Nú farið er um ársskifti, og tað frá nógvum síðum verður tosa um generelt góð úrslit hjá føroyska fiskiflotanum, er tað tíverri eisini neyðugt at vísa á, at alt kortini ikki er so ljósareytt at grundarlag er fyri tilfeingisrentu soleiðis sum bæði einstakir politikarar og búskaparfrøðingar hava mælt til. Sjálvt um tað er lítið hugaligt at staðfesta, so er tað ein veruleiki, at ikki allir partar av fiskiflotanum hava fingið lut í framgongdini, og hevur hetta m.a. rakt rækjuflotan, sum hevur havt niðurgongd í veiðunøgdum uppá 14%, og eina uppaftur størri niðurgongd í avreiðingarvirði - nevnliga 18,5%. Tann 22. Desember 2000 var eisini aðalfundur í Felagnum Rækjuskip, har nógv ymisk viðurskifti vóru til viðgerðar, og skulu tí eisini týdningarmestu evnini stutt umrøðast í hesum tíðindaskrivi.
Veiðan í ár 2000:
Rækjuflotin var meginpartin av ár 2000 skerdur í talið. Ein nýbygningur var í gerð, sum kom í okt. 2000, og eitt annað av størru skipunum var leiga út til Grønlands. Harumframt lá eitt av miðalstóru skipunum ið var keypt í 2000 longur tíð enn ætla og gjørdi ymiskt arbeiði uppá skipið, sum kravd vóru av m.a. Skipaeftirlitinum, og var tí heldur ikki til fiskiskap meira enn góða helvt av árinum. Síðst í 2000 vóru tó øll skipini í vinnu, undantikið skipið ið JFK-Trol í Klaksvík, saman við ørðum, hevur keypt. Hetta skip fer í vinnu fyrst í januar 2001.
At tvey av stóru skipunum ikki vóru í vinnu stóran part av árinum sæst serliga aftur í minkaðu veiðunøgdini á Flemish Cap, sum er góð 7.745 tons - t.v.s. umleið 2.150 tons minni enn í 1999. Hinvegin eru veiðunøgdirnar á Svalbardsøkinum øktar umleið 250 tons í mun til 1999, upp til uml. 2.950 tons, og veiðan í russiskum sjógvi er stórt sæð tann sama í 2000 sum í 1999. Orsøkin til henda vøkstur í veiðuni á Svalbardsøkinum er fyrst og fremst, at tvey av reiðaríunum hava fingið sær størri og effektivari skip í 2000, tí fiskiskipurin hevur annars sum heild verið minni hjá m.a. norskum skipum á Svalbardsøkinum í 2000, samanborin við bæði 1998 og 1999. Veiðan undir Eysturgrønlandi var góða í januar og februar 2000, men vísti seg hinvegin ógvuliga svikalig í desember, líka til sjálvar jóladagarnar, tá fiskiskapurin batnaði nakað, men samanumtikið er fiskiskapurin við Eysturgrønland heldur slakur í løtuni. Samlaða veiðan hjá rækjuflotanum er uml. 12.642 tons í 2000, sum er knappliga 2.100 tons, svarandi til góða 14%, minni enn í 1999.
Inntøkurnar og úrslitið í ár 2000:
Rækjuskipini hava á ongan hátt fingið lut í tí metvøkstri sum hevur verið á fiskaprísum fyri rundan fisk og flak hjá heimaflotanum og flakatrolarum. Tvørturímóti, so eru inntøkurnar hjá flestu skipum minni í 2000 enn í 1999. Hetta stavar m.a. frá heldur lágum prísum fyri ídnaðarrækjur sum verða seldar til pilkivirkir. Av tí at henda vøra er ein rættuliga stórur partur av veiðuni á Flemish Cap, og serliga við Svalbard og í russiskum sjógvi, merkist hetta beinanvegin á inntøkunum hjá skipunum. Prísirnir fyri stórar, ráar rækjur til Japan hava verið vánaligir í fleiri ár nú, og við tí lítla búskaparvøkstrinum og og vøkstrinum í privatu nýtsluni í Japan, er onki sum bendir á nakra broyting tann betra vegin. Prísirnir fyri kókaðar rækjur hava verið nærum óbroyttir seinastu 3 árini. Ein lítil glotti var tó í 2000, tá ein toll-lækking fyri rækjur til Kina gjørdi tað møguligt at selja meira av smáum kókaðum rækjum tann vegin. Hinvegin er framvegis ongin broyting hend í handilsavtaluni við ES um tollloftið fyri pilkaðar rækjur til ES-marknaðin, og avmarkar hetta sølumøguleikarnar fyri ídnaðarrækjur hjá rækjuskipunum heilt nógv. Felagið hevur, saman við rækjuvinnuni á landi, heitt á landsstýrið um at fáa eina nýggja avtalu við ES um hesi viðurskifti, á sama hátt sum so nógvar aðrar avtalur seinastu tíðina eru gjørdar við ES um annað - m.a. heilsufrøðiliga avtalan.
Samanumtikið hevur miðalprísurin hjá rækjuskipunum ligið nakað lægri pr. kilo í 2000, samanborið við 1999, og hetta gevur eina generella inntøkulækking hjá hvørjum skipið sær. Við hesi príslækking afturat minkaðu veiðunøgdunum vísa fyribilstøl sostatt, at avreiðingarvirði hjá rækjuskipunum undir einum í 2000 er minkað við uml. 18,5%, svarandi til uml. 43,5 mill. kr. Tað sum síðani hevur gjørt støðuna hjá rækjuflotanum uppaftur truplari eru methøgu oljuprísirnir. Rækjuskipini hava hægstu oljuútreiðslurnar av øllum skipum fyri hvørja inntøkukrónu, tí tey nýta olju bæði til maskinuna (framdrift), og harumframt til kóking av rækjunum. Fyribilstøl vísa, at útreiðslurnar til olju hjá rækjuskipunum liggja uml. 110% hægri í 2000 enn í 1999 og hjá onkrum av størru rækjuskipunum eru oljuútreiðslurnar sostatt øktar við 4,1 mill. kr. úr 3,8 mill. kr. í 1999 til 8 mill. kr. í 2000. Reiðaríini bera einsamøll allan hendan meirkostnaðin sambært sáttmálunum við manningarfeløgini, og eru hýrurnar tí als ikki ávirkaðar av hesum stóra útreiðsluvøkstri hjá skipunum. Tær lutfalsliga høgu daglønirnar hjá manningum á rækjuskipum í 2000, sum Fiskimannafelagið hevur almannakunngjørt, kunnu tí á ongan hátt skiljast sum at rækjuflotin hevur havt eitt gott ár, tí samlaða úrslitið fyri rækjuflotan undir einum vísir eitt hall fyri ár 2000. Sostatt kann tíverri enn einaferð staðfestast, at rækjuflotin framvegis ikki fær lut í góðu prísunum og úrslitunum gjøgnum seinastu 3 árini hjá meginpartinum av fiskiflotanum, og at positivu úrslitini hjá rækjuskipunum í 1999 ikki vóru tekin um eina vend, men heldur at 1999 var eitt serligt ár við betri fiskiskapi og betri úrslitum enn vanligt, meðan fiskiskapurin í 2000 aftur minkaði, og at tað framvegis ikki er nøkur positiv broyting í rækjuprísunum. Sostatt er heldur ikki grundarlag fyri hýruhækkingum ella øktum ferðaútreiðslum sum fylgja av styttri túralongdum, soleiðis um manningarfeløgini vilja hava, og sum Javnaðarflokkurin enntá vil lóggeva um, uttan so at hýruprocenti samstundis verður lækkað tilsvarandi. Felagið Rækjuskip undrast annars stórliga á, at Javnaðarflokkurin ætlar at blanda seg uppí viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, við einum uppskoti um at lóggeva um styttri túralongdir. Túralongdir er nakað sum í fleiri ár hevur verið beinleiðis avtalað í sáttmálanum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og Javnaðarflokkurin hevur í samband við onnur arbeiðsmarknaðarmál staðiliga mælt frá politiskari uppílegging gjøgnum lóggeving.
YMISKT FRÁ AÐALFUNDI FELAGSINS 22.12.2000.
Sjómannskattaskipanin:
Aðalfundurin hjá Felagnum Rækjuskip metti, at tað er nakað grundleggjandi galið við skattalóggávuni fyri sjómenn og fiskimenn, sum er beinleiðis diskriminerandi fyri føroyska fiskiflotan. Felagið tekur fult undir við at veita føroyskum fiskimonnum við føroyskum skipum ein serligan skattalætta, við tí endamálið at viðurkenna hetta serliga slagið av arbeiði hjá føroyskum fiskimonnum og at gera tað attraktivt hjá monnum at sigla við føroyskum fiskiskipum, og á tann hátt at hjálpa uppá manningartørvin hjá fiskiflotanum. Hetta vóru eisini týðandi partar av grundgevingunum hjá landsstýrinum fyri serligu sjómannsskattaskipanini tá hendan kom. Tað er tí í beinleiðis andsøgn við hesar grundgevingar tá tað vísir seg, at skattalættin til bæði sjómenn og fiskimenn við útlendskum skipum og fiskiskipum er munandi hægri enn hjá teimum sum sigla við føroyskum skipum, av tí at veittur verður ein eyka samdøgursfrádráttur til føroyingar við útlendskum skipum. Skattalættin fær tí beinleiðis tí ávirkan, at hann ger tað enn meira attraktivt at fara við einum útlendskum fiskiskipi ella øðrum skipið heldur enn við einum føroyskum skipið. Tá tað síðani verður sagt, at hesar høgu inntøkur á útlendskum skipum leggja nógvar skattakrónur eftir seg í Føroyum er hetta heldur ikki rætt, sambært útrokningardømum gjørd av Dimmalætting tann 6. desember 2000. Av kr. 300.000 í inntøku rindar fiskimaðurin við føroyskum skipið kr. 114.000 (38%) í skatti til land og kommunu, meðan føroyingurin við útlendskum skipi av somu kr. 300.000 einans rindar eina helvt í skatti til føroyska landshúsarhaldið, av tí ið fiskimaðurin við føroyska skipinum rindar - t.v.s. kr. 57.500 (19%) .
Búskaparráðið og nakrir føroyskir politikarar hava víst á, at teir meta skattalættan hjá sjómonnum sum eitt slag av studningi til føroyska fiskiflotan. Hetta tekur Felagið Rækjuskip ikki undir við, tí skattalættin hevur á ongan hátt ført til lækkaðar hýrur fyri føroyska fiskiflotan. Men tað tykist Felagnum Rækjuskip sera løgið og hugstoytt, at hesir somu politikkarar eftir øllum at døma onki hava ímóti at veita hetta ið teir kalla "studning" til útlendsk skip, meðan teir misunnað føroyskum fiskimonnum við føroyskum skipum sín skattalætta, og tosa um at minkað og enntá at avtakað skattalættan.
Felagið Rækjuskip mælir tí til, at sjómannskattaskipan verður endurskoða ongantíð ov skjótt, og at hon fyrst og fremst verður nýtt sum amboð at gera tað lættari og meira áhugavert at manna føroyska flotan, heldur enn útlendsk skip. Tað er meiningsleyst, tá tørvur er á m.a. maskinfólki í Føroyum, at føroyska samfelagið brúkar nógvan pening til útbúgving av maskinfólki, fyri síðani gjøgnum serligar skattafrádrátt enntá at rinda fyri at gerast stórleverandørur av maskinfólki til útlendskar vinnufyritøkur, meðan føroysk fiskiskip einans fáa leiklutin sum skúlaskip fyri at hesir maskinmenn skulu fáa neyðugu siglingstíðina til at sleppa umborð á eitt útlendskt skip. Verandi skipan við fyrimunum til útlendsk skip elvir eisini til eitt økt lønartrýst móti føroyskum skipum. Serliga Maskinmeistarafelagið hevur ferð eftir ferð nýtt tørvin á maskinfólki í føroyska flotanum sum grundgeving til at royna at trýsta nettalønarlagið upp á sama støði sum á útlendskum skipum, sum so merkir, at føroysku reiðaríini, umframt lønarhækkingar, í veruleikanum eisini skulu kompenserað fyri tí eyka skattafrádrátti ið føroyingar við útlendskum skipum fáa framum fiskimenn við føroyskum skipum.
Staðfestast kann tí, at verandi skipan er beinleiðis diskriminerandi fyri føroyska fiskiflotan, og Felagið Rækjuskip mælir tí til, at skipanin verður broytt tann vegin, at allir skattafyrimunir við at sigla við útlendskum skipum verða avtiknir ella minkaðir munandi, men at tann spardi skattalættin hjá landskassanum tó ikki fer í landskassan, men í staðin verður nýttur til at hækkað frádráttin til føroyskar fiskimenn við føroyskum skipum. Hetta vildi fyri føroyskar politikkarar og skattamálaráðharran, verið ein varði yvir munadyggar broytingar av karmunum til frama fyri føroyska fiskivinnu, uttan at hetta vildi kosta landskassanum eina krónu meira enn tað ger í dag.
Rækjukonferensa:
Á aðalfundinum hjá Felagnum Rækjuskip tann 22. Desember 2000 var avgjørt at skipa fyri eini konferensu um føroysku rækjuvinnuna á sjógvi og landi fyri bæði umboðum fyri vinnuni, umboðum fyri politisku flokkarnar á tingi og fyri viðkomandi landsstýrismonnum og øðrum. Felagið metir, at neyðugt er at bæði vinnan, men ikki minst politiski myndugleikin, sum skal skapa neyðugu karmarnar fyri vinnuna, fær eina neyvari lýsing og størri vitan um týdningarmestu tættirnar í hesi vinnu og landsbúskaparliga týdningin av rækjuvinnuni, og ikki minst hvussu vit skilabest gagnnýta veiðumøguleikarnar. Ætlanin er at geva eina lýsing av veiðumøguleikum, gagnnýtslu, búskaparligum viðurskiftum, marknaðarviðurskiftum og øðrum týðandi viðurskiftum. Hetta verður mett neyðugt fyri at bæði vinnan og myndugleikarnir kunnu hava nóg góðan kunnleika um tær broytingar sum eru ávegis við m.a. kvotuskipan og harvið minkandi veiðumøguleikum á bæði Flemish Cap og helst eisini við Svalbard, sølumøguleikarnir til ES og onnur lond o.s.fr. Neyðugt er hjá politiska myndugleikanum at hava hesi viðurskifti í huga í samband við framtíðar fiskivinnupolitikkin sum skal tilrættaleggja karmarnar fyri rækjuvinnuna í framtíðini, og Felagið Rækjuskip vónar at hesin fiskivinnupolitikkur kann gerast í tøttum samstarvi millum verandi vinnu og politiska myndugleikan. Rækjukonferensan verður væntaði í apríl 2001.
Ogn Føroya fólks
Eitt sera týðandi og prisippielt mál sum var til umrøðu á aðalfundi felagsins var málið um ognarrættin til føroysk fiskirættindi. Orsøkin er, at tað frá bæði politiskum flokkum og búskaparfrøðingum ígjøgnum ár 2000 fleiri ferðir er mælt til at áleggja eina tilfeingisrentu á fiski- og veiðuloyvir. Felagið Rækjuskip vil sum so ikki takað hetta stóra og prinsipiella málið til viðgerðar alt sum tað er, men felagið ynskir at fáa eina løgfrøðiliga meting av, um tey rættindi sum føroysk rækjuskip gjøgnum tíðirnar hava vunni í altjóða sjógvi á Flemish Cap og við Svalbard av røttum kunnu sigast at verða "Ogn Føroya Fólks". Felagið metir at tað er ein grundleggjandi munur á løgfrøðisligu merkinigini "Ogn Føroya Fólks" tá talan er um tilfeingið í føroyskum sjóøkið ella kvotur sum Føroyar hava fingið ígjøgnum fiskiveiðuavtalur við onnur lond, har almennu Føroyar hava latið annan fisk í staðin fyri hesar kvotur, og tað sum ávís skip hava "vunnið" av rættindum í altjóða sjóøkjum. Slík rættindi verða ikki tillutaði Føroyum av sær sjálvum, men fáast einans við at onkur skip luttakað í hesi vinnu, og felagið metir tað tí at verða løgfrøðiliga sera ivasamt, um almennu Føroyar, við lógini um vinnuligan fiskiskap sum amboð, kunnu gera krav um ognarrættin til slík veiðurættindis, og um tað í so fall er talan um ognartøku av rættindum frá teimum sum ígjøgnum árini hava vunnið hesi rættindi. Hesin spurningur er sera týðandi fyri rækjuflotan at fáa avgreiddan, bæði við atlitið at eini møguligari tilfeingisrentu, og við atlitið at í hvønn mun fiskivinnumyndugleikarnir uttanum vinnuna, kunnu umsita hesi veiðurættindi. Felagið fer tí fyrst í 2001 at viðgerða henda spurning saman við Føroya Reiðarafelag, og fer at mæla til at biðji verður um eina óhefta løgfrøðiliga meting av hesum prinsippiella ognarspurningi viðv. rækjurættindum í altjóða sjóøkið.
Nevdin.
Á aðalfundinum tann 22. Desember 2000 var øll nevndin í felagnum afturvald. Jákup Egholm Hansen heldur fram sum formaður og hinir nevndarlimirnir eru Jóhan Joensen úr Kollafirði og Olaf Olsen á Glyvrum.
Nevndin