? Tað líkist púra ongum, at vit sum reka privatu farmavinnu við vørukoyring kring landið skulu kappast á so ójøvnum føti.
Hetta sigur ein privat vinnurekandi lastvognsførari í sambandi við, at hann - og fleiri við honum - kenna seg kroystar av almennu Strandferðsluni, sum við bilum sínum bjóðar viðskiftafólki nógv bíligari flutning, enn teir privatu kunnu gera.
? Hatta er tann reina undirskotsforrætning, sum einki annað hevur til endamáls, enn at knúsa okkum, sigur vøruvognsførarin við Sosialin.
Bilførarin vil vera við, at SL Farmur rekur rutuna millum Havnina og Sandoynna við undirskoti.
? Hendan rutan átti at sambært hesum privata vinnurekandi at givið eitt avkast upp á 250.000 krónur um mánaðin, men við undirbjóðingini hjá SL Farmi gevur hon bara 93.000 krónur, sigur bilførarin, sum heldur lítið um, at skattgjaldarin skal gjalda fyri, at tað almenna konkurerar við privata vinnu.
? Skal SL Farmur kappast við okkum privatu vinnurekandi, so eiga teir at gjalda fyri ferjuflutning, sum vit aðrir, og tá vil eg fegin síggja, hvussu bíliga teir kunnu koyra vørur út til viðskiftafólkið, sigur lastvognsførarin, sum ikki dylur fyri, at hann er sera argur inn á Strandferðsluna.
Hann vísir eisini á, at Strandferðslan ger serligar avtalur við privatar heilsølur, og at eitt nú heilsølan Poul Hansen í Havn bara nýtir Strandferðsluna, sum eisini av tikið yvir fleiri av bilunum hjá Poul Hansen, sum bæði fær framíhjárætt við Strandfaraskipunum og verður koyrd bíligari..