til at betra ta føroysku politisku skipanina. Nýggja stýrisskipanin bar við sær nógv framstig. Eitt nú gjørdist býtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið greiðari, og somuleiðis varð farið burtur [...] við øðrum skipanum, so er altíð tørvur á einum støðugum kjaki um, hvat kann gerast betur - ikki minst nú nýggj føroysk grundlóg/stjórnarskipanarlóg stendur fyri framman. Vónandi kann hetta orðaskiftið verða [...] eina eftirlitsuppgávu. Tá umræður eftirlit skal Løgtingið hava eftirlit við landsstýrinum og kann eitt nú reisa misálit á lands-stýrismenn, um mett verður at hesir ikki røkja uppgávur sínar til fullnar. Hetta
síðsta umfarinum spæla á heimavølli ímóti TB. Tá verða gullkrónurnar og steypið handað, og so mugu vit vóna, at tvørámenn møta upp. Skáli hevur 35 stig. B36 hevur 32 stig, og teir eiga einasta liðið, sum [...] undan síðsta umfarinum, so verður endaspælið um eitt pláss í næstbestu deildini ímóti LÍF. Í botninum eru klaksvíkingar, sum í síðsta umfarinum eiga torføran dyst á heimavølli ímóti sandoyingum, illa sperdir [...] AB slapp at svara aftur. Í fyrra førinum var tað eftir góða sending frá Kristiani Poulsen, sum var komin innum verjuna í høgru, og í seinna førinum var talan um kalt einmansavrik. Í fyrstu atløgu drálaði
ini eru dømd fyri ærumeiðing, so hevur Jørgen Niclassen framvegis “snýtt” tann kassa hann í dag er settur at umsita av Kaj Leo Johannesen, løgmanni. Sami maður, sum hevur snýtt í tolli umsitur nú tollmál [...] fingið ta fatan, at allar skuldsetingar móti Jørgen Niclasen um snýt og svik móti landskassanum hervið eru manaðar í jørðina. Alment roynir Jørgen eisini at gykla fólki, at hann er reinsaður fyri skuldsetingarnar [...] eina fatan av, at Jørgen er fullkomuliga fríkendur, og at allar hesar ákærur um álvarslig lógarbrot eru settar fram av órøttum! Tí kann av góðum grundum verða spurt um Jørgen Niclasen við hesum veruliga
í ár hevur hon tikið stig til sama tiltak, eins og hon hevur upp raðfest tað innsavnan sum fer fram nú upp til jólar. Í millum annað kemur bóklingur í hvørt hús, har familjur greiða frá tí syndarligu f [...] krónur. Og advokaturin, haldi tykkum fast, hann fær 4.500.000 krónur fyri ómakin. Sig so tað, um ikki vit hava ein stættamun í okkara samfelagi. Ikki nokk við tí, so greiddi teirra sakførari herfyri í fjølmiðli [...] aftur landskassan. USA sum teir mest høgravendu hava sum sítt ideologiskt poltiska paradís, har eru tey múgvandi, millióning og milliararderarnir mest sum friðaðir skattatekniskt, men for hundin, teir
um støðuna. Tí kunnu tað sjálvandi vera viðurskifti, sum vit ikki vita nakað um, sum gera valið hjá løgmanni logiskt. Men samgongumøguleikarnir eru nógvir og tað hongur altíð sum ein hóttan yvir samráðingunum [...] samráðingunum, tí kemur stígur í onkustaðni, liggur altíð onkur annar klárur. Orsøkin til at Løgmaður nú er farin eftir Fólkaflokkinum og Miðflokkinum kann vera, at hann annars stúrir fyri, at alt hetta politiska
hann Volla sum pápabeiggja og menniskja. Nú er hann farin. Hann kom ikki so víða, men her á Biskupsstøð verður hann saknaður, fyrst og fremst hjá sínum kæru. Vit hugsa um Tórhild og genturnar. Friður verið [...] gamal. Hetta tók teimum sera dygt, men tíbetur dugdu tey at laga sorgina og koma víðari. Døturnar eru allar giftar og væl at sær komnar, Martina á Skála, Jórun í Klaksvík, Britt í Havn. Ungur fór hann
upp. Løg frá tí tíðini, tá hann øri Richey James Edwards var høvuðsmaðurin í bólkinum. Hann venda vit aftur til. Manic Street Preachers løgdu fyri við teimum báðum melodiøsu rocksangunum Everything must [...] sinnissjúkrahús, var hann eisini gittarspælari í bólkinum. Søgurnar um, hvat hann kundi finna upp á eru tiltiknar í tónleikaheiminum. Mest tiltikna søgan er frá 1991, tá Manic Street Preachers høvdu konsert [...] Brit Awards fyri hana. Tað gjørdu teir eisini næstu ferð, teir góvu eina fløgu út, tað var í fjør. Og nú kunnu teir eisini prýða seg við tittlinum sum heimsins besti bólkur. Og heimsins besti bólkur endaði
verið og njósast fyri at finna út av, hvat 22 ára gamli Claus Bech Jørgensen kann sum fótbóltsspælari. Vit skrivaðu í páskablaðnum, at spælarin, sum hevur føroyska mammu, men sum hevur búð í Danmark alt sítt [...] Annan páskadag spældu AC Horsens móti Køge, sum er komið sera væl frá byrjan í seinnu hálvu og sum nú nærkast oddinum í deildini. Dagin fyri dystin misti AC Horsens venjaran hjá sær, sum skrivaði undir [...] taka støðu til, um hugurin er til at royna at spæla fyri einum plássi á føroyska landsliðnum. Evnini eru í hvussu so er har!
Phillippe), smædni Pima-indianarin Ira Hayes (Adam Beach) og boðberin Rene Gagnon (Jesse Bradford) skuldu nú allir skapa eina umfatandi PR-lýsingarherferð, ið skuldi hjálpa krígstroyttu amerikanarunum [...] tá hann læs bestseljandi bókina ”Flags of our Fathers” eftir John Bradley Jr. og Ron Powers. - Tað eru ymiskar orsøkir til, at hetta er ein so góð søga, sigur Eastwood við filmsfelagið, sum vísir filmin [...] hundraðvís av barakkum, bunkarum og skotgravum. Iwo Jima er ein stór hópgrøv, enn í dag. Eastwood kenna vit seinast frá Million Dollar Baby, Mystic River, men serliga frá The Unforgiven, ið fekk fýra Oscars
sum er avgerandi her, er, at landsstýrismaðurin setir setanarbólkin til viks«. Við øðrum orðum: Tað eru persónar, ið telja. Ikki kvalifikatiónir. Thorsteinsson grundar sítt álop á ein pástand um, at Annlis [...] taka sína avgerð. Um hetta er so, fæst bert at vita, um umboðsmaðurin fer at kanna málið. Og tað mugu vit vóna, at hann fer. Tí antin hevur landsstýrismaðurin ella hevur setanarbólkurin gjørt okkurt skeivt [...] sum setanarbólkurin við teimum so klóku »høgu embætismonnunum«. Er hetta orsøkin til, at Sosialurin nú vil hava løgmann at skera ígjøgnum til frama fyri embætismenninar, áðrenn umboðsmaðurin hevur lýst