Einaræðis fólkaræði

   

Kristina Háfoss
kristina@hafoss.com
?????????
Hóast føroyska samfelagið er grundað á fólkaræði og Føroyar hava eitt fólkavalt Løgting, so hevur hetta løgting í dag avmarkaðar møguleikar fyri at røkja uppgávuna sum lóggevandi myndugleiki og eftirlitsmyndugleiki. Alt bendir á, at Løgtingið í dag hevur munandi minni vald enn landsstýrið og embætismannaverkið við Løgmanni á odda. Landsstýrið fær umframt útinnandi valdið alsamt størri ávirkan tá umræður lóggevandi valdið, og hevur løgmans-em-bætið fingið nærum óavmarkað vald. Hevur Løg-tingið ikki álit á Løgmanni ella landsstýrinum, kann Løgmaður enntá senda fólkavalda Løgtingið til hús.
Stýrisskipanin - eitt stig á leiðini
Stýrisskipanarlógin frá 1994 lat upp fyri nýggjum møguleikum og var við til at betra ta føroysku politisku skipanina. Nýggja stýrisskipanin bar við sær nógv framstig. Eitt nú gjørdist býtið millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið greiðari, og somuleiðis varð farið burtur frá kollektivum landsstýri og yvir til, at hvør landsstýrismaður hevði fulla ábyrgd av sínum øki. Men eins og við øðrum skipanum, so er altíð tørvur á einum støðugum kjaki um, hvat kann gerast betur - ikki minst nú nýggj føroysk grundlóg/stjórnarskipanarlóg stendur fyri framman. Vónandi kann hetta orðaskiftið verða eitt íkast til hetta kjak.
Løgmaður óavmarkað vald?
Støðan hjá politisku skipanini í Føroyum í dag er tann, at viðkomandi, ið er valdur at umsita starvið sum Løgmaður, hevur ómetaliga stórt vald. Vald, ið helst ikki er í samsvar við fólkaræðið. Sambært Stýrisskipanarlógini hevur Løgmaður nevnliga ikki bert vald til at siga landsstýrismonnum úr starvi, men somuleiðis vald til at siga løgtingsmonnum úr starvi.
Løgmaður kann senda Løgtingið til hús
Løgtingið hevur sambært Stýrisskipanarlógini eina lóggevandi uppgávu og eina eftirlitsuppgávu.
Tá umræður eftirlit skal Løgtingið hava eftirlit við landsstýrinum og kann eitt nú reisa misálit á lands-stýrismenn, um mett verður at hesir ikki røkja uppgávur sínar til fullnar. Hetta kunnu løgtingsmenn gera, uttan at landsstýrismaðurin kann verða ein hóttan fyri teirra starv.
Reisir Løgtingið hinvegin misálit á Løgmann hevur hesin møguleika fyri, at skriva út nýval og harvið siga øllum løgtingsmonnum úr starvi.
Hetta er ein støða, ið ger, at tað í størri mun er Løg-maður, ið hevur eftirlit við og vald yvir Løgtinginum, enn øvugt. Henda 'terror-javnvág', ið er millum Løgting og Løgmann ger, at
Løgtingið í veruleikanum ikki kann røkja sína eftirlitsuppgávu mótvegis landsstýrinum íroknað Løgmanni. Hetta er annars ein uppgáva, ið Løgtingið hevur sambært Stýrisskipanarlógini.
Løgmaður vald at skipa samgongu eftir nýval
Valdið hjá Løgmanni steðgar ikki við møguleikanum at siga øllum fólkavaldum løgtingsmonnum úr starvi. Ger Løgmaður hetta og harvið útskrivar nýval - ja, so er tað sami Løgmaður, ið hevur framíhjárætt til at skipa nýggja landsstýrissamgongu eftir valið. Hetta uttan mun til, hvørja undirtøku flokkurin hjá Løgmanni hevur fingið við valið.
Skal Løgmaður hava vald tvørturum valskeið ?
Viðvíkjandi løgmansembætinum, so kann Løgmaður verða sitandi so leingi hann ikki hevur ein "meiriluta ímóti sær" - eisini tvørturum valskeið. Henda mannagongd átti at verið broytt soleiðis, at Løgmaður - og samráðingarleiðari í samband við skipan av samgongu - varð valdur av einum meiriluta aftaná hvørt val, og at hann harvið varð sitandi so leingi hann hevði ein "meiriluta við sær".
Sum kunnugt gongur eitt taktiskt spæl fyri seg aftaná eitt val, og eru fleiri møguleikar fyri samgongum - ja, so vil ongin flokkur gera seg "ópopuleran" hjá tí, ið hevur framíhjárætt at skipa samgongu. Við núverandi skipan, har Løgmaður verður sitandi tvørturum valskeið, so leingi hann ikki hevur "meiriluta ímóti sær", gevur hetta løgmansembætinum sera stórt vald, og er henda skipan helst eisini ein orsøk til, at fjórði størsti flokkur endaði við at umsita løgmansembætið bæði frá 1998-2002 og somuleiðis valskeiðið 2002-2004.
Leggjast skal afturat, at uttan mun til val av samráðingarleiðara eftir nýval vil Løgmaður og Landsstýrið frá undanfarnu samgongu tó sjálvsagt verða virkandi stjórn til nýggj samgonga er skipað.
Er fólkaræðið í vanda?
Størvini sum landsstýrismenn og Løgmaður kunnu verða umsitin av fólkum, ið ikki eru fólkavald. Neyðugt er bert, at ein politiskur flokkur velur viðkomandi at røkja starvið og samgongan tekur undir við hesum.
Løgtingið er hinvegin fólkavalt og umboðar allar føroyingar. Løgtingið er tí ein týðandi grundarsteinur undir føroyska fólkaræðinum.
Men hóast hetta hava vit eina skipan, ið leggur so mikið nógv vald til serstakliga løgmansembætið, at tann persónur, ið situr í hesum embæti - og sum kann verða ein persónur, ið ikki er fólkavaldur - hevur ómetaliga stórt vald ikki bert yvir landsstýrismonn-um, men somuleiðis yvir øllum tí fólkavalda Løgtinginum.
Val 4. hvørt ár
Ein møguleiki at byrgja upp fyri hesum er, at áseta í eini grundlóg ella stýrisskipanarlóg at val bert kann útskrivast 4. hvørt ár. Hetta vil tryggja, at fólkavalda Løgtingið kann røkja sítt arbeiði uttan at vandi er fyri at Løgtingið verður sent til hús í úrtíð av Løgmanni. Tað er ikki uttan orsøk, at hetta er ein skipan, ið ávís lond hava valt. Tað kunnu tó verða vansar við at val ikki kann skrivast út í úrtíð, um hetta verður mett verða alneyðugt. Ein annar møguleiki hevði tí verið at ásett, at ikki Løgmaður einsamallur, men bert ein meirluti av Løgtinginum kundi útskriva nýval í úrtíð. Á henda hátt varð møguleiki at útskriva val í úrtíð um so varð at meirlutin av fólkavalda tinginum ynskti hetta.
Løgtingsformaður ella Løgmaður staðfesta lógir ?
Sambært føroysku stýrisskipanarlógini er tað Løgmaður, ið staðfestir tær lógir, ið Løgtingið
samtykkir - eins og Kongur staðfestir lógir, ið danska Fólkatingið samtykkir. Spurningur kann setast við, hví tað ikki er Løgtingsformaðurin, ið hevur hesa staðfestandi uppgávuna, eins og hesin hevði tað upprunaliga.
Hetta hevði ikki bert gjørt býtið millum lóggevandi valdið (Løgtingið) og útinnandi valdið (Landsstýrið) greiðari, men somuleiðis givið Løgtinginum og Løgtingsformanninum meira formelt vald.
Í hesum sambandi kann nemast við spurningin, hvørt Løgtingsformaðurin átti at røkt hetta starv burturav, og varamaður varð settur í hansara løgtingssess. Sum støðan er í dag rekur Løgtingsformaðurin bæði formansstarvið og starvið sum tingmaður fyri tann flokkin hann er valdur inn fyri. Havandi í huga, at Løgtingsformaðurin skal verða fyri alt tingið hevði hetta møguliga verið ein góð loysn. Hinvegin vildið hetta merkt, at tingmaður, ið verður valdur sum Løgtingsformaður tá missur sín atkvøðurætt.
Siðvenja verður skapt
Nýggja føroyska stýrisskipanarlógin sá dagsins ljós í 1994 og bar - sum nevnt - við sær munandi broytingar í politisku skipanini í Føroyum. Av tí, at talan er um eina lutfalsliga nýggja lóg verður siðvenja í stóran mun skapt í hesum døgum. Hetta staðfestir bert stóra týdningin av, at tey, ið umsita eitt nú landsstýrisembætini og serstakliga løgmansembætið, umsita hesi á 'rættan' hátt.
Av tí, at lutfalsliga stutt tíð er fráliðin síðan Stýrisskipanarlógin varð samtykt og staðfest, er trupult at vísa á nakra ávísa og støðuga siðvenju. Men áhugavert er tó at hyggja at nøkrum dømum, ið vísa avgerðir, ið Løgmaður tók undanfarna ár - avgerðir, ið kunnu fáa ávirkan á siðvenjuna framyvir.
Dømi frá 2003
a) Málið viðvíkjandi Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, har landsstýrismálanevndin og kanningarstjóri mettu, at landsstýrismaðurin varð farin út um sínar heimildir sambært lógini.
Hóast hetta valdi Løgmaður ikki at siga landsstýrismanninum úr starvi.
Løgmaður valdi harvið ikki at fylgja niðurstøðu hjá hægsta eftirlitsmyndugleika Løgtingsins. Hetta kann ikki annað enn undirgrava Løgtingið sum eftirlitsmyndugleika, og var hetta sjálvsagt eisini orsøkin til, at Løgtingið valdi seinasta møguleikan - nevnliga at reisa misálit á landsstýrismannin.

b) Málið viðvíkjandi Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinnu, har hon ikki valdi at fylgja innstilling frá setanarnevnd. Løgmaður ásannar at landsstýriskvinnan hevur hildið allar lógarinnar heimildir, men velur hóast hetta - og uttan nakra óhefta kanning - at siga landsstýriskvinnuna úr starvi. Løgmaður valdi harvið at siga landsstýriskvinnu úr starvi av politiskum ávum - ikki fyrisitingarligum ella løgfrøðiligum ávum.

c) Málið viðvíkjandi áhugabólki, ið klagar um eina avgerð hjá einum landsstýrismanni til Løgmann. Heldur enn at senda klaguna víðari til landsstýrismannin at svara, boðar Løgmaður frá, at hann fer at viðgera málið. Harvið leggur Løgmaður seg út í málsøkið hjá landsstýrismanninum og ávirkar harvið ábyrgdarbýtið. Eisini átaka Løgmaður og Løgmansskrivstovan sær eina nýggja uppgávu og kunnu skjótt enda sum nýggjur kæru-stovnur.

d) Málið viðvíkjandi Anfinni Kallsberg, ið vegna persónsmál fekk persónliga misálitisváttan frá samgonguflokki. Heldur enn at halda áfram við samgonguni undir leiðslu av øðrum persóni, ella lata aðra samgongu sleppa at virka tað, ið eftir var av valskeiðnum, valdi Løgmaður at útskriva nýval - at senda Løgtingið til hús. Eisini vórðu landsstýrismenn bert úr tí eina samgonguflokkinum sendir til hús tá val varð útskrivað.

Møguleiki er fyri at hesar avgerðir kunnu koma at skapa siðvenju fyri framtíðina. Um so verður, er spurningurin um henda siðvenja er í tráð við tann 'politiska viljan', ið lá aftan fyri heimildirnar, ið vórðu givnar løgmansembætinum umvegis eitt nú Stýrisskipanarlógina. Greitt er tó, at so leingi Løgmaður hevur politiskan meirluta aftan fyri seg, umboða hann og avgerðir hansara tann politiska viljan, ið er meðan hann situr í sessinum.
Minnilutastjórn fremur samstarv og hugburðsbroyting
Ein siðvenja, ið ikki er brotin enn, er siðvenjan við meirlutastjórnum í Føroyum.
Ongin ivi er um, at ein minnilutastjórnarskipan yvir eitt áramál hevði skapt ein nýggjan og øðrvísi hugburð í politisku skipanini. Ikki minst tí henda hevði sett krøv til samstarv tvørturum andstøðu og samgongu, og hevði sett krøv til allar flokkar um, at koma við veruligum og væl grundaðum uppskotum á Løgtingi. Andstøðan hevði so at siga mist møguleikan at lagt fram uppskot, sum ikki vórðu nóg væl grundaði - og samgongan hevði verið noydd at samrátt seg fram til semjur við andstøðuna í flest øllum málum. Harvið varð somuleiðis fingin breiðari politisk semja í flestu málum.
Hetta hevði eisini verið ein meira fólkaræðilig skipan, har øll tey fólkavaldu umboðini fingu ávirkan á politiska arbeiðið, og ikki bert samgongutinglimir.
Hinvegin vildi ein minnilutastjórnarskipan í eitt ávíst áramál óivað skapt politiskan ótryggleika. Hetta til ein nýggjur politiskur hugburður, sum í nógv størri mun varð grundaður á samstarv tvørturum floksmørk og tvørturum andstøðu og samgongu, sá dagsins ljós.
Stýrisskipanarlógin leggur ongar forðingar í vegin fyri tílíkari skipan, og hevur tílík skipan eisini við-gjørd í samband við, at samgonga varð skipað í 2002. Endin varð tó sum kunnugt, at meirlutasamgonga varð skipað við 17 tingmonnum.
Løgtingið missir lóggevandi vald
Løgtingið hevur ikki bert lítið vald mótvegis Løgmanni, men í tí dagliga somuleiðis mótvegis landsstýrinum sum heild. Hetta skyldast ikki bert Stýrisskipanarlógini, men somuleiðis Tingskipanini og skipanini av løgtingsarbeiðnum. Landsstýrið hevur sum kunnugt eitt stórt embætisverk aftanfyri seg, ið smíðar lógir, sendir hesar til hoyringar hjá viðkomandi pørtum v.m., oftast áðrenn hesar verða lagdar fyri løgtingsmenn.Tá lógaruppskot soleiðis verða løgd fyri tingmenn hava hesir ikki teir stóru møguleikarnar at koma við mótspæli, ið broytir hesi uppskot, ið hava verið leingi ávegis og eru væl gjøgnumarbeidd.

a) Ov lítla tíð at viðgera mál
Tann eina orsøkin til hetta er tíðaratlitið. Løgtingið fær ávís tíðarskeið hópin av
lógaruppskotum niðan í senn, ið skulu viðgerast á Løgtingi eftir stuttari tíð - lógaruppskot, sum í ávísum førum hava verið viðgjørd í fleiri ár í ymsu ráðunum. Tingmenn fáa í tílíkum førum ikki tíð til at kunna seg gjølla um øll málini. Neyðugt er við rúmari tíðarkørmum at viðgera lógaruppskot, eins og neyðugt er at tingarbeiðið verður lagt til rættis vikur og mánaðar fram í tíðina - og ikki bert ein dag í senn, sum støðan er í dag.

b) Vantandi førleiki og innlit
Hartil kemur vantandi førleiki og innlit. Væntast kann ikki at løgtingsmenn hava fult innlit í lógarsmíð og hevur Løgtingið avmarkaðar møguleikar at koma við kvalifiseraðum alternativum til eitt væl gjøgnumarbeitt uppskot, ið kemur frá landsstýrinum. Hetta er ein av orsøkunum til, at breiðar rammulógir ofta verða samtyktar á Løgtingi, har landsstýrismanninum verður heimilað at áseta sera nógv við kunngerð. Hetta flytir í stóran mun lóggevandi vald frá Løgtinginum til landsstýr-ið.

c) Trongir búskaparligir karmar
Eisini er talan um trongir búskaparligir karmar. Hetta ger, at flokkar ikki hava ráð at seta løgfrøðing í starv ella keypa sær løgfrøðiliga ella aðra viðkomandi ráðgeving í samband við lógarsmíð ella lógarviðmerkingar. Við hesum er ikki sagt, at Løgtingið skal byggja enn eina almenna miðfyrisiting upp fyri at styrkja um sín førleika. Hinvegin er neyðugt, at løgtingsmenn fáa betri búskaparligar karmar enn støðan er í dag, soleiðis at serstakliga andstøðu-ting-menn kunnu rinda fyri serfrøðingahjálp.

d) Viðgerð í ?politiskum bólkum?
At enda skal nevndast, at mál tykjast í alsamt størri mun at viðgjørd í sokallaðum ?politiskum fylgibólkum?. Fá politisk samgonguumboð sita til borðs og taka avgerðir í týðandi politiskum málum. Mál, ið helst áttu at verið viðgjørd í Løgtinginum og/ella í samgonguni. Henda manna-gongd kann verða við til at avmarka avgerðarrættin á týðandi mál hjá stórsta partinum av Løgtinginum.
Løgtingið skal styrkjast
Landsstýrið skal fremja Løgtingsins vilja - ikki øvugt. Sum støðan er í dag, er tað í størri mun Landsstýrið, enn Løgtingið, ið hevur ávirkan á lóggevandi arbeiðið. Hetta er ikki ætlanin.
Hvør er tá uppgáva Løgtingsins? Løgtingið hevur til tíðir verið nevnt "Stempulkontór", men hetta er ein niðurgering av politisku skipanini og fólkaræðinum sum heild. Tíverri er tó nógv, ið bendir á at hetta er ein góð lýsing av Løgtinginum sum støðan er í dag, og eigur Løgtingsins leiklutur tí av álvara at verða endurskoðaður og styrktur. Hetta er neyðugt skal Føroya Løgting virka og verða virt sum umboð Føroya fólks.