SL Farmur hevur hægri prísir enn teir privatu

? Vit hava ongan framíhjárætt við strandfaraskipunum, og vit gjalda fyri hvønn einasta túr. Munurin millum okkum og teir privatu er, at vit hava møguleika at samskipa farmaflutningin, sigur Heini á Borg, leiðari á SL Farmi

? Tað passar als ikki, at bilarnir hjá Strandferðsluni fáa framíhjárætt við strandfaraskipunum, og heldur ikki, at bilarnir ikki gjalda sum aðrir bilar.

Hetta sigur Heini á Borg, sum umsitur lastbilarnar hjá Strandferðsluni.

Hann sigur við Sosialin, at allir bilar hava møguleika at bíleggja sær túr við Tróndi á Sand- og Hestoyarleiðini.

Frá 1. januar 1997 til 31. oktober 1997 hevur SL Farmur goldið 215.130 krónur í flutningi á Sandoy/Hestoy-leiðini, og tí skilir Heini á Borg ikki pástandin um, at SL Farmur sleppur undan at gjalda flutningsgjald við Strandferðsluni.

? Men eru tølini viðvíkjandi Sandoyarrutuni røtt, sum ein lastbilaførari nevnir omanfyri?

? Tølini eru fullkomiliga burtur við, og mugu verða tikin úr leysum lofti, sigur Heini á Borg, sum leggur afturat, at einki hald er í teimum, og at fólk eiga ikki at koma fram við slíkum, um tey ikki kunnu vísa á, hvaðani tølini stava.


SL Farmur

er munandi dýrari

? Stovnurin Strandferðslan hevur sum uppgávu at veita útjaðaranum eina tænastu, og hana kunnu vit bara veita við at samskipa vøruflutningin. Tí ber tað til hjá okkum eitt nú at hava eini trý tons av fiski við í einum bili, har onnur vøra eisini er við. Tí verður tað upp á seg bíligari. Men vit nýta vanligan tímatakst sum allir aðrir.

Heini á Borg sigur, at tað hann hevur fingið upplýst frá teimum privatu lastbilaførarunum, so er Strandferðslan munandi dýrari.

? Er talan um fisk, er prísurin 200 krónur fyri tonsið á teimum vanligu farleiðunum. Men skal koyrast til øki uttan fyri vanligu farleiðina, so verður tað roknað sum leigutúrur, og tá er prísurin ein annar, sigur hann.


Ynskja ikki framíhjárætt

Heini á Borg vísir á, at teir á SL Farmi skulu reka deildina eftir handilsligum fortreytum, og tað royna teir at gera.

Hann sigur víðari, at teir so javnan hoyra hasar pástandirnar um, at bilarnir hjá SL Farmi sleppa ókeypis við skipunum, og at teir hava framíhjárætt. Men tað er ikki rætt, sigur hann.

? Vit vilja heldur ikki hava framíhjárætt. Okkara uppgáva er at tæna útjaðaranum, og á Sandi liggur eisini vinnulívið í útjaðaranum. Sandoy Seafood kom til okkara og spurdi, um vit kundu hjálpa teimum við flutninginum, og fyri at hjálpa sandingum aftur at fáa arbeiðspláss í oynni, so vóru vit noyddir at seta nakrar resursir inn, og tað var at fáa flutningin hjá Sandoy Seafood samskipaðan, sigur Heini á Borg.


Samskipan ger munin

SL Farmur hevur samskipað flutningin soleiðis, at tað ber til hjá Sandoy Seafood t. d. at keypa fisk á uppboðssøluni, og hava hann kláran morgunin eftir. Hóast talan kanska er um 20-30 tons, so ber til hjá SL Farmi at syrgja fyri, at tey hava fisk at arbeiða longu klokkan 800 morgunin eftir fyri at arbeiðið ikki skal steðga upp. Restini kunnu teir so koma við eitt sindur seinni.

? Hetta er fyri vanligan prís. Tað, sum vit hava møguleika til fram um teir privatu, er at samskipa flutningin. Eru teir privatu bíligari enn vit, og kunnu teir samskipa flutningin eins og vit, so skuldi einki verið til hindurs fyri, at teir fluttu farmin, heldur Heini á Borg, sum einki hevur ímóti sunnari fríari kapping.

? Vit verða eisini kritiseraðir fyri at flyta fisk frá uppboðssøluni vestur í Vágar fyri 25 krónur kilo. Tekur tú ein heilan trailara, sum tekur 24 tons, so fáa vit tað at bera til, tí okkum nýtist ikki at fylla allan trailaran við fiski, ella koyra við hálvtómum trailara. Vit kunnu hava aðrar vørur við eisini - tí ber tað til, sigur Heini á Borg.


Rationaliserað bilaparkina

Hann vísir eisini aftur pástandinum um, at heilsølan hjá Poul Hansen fær sersømdir frá Strandferðsluni, tí at Strandferðslan hevur tikið yvir bilar frá heilsøluni.

? Tað er rætt at vit hava keypt ein bil frá Poul Hansen í sambandi við, at vit hava samansett bilaparkina meira rationelt. Vit fáa tað nú at bera til við farmaflutninginum, men tað virkar sum um summi meina, at vit ikki skulu fáa tað at bera til.

Starndferðslan hevur í dag 22 bilar - av teimum 14 stórar bilar, meðan restin eru vøruvognar o. a..

? Vit verða undirdíktir í negativum rekatiónum í øðrum bløðum, og eg haldi tað vera nóg so nógv fyri, at vit skulu jarðleggjast - bara tí at vit fáa tað at bera til - betur enn aðrir.

Heini á Borg vísir á, at tað ikki er rímuligt, at SL Farmur skal pakka saman, tí at aðrir hava keypt sær bilar og ikki fáa tað at mala runt. Hann vísir eisini á, at tað eru ov nógvir bilar til í landinum, og at tað fer at enda galið, tí allir fáa tað ikki at mala runt.

? Men hvat heldur so Heini á Borg skal gerast, fyri at fáa skila á farmaflutninginum innanoyggja?

? Eg haldi, at landsstýrið átti at gjørt skipaðar reglur fyri farmaflutningi, eins og gjørt verður eitt nú í Danmark. Har skalt tú verða góðkendur, fyri at kunna reka farmaflutning - og hava tað »grøna kortið«, teir kalla. Í Føroyum er einki krav.

Heini á Borg heldur, at ein góðkenning átti at sett krøv til flutningstólini, til fíggjarliga trygd og til roknskaparskyldu o. s. fr., sum gjørt verður aðrastaðni. So var einki at keglast um, heldur hann.

At enda sigur Heini á Borg, at SL Farmur tekur sær serliga av teimum fáu tonsunum, sum skulu samskipast gjøgnum fleiri lið, men sum eingin annar tekur sær av.

? Hettar er okkara skylda, sigur hann. Men nú er við at koma balansi í, og so fáa vit tað betur at bera til við farmaflutninginum?