Jól í Oyndarfirði 1953

Nú var vorðið tómligari í túninum millum Ansastovu, Heiðriksstovu, Mórsastovu, og á Dunganum. Abbi, Dánjal J. Anthoniussen(1877-1953) í Ansastovu, og Niklas Dahl (1874-1953) í Heiðriksstovu vórðu bornir út hetta árið. Teir vóru grannar. Heiðriksstova og Ansastova er ein lon. Heini í Mórsa­stovu( 1882 -1970) kom enn út á trappu­steinin at meta um veður og vind við síni svørtgulu pípu og hugdi upp í loft við keppinum fram av stúvi. Tað gjørdi hann eisini jólamorgun 1953. Dunga Oluffa (1883 -1971) stákaðist í sínum lag og kom út í sínum svarta kjóla, hvíta fyrriklæði og einum fati. Fór oman at ánni. Hirdi tað, sum í fatinum var, í ta møku ánna, sum tók ímóti matrestum frá Dunga Oluffu. Tað var ikki nógv, men áin kvæð sítt aldar­gamla kvæðið um fólkini, sum høvdu ríkað hana við matrestum frá fyrndini av. Brátt stungu øskulittir vetrarfuglar seg niður yvir slammiskuna frá Dunga Oluffu og fingu sær upp í nevið av jólamolum frá einari gamlari gentu, sum gleddist yvir jólahalguna. Hetta kom væl við hjá hesum jólasvongu, himmalsku fuglum.

Stórá

Dunga Oluffa gekk niðan frá Stórá aftur og møtti Elin í Hvanngarðinum (1872-1960), Lenu (ommu) í Ansa­stovu(1882 -1963) og Siggu í Heiðriks­stovu(1874-1953), sum vóru tíðliga á fótum. Eggfuglarnir skuldu hava okkurt forkunnugt jólamorgun, sum tær bóru framman fyri sær í fyriklæðnum. Tær vóru ikki enn altarskrýddar, men máttu ambæta neytunum, geva dunnunum og høsnunum, áðrenn tær fóru í annað skrúð. Tær høvdu so mikið av molum í fyrriklæðnum, at spurvar og starar fingu ein bita saman við eggfuglunum. Tær heilsaðust og ynsktu hvør aðrari gleðilig jól.

– Eg fari altíð tíðliga jólamorgun oman at ánni. Tað hjálpir so væl, at teir himmalsku fuglar fáa okkurt upp í nevið jólamorgun. Tað er so einsligt hjá hesum øskulittu Guðs skabningum, sum troysta tilveruna her um veturin. Hvor skal jeg fly fra dit åsyn?

– Ja, Oluffa lukka, hønur og dunnur fáa altíð okkurt frá okkum, sum vit mongda upp í eitt sindur av rugi, men tú ert so umhyggin, at tú hugsar um vetrarfuglarnar. Ja, teir eru eisini ein skari av guðs skabningum, segði omma.

Ein lítil glóð var at síggja í glugga­num í Jákupsstovu. Ommba, Johan Sofus(1886-1960), var óivað farin upp at lesa morgunlestur. Hann var eitt sindur fjalin, segði ikki nógv, men kvirran henda morgun mundi tala sítt stumma mál til øll í bygdini. Ikki at tala um tey, sum búðu ánni næst. Tey kendu natúrinnar duldarsemi í áarsjóðinum. Í morgun kvað hon um Veni, Veni Imanuel – O kom, o kom, Imanuel! Jógvan undir Garði, klokkarin, var tíðliga á foldini í morgun og hevði longu ringt jólini inn. Hann stóð har í myrkrinum og læt boðanarljóðið fara um bygdina í taktføstum klokkuljóði við undirspæli av áarsuði og sjóði við sævarklett.

Tey, sum hvíldu undir moldum á Línheyggi, hoyrdu hetta ljóðið og lógu við samanløgdum hondum og hvíldu í klokkuljóðinum henda sæla jólamorgun 1953.Ein slíkan halgidag stóð radio á norðmanninum frá morgunstundini av. Ymisk vóru jólaløgini, ið ljómaðu út í tún jólamorgun. Her vóru kend jólaløg, sum sungin vórðu víða um í Norður­londum og so tey, sum vóru sungin t. d. í Týsklandi og Bretlandi. Hesi vóru ikki so kend her á landi um hetta mundið, men andin í teimum var jú tann sami, um kongasonin, sum borin var. Eitt lag, sum knappliga hoyrdist, var so yndis­ligt, at valla kundi hetta syngjast betur. Tað var fagra lagið: O, Jesulein süß. Lítið skilti tú av orðunum í síni heild, men orðini O, Jesulein süß! o Jesulein mild - um tann søta og milda Jesus, tað fekst tú við. Eingin ivi hevur verið um, at tað var Wiener Sängerknaben, sum nú stóðu mitt í túninum framman fyri Ansastovu, Heiðriksstovu, Mórsastovu og á Dunganum og sungu jólini inn.

Í túninum

Dunga Oluffa kom niðan aftur frá ánni og steðgaði á, tá ið hon hoyrdi hetta ljóð. Hon stóð dygst við sín sovandi urtagarð, sum var heimsins minsti urtagarður einans uml. ein fermetur. Hann hevði eina lítla gyrðing, sum var verja ímóti tí átufreka seyðnum. Her vuksu tær føgru silkiblómurnar, reyðar og bláar, ið fríðkaðu um ta lítlu svørt­hvítu lonina. Nú svóvu blómurnar vetrar­blund undir snjó og føgrum jóla­sálmum.

Oluffa stóð og mimaði onkrar óskilj­andi tónar , sum duttu um hennara rukkutu varrar, meðan hon streyk hondina eftir tí snjóhvíta fyriklæðnum. Fatið livdi bert eitt lítið vet við í rytmuni hjá Wiener Sängerknaben. Hon steðgaði á til lagið var liðugt og smámurraði: Et lidet barn så lysteligt. Elsa í Húsi(1876 - 1955) kom tenjandi niðan eftir Túni í síni jólakápu. Hon sá væl, at Oluffa var umbroytt. Nú stóð Oluffa og trummaði við fingrunum á jarnfatið, meðan hon sang við síni gomlu rødd: Et lidet barn så lysteligt blev af en jomfru båret, ej før, ej siden hørtes sligt, men kun i jubelåret... Elsa í Húsi stóð lamsligin. – Stelirnar ikki, Oluffa, hevur tú mist samlingina?

Tað neistaði frá henni, eyguni vóru himmalvend og alt hennara likam darraði í stjørnugrúsi av einari aðrari verð. Kavi var lagstur, so tann svarti kjólin og tað hvíta fyriklæði flagsaðu í einum jólatóna, sum rakk úr Wien, oman eftir Túni og setti seg í tað okkur­gula grasið, sum flyrraði í takskeggi­num kring tær jólaligu lonirnar - Ansa­stovu, Heiðriksstovu, Mórsastovu og á Dunganum.

Elsa í Húsi

Elsa í Húsi royndi við sínum tunga kroppi at fylgja Oluffu, men bleiv hetta bara til eitt lítið hirs, eins og ein lítil inn – og útsúður niðri í Støðni eftir landbrim. Hetta sjóðið plagdi at taka um hana undir lonini Niðri á Mýru. Elsa var ein sjóvarmoy, kom niðan eftir Túni henda jólamorgun í einum mið­aldarligum búna. Hon var sjálv ein ond úr tí heilagu skrift. Hon var so fjøggað til eins og Maria Magdalena í málningi av Timeteo Viti við sama heiti – italienskur málari (1469-1525).

Henda morgun, hon kom niðan eftir Túni, gekk hon eftir jólatónleikinum, ið stóð út í tún frá NRK, sum Oluffa var um­broytt av. Eyguni festu seg við morgun­­ljósið jóladag, sum skygdi í teim­um glerstoyttu homrunum á Knúki. Hetta var jú eitt boðanar ljóð og ljós, sum Sjóvarmoyin tráðaði eftir. Hon var ikki øðrvísi enn øll onnur menniskju, sum vildu vera við í tí undri, sum var fullborið jólanátt. Systirin, Olivina, var eisini farin til hvíldar 1953 inni á Línheyggi, og nú var hon vorðin einsa­møll. Tað var gongdin í hesum foldar­lívi. Hennara longsul móti teimum ævigu víddunum var staðfest í skriftu­num, lestrunum og donsku jólasálmu­num, sum nú Olivina, systirin, var umgyrd av í himmiríki.

Elsa steðgaði á eina góða løtu og lurtaði eftir Wiener Sängerknaben og undraðist yvir Oluffusa “plastisku” rørslur. Sjálv royndi hon hetta kynstrið, men fekk ikki gongd á. Sigga í Heið­riks­­stovu, Lena í Ansastovu og Elin í Hvanngarðinum stóðu og hugdu at hesum, men ikki fingu tær sagt nakað, tí tær vóru rúnarbundnar av fagra sanginum úr Wien. Heini í Mórsastovu stóð í durinum við tí gulu og svørtu pípuni í kinnklovanum. Pípan livdi við í hesum jólarúsi av Dunga Oluffu og Wiener Sängerknaben.

Hann fór at kava av møkum. Ein hvítur kavafeimi legðist yvir tær okker­gulu tekjurnar. Flykrurnar góvu Oluffu og teimum, sum stóðu skamt ífrá, ein nýggjan hvítan búna. Tá ið sangurin hjá Wiener Sängerknaben fjaraði burtur, hoyrdist millum flykrurnar: ....

 

I tidens fylde, da Guds søn

på jord sig fandt en moder skøn,

lod uden synd sig føde,

fornedrede sig til de små,

så de kan ham til broder få,

den himlens morgenrøde.

 

Hesin sálmur og O, Jesulein süß! o Jesulein mild livdu nú ímillum húsa­vegg og hjalsrimar í túninum. Hvør mælskari var, Dunga Oluffa ella Wiener Sängerknaben, er ilt at siga.

Knappliga loysnaði fyri tungubandi­num hjá Elsu og grannunum. Alt granna­lagið stóð nú og sang saman við Oluffu og Elsu

 

Højlovet i al evighed

skal Jesus Kristus være,

og når for ham vi knæle ned,

det er Gud Faders ære;

og når vor lovsang, altid ny,

fra jord sig svinger let i sky

med glade juletoner,

vort fattige halleluja

med salig fryd istemmes da

af engles millioner!

 

Hann muldi kavan niður, sangurin tagnaði í einari flykrandi kavasymfoni. Kavaflykrurnar huldu henda lítla skara av oyndfirðingum. Tú hoyrdi leikindini ganga , so hvørt sum farið varð innum, og eftir var jólakvirran.

Elsa fór oman aftur eftir Túni. Oman í Mýrustovu til sítt upphav. Hennara uppliving við Dunga Oluffu og grannu­num har í nánd legði seg sum ein gloria um høvur og kropp hennara. Hóast einsemi var um hana, tá ið hon trein innum, so stóð jólagleðin hjartanum næst. Hon var so rein og sker sum ein Guðs eingil av tí feima kavanum, sum hevði lagt seg um hana, tún og trong stræti. Hon var ein livandi ímynd av Mariu Magdalenu. Hennara gomlu varrar teskaðu: Gloria, gloria, gloria . Ein loyvd frá tí katólsku tíðini. Mong gomul úti á bygd um hetta mundið høvdu ein katólskan dám yvir sær. Elsa í Húsi var einki undantak. Trúgv vóru tey ímóti Gamlatestamenti. Har vóru søgurnar og loyndarmál í spádómum. Hetta hevur hugtikið gamla bygdaføroy­ingin, men jóla - og páskaboðskapin tóku tey eisini til sín.

Elsa setti seg á bríkina at rinda møðina. Hon var ikki nakar ársungi longur. Hevði lagt alla sína orku í sálmin: Et lidet barn så lysteligt. Hon var vorðin so móð, at hon orkaði ikki til gudstænastu á middegi. Hon sat og durvaði á bríkini einsamøll við tóm­leikanum eftir systir sína Olivinu, sum var deyð 21. sept sama ár. Hon fór at leggja seg fyri at menna seg upp til gudstænastuna jólakvøld.

Í Kirkjuni

Áðrenn fólkið fór í kirkju, kom tað væl við at fáa ein lúr upp undir høgtíðs­kvøldið mikla. Tá ið klokkan nærkaðist seks, komu fólk oman eftir Túni, heim eftir Bakkanum, oman úr Garðshorni, av Marknagili og Fløtti, ùr Garðamørk, úr Langagarði, av Skorpisheyggi, av Gutta o.s.fr. Hetta var eins og tey leitaðu sær inn til Betlehem at síggja undrið. Elsa fór fylt av tí sjón, sum henni barst fyri um dagin oman í halgi­dómin. Kirkjan stóð skamt ífrá, og hevði hon hoyrt hetta klokkuljóð alla ævi sína saman við áarsuðinum úr Stórá og alduskolinum úr Støðni. Tónarnir frá Wiener Sängerknaben og sálminum: Et lidet barn så lysteligt stóðu rimmar fastir í huganum .

Hetta var dagurin, sum øllum longdist eftir. Sita á síni egnu brík í halgidóminum og líða á jólaboðskapin. Ljósini á bríkarvangunum góvu sær góðar stundir at taka tey til sín, sum fyri stuttum vóru farin í annað ljós. Sigga í Heiðriksstovu, Lena í Ansa­stovu(omma) og Elsa í Húsi tóku hetta ljósið til sín. Tær gjørdust eymar í hesum blaktrandi ljósi. Kirkjan angaði av viði og sápu, og kvistarnir fóru at røra upp á seg. Teir fóru undir at syngja Gloria inn excelsis Deo – Æra verði Guði í tí hægsta! (Einglanna lovsangur við føðing Krists. 2. partur í tí Katólsku messuni). Har vóru stórir kvistar og smáir kvistar. Summir kúputir og aðrir stórir upp á fót og aðrir visaligir og fáligir, men allir royndu at toyggja seg og halda tónanum longst sum best. Teir hyldligu kvistarnir goymdu eftir. Hetta høvdu teir lært av teimum gomlu oyndfirðingunum, tá ið Kingo varð sungin í bygdini. Hesir kvistar høvdu sæð Niklas í Heiðriks­stovu, Dánjal J. og Olivinu sita undir orðinum jólakvøld í ein 70 ár. Hoyrt teirra rødd og tikið ljómin til sín.

Dunga Oluffa sat eisini í sínum stóli í sínum jólaklæðum. Í kvøld sá hon út sum eitt halgimenni. Hennara eygnabrá og rukkuta andlit hevði eitt endurskin, sum bert gudilig fólk hava yvir sær. Kanska var hon á veg inn í altartalv­una í málninginum av Eckersberg – Jesus í Getsemane, og ætlaði at seta seg tætt við Jesuspápa. Kanska var tað so, men ilt var at hugsa tankan hetta kvøld, at maðurin, sum hevði friðarboð til henda fallkomna heim, skuldi verða svíktur í einum urtagarði. Elsa orkaði ikki at hugsa hendan tanka, men mátti bara blunda og lata andan ráða hetta halgi­kvøld. Hennara lítli urtagarður rann fram fyri hana eins og í myndini hjá Chagall, har blái eingilin roynir at halga silkiblómurnar uppá seg.

Elsa fór uppfrá í einum ikoniskum suðið av veingjasløgum, sum bóru hana fram við Getsemane, at silkblómunum í sínum egna aldingarði. Fyriklæði flags­aði í kyldini, sum fór um Getsemane og Oyndarfjørð og fekk blómurnar í henn­ara blómulund at danda í hesum heilaga jólaloti. Millum hesar blómur lá Jesusbarnið mitt inni í altarringinum í Oyndarfjarðar kirkju. Tað var løgið hjá Jesusi í Getsemane at liggja á knæ í angist og trega og síggja tann smílandi Jesus í krubbuni ímillum litfagrar dreymsóljur og snjósóljur í aldingarði­num hjá Oluffu framman fyri altarinum í hesi hugnaligu kirkju.. Oluffa hevði fingið veingir og fleyg ímillum hesar báðar urtagarðar, sum var Guds verk.

Øll, sum inni vóru, vóru vitni til hesa gongd. Elsa í Húsi ressaðist og fór fram eftir kirkjugólvinum við eini gloriu um høvdið og sang: Gloria in excelsis Deo. Alt kirkjuliðið reistist og tók undir við hesum sælu tónum. Elsa fór fram at altarringinum og legði seg á knæ framman fyri Jesuspápa. Dunga Oluffa sat so stolt við síðuna av hesum nýfødda barni eins og tað var hennara egni sonur, sum hon ongantíð fekk, men var hennara, allra oyndfirðinga og heimssonurin. Elsa mælti: “ Ja, Oluffa lukka, tað sum ikki er, tað er!” Oluffa nikkaði, kíndi heimssoninum, og øll, sum inni vóru, tóku hetta halgikvøld ljósið úr krubbuni og Getsemane til sín.