næmingar úr Streymoynni, men eisini úr Sandoy, Skúvoy, Nólsoy, Hesti, Vágoynni, Mykinesi og úr Dímun. Tað er umráðandi, at skúlin mennist og veksur samsvarandi tí tørvi, sum øll hesi øki hava. Einki bendir [...] tíðarhóskandi hølisviðurskifti. Men ikki bara tað - tíðin krevur tøkniligan útbúnað, sum ikki er tøkur ella ikki virkar nóg væl, sum nú er. Skúlin stendur, hvat ið arbeiðsumstøðum viðvíkur, aftan fyri samsvarandi [...] bygdur ivaleysa stórur og møguleiki eigur at vera fyri at víðka hann. Vit ynskja landsstýrismanninum góða eydnu við ætlanum hansara, og vit vóna, at aðrir politikarar fara at geva honum dygga undirtøku. Lærararáðið
eru fleiri, sum hótta við at siga upp, um teir ikki fáa í minsta lagi 200 milliónir fyri at spæla víðari, og teir eru væl stuðlaðir av sínum viðhaldsfólkum eftir, hvat, ið frættist. Vit, sum sita uttanfyri [...] tað reyða kortið er meira álvarsamt, tá skal ein út av vøllinum. Tað er eisini álvarsamt á tí politiska vøllinum í hesum døgum, nú vit nærkast endanum á valskeiðnum. At tað gula kortið fleiri ferðir hevur [...] menyin verður á veljarans borði hesa ferð, man verða meira ivasamt, men vit hava hoyrt, at skattalætti til sjómenninar er ein rættur, sum ætlanin er at borðreiða við, men ikki uttan protest frá teim arbeiðandi
eftir svari haðani. Kongshavnar Barnagarður og Vøggustova er sjálvognarstovnur og verður hann eisini rikin sum soleiðis - har raksturin verður goldin av kommununi, foreldrunum og landinum við ávikavist 30% [...] men hetta er kortini ongin forðan fyri at stýrið fyri barnagarðin arbeiðir við málinum soleiðis sum vit hava mælt til. Flest øll eru helst samd um at verandi barnagarður ikki er tíðarhóskandi longur - [...] Sum framgongur av omanfyri nevndu grein, so hevur blaðið havt samrøðu við leiðaran av Kongshavnar Barnagarði og Vøggustovu Fríðu Lómstein, og sigur hon m.a. frá, at Runavíkar Kommuna hevur sent ætlan um
allir sum ein á donskum hondum. Oman á alt er eisini eitt danskt bankaeftirit. Úrslitið er vánaligt. Nei, ikki skulu danir til at súgva oljupengar frá føroyingum, teir hava nóg svartar fingrar sum er í [...] uttanlandsskuld okkara. Hví skulu vit tvinna hesi bæði mál saman? Skal okkara uttanlandsskuld forða øllum virksemi í landinum við nýggjum íløgum, so er bara eitt at gera, vit steðga at gjalda hesa skuld. Hvat [...] í okkara samfelag. Vágatunnil ella ikki mugu vit sjálv avgera, men uttanlandsskuldina lata vit danir um, hon er meir og minni kroyst oman yvir okkum av hesum somu. Dia Ellindsson, tjóðveldismaður, Runavík
sligið stórt upp, men soleiðis vil tað nú einaferð vera, sigur Páll Arge í FC, sum skipar fyri Songrøddkappingini, og eisini hevur gjørt tað síðani kappingin byrjaði fyri fleiri enn 15 árum síðani. Kappingin [...] bara fert, sjálvt um kanska onnur tiltøk eru nærhendis, heldur Páll Arge. ? Vit hava fleiri ferðir havt kapping sama kvøld, sum kendir bólkar hava verið á palli aðrastaðni, men tað hevur ikki nervað kappingina [...] luttakara við í finaluni, og tað gevur tilsamans 9 finalistar, sum leygarkvøldið fara at kappast um heitið Ársins songrødd 1997. Til finaluna fer eisini rockbólkurin Moirae at spæla, og lagt er upp til eitt av
samráðast um hvønn stert, fiskast skal. Og eisini onnur mál eru fyri. Mál sum eftirløn og arbeiðsumhvørvi eru slík, sum nógv verður tosað um nú. Og eitt annað mál, sum eisini nógv verður tosað um nú, og helst meira [...] ITF. Og sum slíkur hevur Óli ferðast víða um úti í heimi og eisini onkuntíð fingið onkra stóra uppgávu. Til dømis varð hann biðin um at átaka sær uppgávuna sum semingsmaður í eini trætu, sum var millum [...] hesa tíðina tóktist tað, sum politikkararnir skiltu uppgávu sína soleiðis, at alt sum æt verkafelag, var av tí ónda og skuldi forkomast. Tey fingu skyldina fyri alt tað ringa, sum hendi, sigur hann. Ver
havi eg ikki tikið íløgur í undirsjóvartunnil við, segði Jóannes Eidesgaard. Hann minti eisini á, at samstundis, sum vit tosa um skattalætta og undirsjóvartunnil, er stór kreppa í heilsuverkinum. Tey gomlu [...] av útgjaringum. Og nú tykist sum um tingmenninir eisini eru farin uppí eina kapping um at yvirbjóða hvønn annan. Eitt er í hvussu so er greitt: Hvør tað enn verður, sum tekur yvir í Tinganesi aftaná [...] teir tað, er støðan uppaftur løgnri. Jóannes Eidesgaard sigur, at tað er sum um vit eru farin frá at hava eitt landsstýrið, sum tók avgerðir í felag, til at hava seks ella sjey sjálvstøðug landsstýri,
minst líka stórt sum í dag, og vit høvdu tá ikki havt fyri neyðini at havt eitt so dýrt, og so fyri okkum trupult eftirlit, sum vit hava í dag. Í hesum høpi skulu vit bert vísa á, at tá vit endiliga fingu [...] við bólkum settum av landsstýrinum. Vit hava gingið við til at seta tiltøk um fiskidagar o.a. í verk, tí vit hava havt skipanir, sum hava verið til hjálp hjá teimum, sum eru raktir av hesum tiltøkum. Nú kemur [...] nevniliga at tann flotin, sum fer ringast við fiskastovninum, er ov stórur og ov dýrur, bæði tá hugsað verður um rakstur og ikki minni at endurnýggja. Hyggja vit rundan um okkum síggja vit, at flest alla staðni
teir at gjalda fyri ferjuflutning, sum vit aðrir, og tá vil eg fegin síggja, hvussu bíliga teir kunnu koyra vørur út til viðskiftafólkið, sigur lastvognsførarin, sum ikki dylur fyri, at hann er sera argur [...] Strandferðsluna. Hann vísir eisini á, at Strandferðslan ger serligar avtalur við privatar heilsølur, og at eitt nú heilsølan Poul Hansen í Havn bara nýtir Strandferðsluna, sum eisini av tikið yvir fleiri av [...] ? Tað líkist púra ongum, at vit sum reka privatu farmavinnu við vørukoyring kring landið skulu kappast á so ójøvnum føti. Hetta sigur ein privat vinnurekandi lastvognsførari í sambandi við, at hann - og
fyri vanligan prís. Tað, sum vit hava møguleika til fram um teir privatu, er at samskipa flutningin. Eru teir privatu bíligari enn vit, og kunnu teir samskipa flutningin eins og vit, so skuldi einki verið [...] á Borg, sum einki hevur ímóti sunnari fríari kapping. ? Vit verða eisini kritiseraðir fyri at flyta fisk frá uppboðssøluni vestur í Vágar fyri 25 krónur kilo. Tekur tú ein heilan trailara, sum tekur 24 [...] Poul Hansen í sambandi við, at vit hava samansett bilaparkina meira rationelt. Vit fáa tað nú at bera til við farmaflutninginum, men tað virkar sum um summi meina, at vit ikki skulu fáa tað at bera til