Fyri nakað síðan fór at ganga aftur á og hann viknaði í hvørjum, sporini tyngdust og hann legðist inni. Annan jóladag varð hann enn einaferð innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús. Vitjaði hann gamlaárskvøld, Tórhild og Britt sótu hjá honum, skilliga sást, at lítið var eftir. Tungt var at síggja henda einaferð so sterka mann liggja har sum eitt hím.
Nýggjársmorgun slapp hann burtur, móður og avmaktaður, fjørðurin var rógvin. Hann bleiv 69 ár. Við honum hvarv enn ein bygdarmynd í grannalagnum her á Biskupsstøð, tí tað var ikki dagur, at tú ikki sást ella hitti hann. Sum oftast í góðum lag, altíð tíð til eitt prát. Skemtaði, so tú fór smáflennandi frá honum. Frá slíkum manni, ið hevði so nógv at siga, koma ofta sonn gullkorn, - so var við Volla.
Volmar, ella Volli, var føddur á Biskupsstøð, og her búði hann alt sítt lív. Foreldrini vóru Rakul og Óla Hans, hon ættað av Brúnni í Fuglafirði, hann av Biskupsstøð. Volli var miðskeiðis í stórum systkinaflokki, 7 brøðrum og 2 systrum. Giftist Tórhild Jensen úr Norðragøtu. Tey búsettust fyrst í gamla barnaheimi hansara niðri í brekkuni, seinni í nýggjum húsum longur uppi. Tey fingu børn, 3 døtur og 2 synir. Men teimum vórðu forløg tung, tey fingu ta stóru sorg at missa báðar synirnar. Brandur bleiv bert knapt hálvt ár, og Rólant gjørdist sjúkur á ungdómsins vári, og doyði bert 23 ára gamal. Hetta tók teimum sera dygt, men tíbetur dugdu tey at laga sorgina og koma víðari. Døturnar eru allar giftar og væl at sær komnar, Martina á Skála, Jórun í Klaksvík, Britt í Havn.
Ungur fór hann til skips, fyrst við slupp, seinni við trolara, tey nógvu árini við Skálaberg, sum tá mundi vera Føroya besta fiskiskip. Á skipsdekki vandist hann til rættan mann, var óførur við flekiknívi og netanál. Var góður at vera saman við, søgdu skipsfelagar. Seinni fór hann at sigla í meira heimligum sjógvi við Viðoy, sum sigldi kring oyggjarnar fyri Føroya Bjór. So kundi hann vera meira heima hjá familjuni. Við Viðoynni var hann nógv ár inntil heilsuni fór at bila og hann gjørdist óarbeiðsførur.
Teim hjá Óla Hans hevur altíð dámað væl at fara á flot, ikki minst Volla, um tað so bara var yvir í fjørðin at fáa at kóka. Bátur hevur altíð verið í familjuni og tað er ikki smávegis, ið teir hava lagt uppá land øll árini. Men einaferð var feðgunum álvarsamt óhapp fyri suðuri í fjørðinum. Teir høvdu gjørt snørini upp og vóru á veg innaftur, Volli skuldi fara fram um húsið at hjálpa pápanum at kryvja, tá hann varð áhaldsin og fór fyri borð, alt meðan báturin helt leiðina fram. ”Eg fekk hildið mær uppi og fekk smoygt styvlarnar av mær og rópti hart uppeftir eftir hjálp, annað fekk eg ikki gjørt”, segði hann. Og undurið hendi, hann varð hoyrdur, tí tað eydnaðist Óla Hansi, sum tá var eldri og veikur og púra ókendur við tann stóra nýggja bát og motor, at sleppa afturum húsið, snara og lagaliga koma fram, ikki á, men til Volla, og við mikið stríð eydnaðist at sleppa innaftur í bátin. Nógvir tankar runnu gjøgnum høvdið ta løtuna, segði hann, og tað er lætt at skilja. Lítið var um teir, tá teir komu aftur, men takksamir, og sjómonnum líkt, lítið tosaði Volli um hesa hending. - Ikki minst dámdi honum at fara á Norðhavið við snellu í vártíðini saman við beiggjanum Juliusi ella skyldmanninum Guttormi hjá Lambakristian, sála. Tá var lag á monnum. Legði nógvan væl hagreiddan døgverðamat inn til húsið, søkin sum hann var. Vóru grindaboð, var hann altíð millum teir fremstu. Og hvør minnist ikki hann skera kjálkar? Har tók ongin hann við knívinum, kvikur og vælgerðin, - tað mundi hann hava av trolaradekki. Volli var trúfastur og heimkærur, sera reint og ruddiligt var kring hann, hús og heim skein innan og uttan. Eins og hinir beiggjarnir, ið eisini búgva í grannalagnum, var hann nógv um mammuna á hennara ellisárum, hjúklaði um hana og gekk henni til handa. Í skrivandi stund er politiskur valfundur í útvarpinum, Volli var sjálvstýrismaður um ein háls, og flokki sínum trúgvur sum stillari val eftir val.
Kannska var lív hansara ikki lýtaleyst og kanska hevði Tórhild tað ikki altíð lætt. Men hon var honum góð kona, bar yvir við honum og, sum tað bleiv sagt, góðtók hann, sum hann var. Trúliga fylgdist hon við honum alt lívið, og trúliga var hon um hann undir sjúkuni til hansara síðstu stund. Og hann var góður við hana, tað lat hann ofta okkum onnur vita. Ólavur, bróðursonurin, sum er skipari á hesum Skálabergi, talaði í Betesda. Í vælvaldum og vøkrum orðum lýsti hann Volla sum pápabeiggja og menniskja.
Nú er hann farin. Hann kom ikki so víða, men her á Biskupsstøð verður hann saknaður, fyrst og fremst hjá sínum kæru. Vit hugsa um Tórhild og genturnar. Friður verið yvir minnið um Volmar hjá Óla Hans.
Finn Kjølbro