur ikki. Høvdu møguleikar Og tað vildi helst eisini verið ein ov herskin biti hjá okkara at svølgt, um nú øll stigini skuldu gloppið [...] fótbóltstjóð, men hóast alt móti eini tjóð, sum er væl omanfyri okkum á altjóða styrksilistanum, og sum vit eisini ? uttan úrslit ? hava verið í undankappingarbólki við áður. Og hóast cypriotiska trýstið móti [...] 3-4-3 uppstilling blást ígongd til álopsfótbólt, men teir høvdu gloymt ,at áðrenn tú gerst slíkt, so eru ávísar grundreglur í spælinum, sum skulu uppfyllast. Her tóktust okkara vera munandi betri fyri. Við
Nú farið er um ársskifti, og tað frá nógvum síðum verður tosa um generelt góð úrslit hjá føroyska fiskiflotanum, er tað tíverri eisini neyðugt at vísa á, at alt kortini ikki er so ljósareytt at grundarlag [...] veiðunøgdini á Flemish Cap, sum er góð 7.745 tons - t.v.s. umleið 2.150 tons minni enn í 1999. Hinvegin eru veiðunøgdirnar á Svalbardsøkinum øktar umleið 250 tons í mun til 1999, upp til uml. 2.950 tons, og [...] verið á fiskaprísum fyri rundan fisk og flak hjá heimaflotanum og flakatrolarum. Tvørturímóti, so eru inntøkurnar hjá flestu skipum minni í 2000 enn í 1999. Hetta stavar m.a. frá heldur lágum prísum fyri
Av teimum gravsteinum, sum eru á gamla kirkjugarði, eru nógvar við eftirnavninum Restorff ella, sum eru av Restorff ættini. Upprunin til hetta navn er ein heilt sjáldsamur maður Martin Christian Restorff [...] røðin ”Hendur ið Sleptu” at bøta eitt sindur um við teimum søgum, vit hava um teir nógvu Restorffararnar í gamla kirkjugarði, og her eru fleiri steinar eftir at skriva um. Tað er eisini løgið, at eingin [...] Trúlovilsisgildið verður hildið 12. juni 1844, og vit lesa, at 60-ára gamli Niels Skaale m.a. dansar hetta summarkvøldið í keypmannahavnargildinum. Vit kunnu gita okkum til, at Niels Skaale, ið arbeiddi
lítil og avbyrgd henda bygdin var, var hetta ein serliga stórur smeitur fyri alt bygdasamfelagið. Vit hava hitt Margreth Hvidtfeldt í Havn, sum er ættað úr Mykinesi. Hon er fødd í 1920, og hevur tí verið [...] eisini nakað um tað mannfall, sum hevur verið í Mykinesi. Her vóru ikki færri enn 22 nøvn, fleiri eru farnir síðani. Størsta vanlukkan var annars í 1895, tá ið Skemmubáturin fórst við seks monnum. Mikines [...] sama ár andaðist pápin knappliga, meðan hann var til kanningar á Dr. Alexandrines Hospitali í Havn. Nú skuldi hann aftur skipa fyri at fáa líkið út til Mykinesar. Um hesa tíðina doyðu eisini fleiri i bygdini
hønur og dunnur fáa altíð okkurt frá okkum, sum vit mongda upp í eitt sindur av rugi, men tú ert so umhyggin, at tú hugsar um vetrarfuglarnar. Ja, teir eru eisini ein skari av guðs skabningum, segði omma [...] Línheyggi, og nú var hon vorðin einsamøll. Tað var gongdin í hesum foldarlívi. Hennara longsul móti teimum ævigu víddunum var staðfest í skriftunum, lestrunum og donsku jólasálmunum, sum nú Olivina, systirin [...] Nú var vorðið tómligari í túninum millum Ansastovu, Heiðriksstovu, Mórsastovu, og á Dunganum. Abbi, Dánjal J. Anthoniussen(1877-1953) í Ansastovu, og Niklas Dahl (1874-1953) í Heiðriksstovu vórðu bornir
millum Fin. Stabilitet og TF framvegis var 30/70, høvdu vit so nakrantíð havt eitt skattamál? · Førdi partabrævasølan í des. 2015 til, at Jørn nú brádliga hevði onkran egináhuga í málinum og tí mótmælti [...] kr. 1. des. 2015: Finansiel Stabilitet selur øll síni partabrøv í Eik (30%) til TF Holding, og TF er nú einamallur eigari av bankanum. 11. jan. 2016: Jørn tekur seg úr nevnd bankans sum mótmæli móti játtaða [...] játtaða skattafrádráttinum í juni. Ein skilagóður eygleiðari, ella kritiskur journalistur átti nú at spurt nakrar spurningar, ið liggja beint til høgra bein: · Um Jørn metir, at frádrátturin frá juni 2015
Føroyum, tí summi vilja hava fullkomna sjálvstøðu, onnur vilja hava størri sjálvstýri enn nú, og uppaftur onnur eru ikki so avgjørd. Men íbúgvarnir kenna seg sum katalanar, ikki minst orsakað av katalanska [...] 17-18 ára gomlu dreingirnir. Teir spældu sera vakran hondbólt, og ongin ivi er um, at á hesum liði eru talent, ið ikki ofta síggjast í hondbólti. Liðið endaði á 3. plássi í sínum aldursbólki og fekk steyp [...] men ferðalagið hevði eisini nógv annað at fegnast um, meðan kappingin var. Gentuliðini hjá Kyndli eru eisini góð, og tær elstu genturnar vóru óhepnar at tapa tveir góðar dystir við einum máli, tí hesi
avbjóðingum komandi árini. Føroyar skulu kappast við onnur lond um at menna vinnugrundarlagið út um tað vit liva við í dag. Ein møgulig komandi oljuvinna undir Føroyum kann elva til kollveltandi broytingar í [...] reiðar at samráðast um eina nýggja skipan á tí grundarlagi, at Føroyar gerast fullveldi. Harumframt eru stjórnin og landsstýrið samd um at samráðast um eina skiftisskipan, sum eisini fevnir um eina búskaparliga [...] fullveldi er hetta ein spurningur, sum Føroya fólk kann taka støðu til fyri seg. Gjaldoyraviðurskiftini eru eitt øki, sum hevur stóran týdning í búskapar- og fíggjarpolitikkinum og, sum krevur neyv stýringsamboð