Her skal bert gerast ein lítil viðmerking til vágatunnil og uttanlandsskuld okkara.
Hví skulu vit tvinna hesi bæði mál saman? Skal okkara uttanlandsskuld forða øllum virksemi í landinum við nýggjum íløgum, so er bara eitt at gera, vit steðga at gjalda hesa skuld.
Hvat siga danir tá? Teir hava sjálvir lagt upp til hesa strategi.
Hvør hevur sagt ja til øll hesi lán?
Tað eru okkara bankar og teir eru allir sum ein á donskum hondum. Oman á alt er eisini eitt danskt bankaeftirit.
Úrslitið er vánaligt. Nei, ikki skulu danir til at súgva oljupengar frá føroyingum, teir hava nóg svartar fingrar sum er í okkara samfelag.
Vágatunnil ella ikki mugu vit sjálv avgera, men uttanlandsskuldina lata vit danir um, hon er meir og minni kroyst oman yvir okkum av hesum somu.
Dia Ellindsson,
tjóðveldismaður,
Runavík