Seinasta innleiðandi umfarið í songrøddkappingini 1997 var í ítróttarhøllini á Kambsdali leygarkvøldið, og hetta gjørdist tann best eydnaða kappingini higartil í ár.
Yvir 700 fólk vóru til stóra kvøldð, og á pallinum vóru luttakararnir nógvir og góðir. Fleiri av luttakarunum gjørdu nógv burtur úr, og hjá áskoðarunum kom tað til góðar, at undirhaldsvirðið var høgt.
Ætlanin var, at heili 10 umfør skuldu verða, men undan kappingini komu fleiri avboð, og tí var talið ikki so høgt.
? Tað kann vera, at fólk ikki rættiliga hava dirvið til at vera við í kappingini, tá kvøldið nærkast og tað er sligið stórt upp, men soleiðis vil tað nú einaferð vera, sigur Páll Arge í FC, sum skipar fyri Songrøddkappingini, og eisini hevur gjørt tað síðani kappingin byrjaði fyri fleiri enn 15 árum síðani.
Kappingin altíð
væl umtókt
Hóast nakað av óvissu hevur verið um fleiri innleiðandi umførunum í songrøddkappingini í ár, og skráin fleiri ferðir er broytt, hevur kappingini fingið sera góða undirtøku, og nógv fólk hava verið til øll innleiðandi umførini.
? Songrøddkappingin hevur altíð verið væl umtókt, og nú eru føroyingar so kendir við kappingina, at teir møta altíð væl upp. Songrøddkappingini er blivin til eitt kvøld, har tú bara fert, sjálvt um kanska onnur tiltøk eru nærhendis, heldur Páll Arge.
? Vit hava fleiri ferðir havt kapping sama kvøld, sum kendir bólkar hava verið á palli aðrastaðni, men tað hevur ikki nervað kappingina.
Hesaferð var eingin beinleiðis kapping til Songrødd-kappingina, heldur øvugt, tí rockbólkurin Moirae var partur av stóra kvøldinum á Kambsdali, og teir spældu bæði undan og eftir kappingina.
Eiðvør og Arnfríð
fóru víðari
Nógv var á skránni, tá songrøddkappingin varð hildin á Kambsdali, og tað var ivaleyst hetta sum gjørdi, at fólk møttu merkisvert tíðliga. Vanliga plaga slík tiltøk at verða hálvrunnin, áðrenn mesta fólkið er komið.
Moirae fór á pallin longu á midnátt, og teir spældu í ein tíma áðrenn farið var undir sjálva kappingina, sum fyri mong mundi verða mest spennandi parturin av kvøldinum.
Kappingin gekk væl, og vardi í ein tíma fram til klokkan 02.00, tá Moirae aftur fór á pallin, og bíðað varð eftir úrslitinum.
Ein tíma seinni var greitt at avdúka úrslitið av kappingini, og tað var, at Eiðvør Pállsdóttir úr Syðrugøtu hevði vunnið og Arnfríð Lützen úr Norðragøtu var- nummar 2.
Hesa báðar tryggjaðu sær tí pláss í finaluni í kappingini, sum verður longu komandi leygarkvøld í høllini á Hálsi í Havn. Saman við teimum báðum vinnarunum á Kambsdali, eru sjey aðrir luttakarar við í finaluni, og teir koma ymsastaðni úr landinum.
Allir teir næstbestu við eisini
Fyriskipararnir av kappingina ætlaðu at byrja við, at allir vinnaranir skuldu sleppa til finaluna og tveir teir bestu tveyararnir, men teir hava síðani broytt kappingina, so at allir tveyararnir sleppa eisini til finaluna.
? Tað er sera ilta at meta um tey næstbestu frá umfarið til umfarið, og tað ber illa til at ganga eftir stigatalinum, tí tað veldst um hvussu støðið er á tí ávísa plássinum. Tí tóku vit avgerð um, at bæði nummar 1 og nummar 2 sleppa í finaluna, sigur Páll Arge.
Á Sandi var bert ein luttakarin, men alla aðrastaðni eru tveir luttakara við í finaluni, og tað gevur tilsamans 9 finalistar, sum leygarkvøldið fara at kappast um heitið Ársins songrødd 1997.
Til finaluna fer eisini rockbólkurin Moirae at spæla, og lagt er upp til eitt av teimum stóru kvøldunum, har væntast kann, at nógv fólk fer at fylgja við hvussu tað fer at gangast teimum 9 finalistunum.










