Sjúrður Skaale
Ein landsfornfrøðingur bleiv settur - og okkurt var galið.
Antin setti Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, tann best skikkaða umsøkjaran til viks.
Ella noktaði setanarnevndin at innstilla tann best skikkaða umsøkjaran. Í hesi nevnd sótu Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, Jóannes Dalsgaard, deildarleiðari í Mentamálaráðnum, Poul Nolsøe, løgfrøðingafulltrúi í Mentamálaráðnum, og Andras Mortensen, sum umboðaði starvsfólkið á Føroya Fornminnissavni.
Annlis heldur uppá, at hon hevur sett best skikkaða mann í starvið. So vís er hon í síni søk, at hon heitir á tey ónøgdu um at leggja málið fyri umboðsmannin.
Setanarnevndin, sum varð tikin av ræði, er í øðini. Men tað, sum fær sinnini hjá hesum monnum í kók, tykist ikki vera at ein illa skikkaður maður er vorðin landsfornfrøðingur. Tað er meira sjálvt hetta at tann unga vágskonan hevur tikið teir av ræði, sum øsir teir.
Setanarnevndin fær fullan stuðul frá Arna Thorsteinsson, fyrrverandi landsfornfrøðingi. Men heldur ikki hjá honum er tað spurningurin um tær fakligu kvalifikatiónirnar, sum skapar vreiðina. Hann segði soleiðis við Sosialin hósdagin: »Tað kann fyri sovítt vera líka mikið, hvør er best skikkaður. Tað, sum er avgerandi her, er, at landsstýrismaðurin setir setanarbólkin til viks«.
Við øðrum orðum: Tað eru persónar, ið telja. Ikki kvalifikatiónir.
Thorsteinsson grundar sítt álop á ein pástand um, at Annlis ikki hevur »fakligan førleika« at taka sína avgerð. Um hetta er so, fæst bert at vita, um umboðsmaðurin fer at kanna málið. Og tað mugu vit vóna, at hann fer. Tí antin hevur landsstýrismaðurin ella hevur setanarbólkurin gjørt okkurt skeivt. So skeivt, at antin má landsstýrismaðurin, ella mugu embætismenn fara úr sínum sessum.
Gløðandi skribentur
Stríðið um almennu meiningina í einum máli sum hesum, fer fyrst og fremst fram í bløðunum.
Sosialurin var ógvuliga skjótur at taka støðu. Í fyrstu oddagrein, sum varð skrivað eftir at Bjarkhamar hevði boðað frá síni avgerð, gjørdi blaðið greitt, at talan var um eina »ódámliga starvssetan«, og at landsins stýri við hesum »undirgrevur sín egna setanarpolitikk«.
Men heldur ikki hjá oddagreinskrivaranum í Sosialinum vóru tað kvalifikatiónirnar, sum taldu mest. Nei, tað var hetta at »setanarbólkurin við hægstu embætismonnunum í Mentamálaráðnum« var settur til viks.
Áðrenn nakar uttanfyristandandi rættiliga visti, hvat hetta málið snúði seg um, tók oddagreinskrivarin hjá Sosialinum altso sera harðliga til orðanna. Hann var púra vísur í síni søk. Og hann meinti effinett tað sama sum setanarbólkurin við teimum so klóku »høgu embætismonnunum«.
Í gjár er so aftur ein oddagrein um málið í Sosialinum. Eisini hon tekur fullkomiliga treytaleyst støðu fyri embætismonnunum, og leggur grovt og ógvusliga eftir Bjarkhamar.
Skribenturin er ræðuliga illur. Tú fært kensluna av, at hann gløðir av harmi um tey neyðars embætisfólk, »sum lítið og einki fáa gjørt sjálvi fyri at verja seg«. Tað, sum hendir á Mentamálaráðnum, kallar hann fyri eina »PROSESS«(!), sum Annlis Bjarkhamar hevur sett í verk.
Hvat orðið »prosess« sipar til, er eingin ivi um. Men hóast skribenturin heldur tann órætt, sum fer fram, vera so ræðuligan, at hann ger hesa samanbering, so vil hann ikki hava málið lýst til fulnar. Hann vil ikki hava tað fyri umboðsmannin, so kemur alt á borðið, og støða kann takast á upplýstum grundarlag. Nei, her skal einki kannast.
Í staðin verður heitt á løgmann um at syrgja fyri, at embætismenn hereftir fáa fult og heilt og óskert vald á hesum øki: »Løgmaður eigur at steðga slíkum og presisera nógv meira gjølla, at landsstýrismenn eiga als einki at hava við starvssetanir á hesum støðinum at gera«, skrivar persónurin á Sosialinum.
Hvør er persónurin
Men hvør er hesin greinskrivari, sum fyri tað fyrsta tykist standa málinum sera nær, fyri tað næsta púra treytaleyst tekur støðu fyri øðrum partinum í málinum, og fyri tað næsta ikki vil hava málið lýst til fulnar?
Kann tað hugsast, at tann, sum skrivar - ella ið hvussu er førir pennin - er ein av teimum, sum plagar at skriva oddagreinir í Sosialin?
Kann tað hugsast, at greinskrivarin er sami maður, sum stýrdi marathonherferðini hjá Sosialinum um ein annan landsstýrismann í mentamálum, nevniliga Signar á Brúnni?
Kann tað við øðrum orðum hugsast, at greinskrivarin var limur í setanarnevndini? At hann sjálvur er ein av teimum »høgu embætismonnunum«, sum hann heldur tað vera so ódámligt at seta til viks?
Er hetta orsøkin til, at Sosialurin í hesum máli straks tók neyvt somu støðu sum setanarbólkurin við teimum so klóku »høgu embætismonnunum«. Er hetta orsøkin til, at Sosialurin nú vil hava løgmann at skera ígjøgnum til frama fyri embætismenninar, áðrenn umboðsmaðurin hevur lýst málið til fulnar?
»Embætisfólk hava tagnarskyldu og kunnu sum so ikki so lætt fara út alment og tala at sínum egna arbeiðsgevara«, sigur greinaskrivarin eisini.
»Sum so ikki so lætt«, skrivar persónurin. Nei. Men kanska kortini? Undir dulnevni?
Tann spyr, ið ikki veit.
Kanska er illgrunin ógrundaður. Kanska er tað tann altíð so fullkomiliga óhefti og sakligi blaðstjórin, Jan Muller, ið sjálvur, á óheftum grundarlag, hevur analyserað seg fram til niðurstøðurnar hjá Sosialinum.
Kanska. Men her er nógv, ið tykist sera løgið.
Og so leingi Sosialurin letur eitt lítið lið av fólki nýta oddagreinina til síni dulnevndu og mangan óndsinnaðu og perfidu lesarabrøv, hongur slíkur illgruni altíð í luftini. Teir, ið skriva, seta seg sjálvar undir illgruna.