Politikkur og haruskjóting

Teir kappast í hesum døgum á vøllinum.Tað snýr seg um at koma við til HM í Fraklandi.

Í skrivandi løtu liggja teir reyðu á fyrstaplássi. Um vit skulu leggja nakran djúpari týdning í tað, kann hvør einstakur døma um. Tað kemur meir enn so fyri, at tað gula kortið er frammi í hesum kappleiki, men tað reyða kortið er meira álvarsamt, tá skal ein út av vøllinum.

Tað er eisini álvarsamt á tí politiska vøllinum í hesum døgum, nú vit nærkast endanum á valskeiðnum. At tað gula kortið fleiri ferðir hevur verið á lofti er eingin loyna, men nú hendi so tað, at ein landsstýrismaðurin fekk tað reyða kortið og mátti sostatt fara av tí politiska vøllinum, men til alla lukku er hann so mikið væl fyri, at hann ætlar sær niðan í fjøllini at skjóta harir og harvið halda kondiina viðlíka til næstu uppstilling. Líkindini eru av teim bestu í hesum døgum. Og tá sjálvstýrisflokkurin tekur allar sínar spælarar av vøllinum kann ein rokna við, at harurnar fáa av at vita, um Álvur fer við byrsuni.

Tað tykist í skrivandi løtu verða ivasamt, um nýggir spælarar fáast til keyps, og tað eru fleiri, sum hótta við at siga upp, um teir ikki fáa í minsta lagi 200 milliónir fyri at spæla víðari, og teir eru væl stuðlaðir av sínum viðhaldsfólkum eftir, hvat, ið frættist.

Vit, sum sita uttanfyri vøllin, halda okkum bara passivar, inntil vit verða boðsendir at koma til valborðið og niðurteljingin er byrjað til henda stóra dag. Tað verða nógv borð dekkað í hesum døgum, jólafrokostarnir eru í hæddini og rættirnir eru nógir at velja ímillum, hvat menyin verður á veljarans borði hesa ferð, man verða meira ivasamt, men vit hava hoyrt, at skattalætti til sjómenninar er ein rættur, sum ætlanin er at borðreiða við, men ikki uttan protest frá teim arbeiðandi konunum hjá sjómonnunum, so tað er ivasamt hvussu stemningurin verður við betta borðið, men tað liggur fast, at Ingeborg og Karl vilja eisini sleppa at servera.

Á strandferðsluborðinum tykist at verða meira slunki í hesum døgum, tað er ivasamt, um tað verður nakar jólafrokostur at borðreiða við.

Undirsjóðartunnil ella ikki men eitt er vist, at ynskiseðlarnir eru nógvir til jólahátíðina hjá børnum og vaksnum, men tað verða neyvan øll ynskini uppfylt. Hvussu tað verður hjá vágamonnum kemur tíðin at vísa, men eitt er vist, at farleiðin um sundið kemur at standa á menyseðlinum inn í 21. øld, og Sam kemur nokk at gera nakrar túrar aftrat.


Malmberg D. Olsen