fyri Skálafjarðar Sløkkilið, Súni í Hjøllum, handaði gávur og blómur. Tað eru Nes kommuna, Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna, sum varða av sløkkiliðnum. Fjórða hvørt ár, eftir at kommuval hevur verið, [...] Skálafjarðar Sløkkilið valt. ##med2## Í stýrinum hesa setuna sita: Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, formaður, Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, næstformaður, Tórbjørn Jacobsen,
1 Runavíkar kommuna 4.332 fólk 2 Eysturkommuna 2.275 fólk 3 Vága kommuna 2.183 fólk 4 Sunda kommuna 1.821 fólk 5 Tvøroyrar kommuna 1.771 fólk 6 Fuglafjarðar kommuna 1.625 fólk 7 Nes kommuna 1.499 fólk 8 [...] 8 Vágs kommuna 1.371 fólk 9 Vestmanna kommuna 1.268 fólk 10 Sørvágs kommuna 1.247 fólk 11 Sjóvar kommuna 1.188 fólk 12 Eiðis kommuna 809 fólk 13 Hvalbiar kommuna 668 fólk 14 Kvívíkar kommuna 606 fólk 15 [...] 15 Sands kommuna 526 fólk 16 Skopunar kommuna 468 fólk 17 Hvannasunds kommuna 421 fólk 18 Viðareiðis kommuna 349 fólk 19 Sumbiar kommuna 338 fólk 20 Porkeris kommuna 331 fólk 21 Kunoyar kommuna 150 fólk
Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya er Hvannasunds kommuna millum tær 18 kommunurnar í Føroyum, har fólkatalið vaks frá desember 2021 til desember 2022. Talan er um ein vøkstur á 1,2 prosent [...] vøggustovu, barnagarði og frítíðarskúla, umframt dagførdur skúli. - Vit hava eisini nøkur tøk grundstykki, og í næstum verður farið í holt við útstykkingina undir Gerðhamri, siga tey í Hvannasunds kommunu
í kommununi. Nú lýsir Nes kommuna so aftur tvey grundstykki til íbúðarbygging til sølu. Hesi liggja bæði við Høganesvegin á Toftum og eru ávikavist 1.611 fermetrar og 1.182 fermetrar stór. Eins og í øðrum [...] av hesi ætlan, siga tey í Nes kommunu í dag. Meira um hesa útbjóðing hjá Nes kommunu, sum hevur innlatingarfreist á miðdegi fríggjadagin hin 17. februar, kann lesast á www.nes.fo [...] Nógv er bygt í Nes kommunu seinnu árini, og her eru bæði komin støk sethús og íbúðir. Bústaðir hava latið íbúðir byggja, og privatir hava eisini bygt íbúðir, umframt at aðrar verkætlanir eru í gongd í
Bygdaráðið í Nes kommunu, sum skjótt ikki verður bygdaráð longur, hevði fund í gjárkvøldið, 30. januar. Her varð samtykt, at Nes kommuna tekur býarheiti, nú fólkatalið í kommununi í desember í fjør fór [...] 1500. - Í hesum sambandi ynskir bygdaráðið at bjóða øllum borgarum í Nes kommunu til morgunmat í fimleikahøllini í Tofta skúla. Í Nes kommunu siga tey, at morgunmatartiltakið verður hildið leygarmorgunin [...] in hin 11. februar klokkan 10. - Vit fara at kunna nærri um skránna seinni, siga tey í Nes kommunu, sum nú fer at taka býarheitið til sín.
fimleikarhøllini í Tofta skúla, har Nes kommuna bjóðar øllum borgarum í kommununi til morgunmat og hátíðarhald. Tiltakið verður fyriskipað í samband við, at Nes kommuna, sum nú hevur fleiri enn 1500 borgarar [...] borgarar, tekur býarheiti. Á tiltakinum fer borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, at halda røðu, og tá verður eisini borgari nummar 1500 í kommununi heiðraður. Morgunmatur verður at fáa frá klokkan [...] klokkan 10, og frá klokkan 10.30, tá borgarstjórin hevur hildið røðu, verður ymiskt á skránni. Í Nes kommunu siga tey, at her verður felagssangur, og Jens Marni Hansen fer at framføra. At enda fara Angela og
Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkatalið fyri fyrstu ferð er farið upp um 1.500. Sostatt kann bygdaráðið í Nes kommunu nú kalla seg fyri býráð. Nú eru níggju kommunur
varð liðug fyri nøkrum árum síðan. Á Vatnsryggi eru 13 grundstykki, harav onkur eru bygd, onnur eru í gongd, men fleiri enn eru óbygd. Sands kommuna hevur selt grundstykkini á Vatnsryggi fyri 170.000 til [...] grundstykkini á Skarðsbøi verða seld fyri. Umframt at útvega fleiri grundstykki, nú Sandoyggin fær fast samband við meginøkið, arbeiðir Sands kommuna eisini við einari ætlan um at byggja nýggjan barnagarð beint [...] er bygdur uppí eini eldri sethús, hevur verið góður, men hann er ikki tíðarhóskandi longur. Sands kommuna arbeiðir eisini við einari verkætlan í Sandabrekkuni, har kommunan hevur keypt eitt stykki undir
mongum vælkomnum til løtuna. Hann vísti á, at orðið kommuna merkir felagsskapur og segði, at Nes kommuna er frá 1. apríl 1967 og fevnir um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Í 1967 búðu 841 fólk í kommununi [...] bygdafólkið og undirhaldi, og hetta var í samband við, at Nes kommuna nú tekur býarheiti. Fólkatalið í kommununi er farið upp um 1500, og tá kann ein kommuna taka býarheiti, sum eitt nú merkir, at bygdaráðslimirnir [...] bygging verið til staðar, og her verður hugsað um sethús, íbúðir og skjótt eisini randarhús. At Nes kommuna nú er býur, merkir formliga eisini, at borgarstjórin fær heimild til vígslu. Annars merkir hetta
Við ynski um góða eydnu og blíðan byr. Soleiðis ljóðar heilsanin hjá Johan Elkjær Hansen, nú Nes kommuna hevur fleiri enn 1500 borgarar og hevur tikið býarheitið. ##med2## Súni í Hjøllum, borgarstjóri [...] træi. Í heilsan síni til kommununa sigur Johan Elkjær Hansen soleiðis: - Fari við hesum at ynskja Nes kommunu hjartaliga tillukku við býarheitinum. Í hesum sambandi vil eg fegin geva kommununi hesa gávu [...] takkar vegna kommununa gevaranum fyri sera snøgga handverkið og góðynski. Nú kann so borgarstjórin í Nes kommunu – um tað skuldi verið neyðugt – bókstaviliga langa hamaran í borðið.