Á kvøldinum vórðu Hallur Jacobsen, búsitandi í Oyndarfirði og Helgi Olsen, Rituvík, heiðraðir.
Hallur hevur verið virkin í mong ár, men hevur nú valt at gevast, og Helgi Olsen hevur verið í sløkkiliðnum í 25 ár.
Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, bar fram takkarkvøðu til menninar fyri trúgva og drúgva tænastu.
Formaðurin í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið, Súni í Hjøllum, handaði gávur og blómur.
Tað eru Nes kommuna, Runavíkar kommuna og Sjóvar kommuna, sum varða av sløkkiliðnum.
Fjórða hvørt ár, eftir at kommuval hevur verið, verður stýrið fyri Skálafjarðar Sløkkilið valt.
##med2##
Í stýrinum hesa setuna sita:
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, formaður, Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, næstformaður, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Terje B. Vestegaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu og Pauli Poulsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu.
Hinir í stýrinum eru: Hans L. Djurhuus, Klaksvík, umboðar fútaembætið, Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari, Runavík og Vilhelm M. Olsen, varaleiðari, Skála.
##med3##