Stóðu móti trýstinum

Til tíðir sýndi føroyska fótbóltslandsliðið heilt gott spæl í útidystinum móti Cypros. Serliga fyri steðgin gav hetta trúgv og vón um trý stig, men eitt øgiligt cypriotiskt trýst eftir steðgin førdi tó til, at javnleikurin nokk ikki var nakað órættvíst úrslit

Nicosia, Cypros: Har stóð nógv á móti dystarenda. Heilt nógv. Men tá dómarin hevði blást í floytuna fyri seinastu ferð, var greitt, at Føroyar enn einaferð høvdu vunnu sær stig í altjóða kapping. Kanska ikki móti nakrari mætari fótbóltstjóð, men hóast alt móti eini tjóð, sum er væl omanfyri okkum á altjóða styrksilistanum, og sum vit eisini ? uttan úrslit ? hava verið í undankappingarbólki við áður. Og hóast cypriotiska trýstið móti dystarenda, so var føroyska stigið als ikki so óuppiborið.
Hagtølini fyri dystin søgdu annars, at meðan okkara høvdu havt trý skot, sum raktu málið, so var tilsvarandi talið fyri Cypros ikki minni enn 13, men hesi mundu so í nógv størstan mun vera skotin eftir steðgin.
Fyri steðgin vóru tað nevnliga føroyingarnir, sum sótu á tí nógva. Cypern hevði annars við eini framrættaðari 3-4-3 uppstilling blást ígongd til álopsfótbólt, men teir høvdu gloymt ,at áðrenn tú gerst slíkt, so eru ávísar grundreglur í spælinum, sum skulu uppfyllast.
Her tóktust okkara vera munandi betri fyri. Við somu 4-5-1 uppstilling, sum riggaði so væl móti Fraklandi, eydnaðist skjótt hjá okkara at seta seg á miðvøllin. Nærdystirnir vórðu vunnir, og longu fyrstu løtuna var tvær ferðir um reppið, at heilt stórir møguleikar til ein framstormandi Rógva Jacobsen spurdust burturúr.

Miðvøllurin átti málini
Soleiðis sá tað heila slettis ikki so galið út, men við eitt sluppu vertirnir at leggja seg á odda. Vanliga plagar ein av stóru styrkunum hjá Jákupi Mikkelsen annars at vera útspælini, men hesa ferðina vann eitt útspark ikki rættiliga niðan á vøllin, og eftir eina millumstøð slapp Konstantinou somikið leysur, at hann fekk trýst eitt brotsspark burtur úr støðuni. Kanska var sjálvt brotssparkið eisini í bíligara endanum, men hetta tóktist framherjin ikki leggja stórvegis í, tá hann umsetti sparkið til sítt 20. landsliðsmál í 39 dystum!
Tað er oftani hent áður ? og vandin lúrdi eisini hesaferð - at føroyska liðið er farið eitt vet niður sálarliga av slíkum mótburði, men soleiðis var støðan ikki leygardagin. Als ikki. Hildið varð framvegis fast um grundskipanina á spælinum. Á miðvøllinum fingu okkara framvegis fatur í nógvum. Kantarnir vórðu nakrar ferðir sendir avstað, og blandingin av hesum førdi um miðjan hálvleikin til, at javnstøða kom á máltalvuna. Og beint undan steðginum kom føroyski fagnaðurin í topp, tá okkara løgdu seg á odda.
Tað hevur í fleiri førum verið sagt um føroysku miðvallar konstellatiónina við Fróða Benjaminsen og Julian Johnsson, at henda er ov lítið skapandi, og onkra tíð hevur verið roynt at trýst nakrar broytingar inn á hesum plássum. Partvíst mundu tey bæði føroysku málini leygardagin tó tosa ímóti hesum pástandum, tí í báðum førum var tað Fróði Benjaminsen, sum var ígongdsetarin av føroyskum álopum. Fyrru ferðina við at senda eina djúpa sending til Claus Bech Jørgensen, sum varð feldur úti á kantinum. Júst í slíkum støðum hava Føroyar fleiri ferðir sýnt seg sum sera vandamiklar, men kanska høvdu cypriotar ikki lisið nóg væl upp á hendan partin. Innleggið frá Súna kom sum ein projektil inn í brotsteigin, og so kundi Claus Bech Jørgensen stútað sítt fyrsta landsliðsmál.
Seinna málið var enn eitt dømi um, at Fróði væl maktar blandanina av at vera bóltspælari og ?vinnari. Við eini góðari kropstackling fekk hann fatur á bóltinum, áðrenn nýtt álop varð sett ígongd. Hetta endaði so við kanska bestu føroysku detaljuni í dystinum, tá Jónhard legði bóltin út til Rógva, sum sera hegnisliga meira legði enn sparkaði bóltin oman í langa hornið.

Toldu ikki leiðsluna
Oftani verður sagt, hvussu týdningarmikið tað kann vera sálarliga, tá mál verða skotin beint undan steðginum. Og ivaleyst kom føroyska málið eisini væl við hjá okkara monnum. Men kortini varð dysturin av álvara koppaður á høvdið, tá farið varð undir seinna hálvleik.
Ein av orsøkunum til hetta var kanska júst málið, sum av álvara segði cypriotum, at teir skuldu taka seg heilt nógv saman, um nakað skuldi spyrjast burturúr fyri teirra viðkomandi, men tað vóru so sanniliga eisini aðrar orsøkir. Fyri føroyska liðið var tað ein dyggur smeitur, at Claus Bech Jørgensen beint undan steðginum mátti av vøllinnum. Eftir ein ordans lufttúr breyt kantspælarin eitt rivjabein, og so mátti føroyska liðið umskipast nakað. Atli Danielsen varð settur á miðvøllin, men hóast hann uttan iva er ein framtíðar leikari á landsliðnum, so megnaði hann als ikki at lyfta tunga arvin eftir Claus, sum serliga í framrættaða spælinum støðugt var ein hóttan móti cypriotisku verjuni.
Men kanska var týdningarmiklasti parturin av øllum hesum sálarliga spælið, sum altíð gongur fyri seg í einum dysti. Okkara vóru sjálvandi á odda við einum máli, men hóast trý korter framvegis vóru eftir, so tóktist óttin fyri at missa hesa leiðsluna bera við sær, at liðið frá fyrsta bríksli eftir steðgin fór í verjustøðu. Her plagar ítróttarsálarfrøðin oftani at tosa um tað at »tora at vinna«, og kanska var tað hetta, sum okkara ikki tordu nóg væl.

Ballónin brast
Og so fingu cypriotar loyvi til at vísa, at teir hóast alt hava fleiri spælarar, sum eru í altjóða flokki. Síðurnar vórðu tambaðar nógv úteftir, og serliga megnaði Stavros Georgiou at gera sær dælt av, at Súni Olsen ofta tóktist einsamallur í vinstra verjuborði hjá okkum.
Innleggini skolaðu oman móti málinum. Skotroyndirnar vóru nógvar í tali. Men ringast av øllum, so tóktist trýstið ikki at enda. Tað vanliga so týdningarmikla korterið tóktist als ikki at vera til, og heldur enn at seta ferðina niður, so settu cypriotar bara enn meira trýst á tummilskrúvurnar, og at enda brast so vónin um trý stig, tá Okkas sendi bóltin í kassan við sínum fyrsta landsliðsmáli.
Og seinastu minutturnar kundi tað enntá verði enn verri fyri okkara viðkomandi. Tvær ferðir hevði Jákup sannar fepur-bjargingar, tá mótstøðan nú ætlaði at kanna sær sigurin, men tað hepnaðist tíbetur ikki.

Høvdu møguleikar
Og tað vildi helst eisini verið ein ov herskin biti hjá okkara at svølgt, um nú øll stigini skuldu gloppið av hondum. Grundað á fyrra hálvleik, so hevði føroyska liðið uppiborið at fáa nakað við sær úr dystinum, og hóast trýstið, so skaptu okkara eisini nakrar góðar kontrastøður, sum tíverri ikki góvu nakrar opnar møguleikar av sær. Ta einu ferðina kundi Jónhard væl sett kós beint móti málinum, tá hann heldur dróg nakað úteftir, og serliga eftir at John Petersen kom inn, kom nakað av tí strukturi í álopsspælið, sum í so stóran mun hevði restað eftir steðgin.
Tvær ferðir endaði gott samanspæl millum John og Jákup á Borg við, at hesin seinni slapp heilt inn um mótstøðuverjuna, men í hvørgum førinum eydnaðist tó at finna viðleikarar við seinastu sendingini. Og tá John so brádliga stakk avstað sjálvur, megnaði dómarin á merkisverdan hátt at fáa tað til eina sjónleikaroynd, tá beinini vórðu feigað undan skála-manninum, sum nærum hevði skrætt seg heilt leysan av verjuni. Og tá hevði talan enntá verið um fríspark beint í »Súni Olsen Territory«

Ótrúligur dómari
Annars kundi nógv pláss á hesum síðum verið nýtt til dómaraavrikið leygardagin, sum so avgjørt ikki var millum tey bestu, sum undirritaði hevur sæð. Vantandi frísparksdømingin til John var bara ein av fleiri støðum, har dómaraavgerðirnar gingu beinleiðis ímóti føroyingum, men seinasta løtan av dystinum fór út um alt mark. Steðgirnir í spælinum høvdu ikki verið so nógvir, men kortini vórðu boð givin um, at fýra minuttir skuldu leggjast afturat. Tá hesir vóru runnir, gav dómarin cypriotum loyvi at gjøgnumføra álopið, sum teir vóru í holt við, at bert ein seinasta stórbjarging frá Jákupi forðaði fyri, at mál spurdist burturúr hesari. Eftirfylgjandi hornasparkið fingu teir eisini loyvi at taka, men tá hetta heldur ikki gav úrslit, valdi dómarin loksins at blása av. Talvan vísti framvegs 2-2, og føroyingar høvdu vissað sær sítt fyrsta stig í HM-undankappingini á hesum sinni.
Tað er kanska ikki nóg mikið, til tess at vissa okkum sess í endaspælinum, men minni kann eisini gera tað, og tað prógvaði enn einaferð, at við vilja, trúgv upp á egin evni ? og eitt sindur av hepni, so kunnu okkara standa seg, tá harðast leikar á.