Nú kann Súni langa hamaran í borðið 

Kyndilsmessudag kom Johan Elkjær Hansen, sum býr á Nesi, inn á kommunuskrivstovuna á Toftum við einari heilt serligari gávu.

Ørindini vóru at handa borgarstjóranum eina gávu, sum hann sjálvur hevur evnað úr træi.

Í heilsan síni til kommununa sigur Johan Elkjær Hansen soleiðis: 

- Fari við hesum at ynskja Nes kommunu hjartaliga tillukku við býarheitinum. Í hesum sambandi vil eg fegin geva kommununi hesa gávu, ein fundarhamara.  

Og gevari leggur aftrat:

- Hamarin er dreyaður úr einari grein av gullregni. Greinin er av træi, sum varð gróðursett á Toftum fyri mongum árum síðan.

Johan Elkjær Hansen sigur, at greinin varð skorin av fyri umleið 10 árum síðan. 

- Síðan hevur hon ligið og tornað í nøkur ár, klár at seta í dreyibonkin at evna til. Við ynski um góða eydnu og blíðan byr.

Soleiðis ljóðar heilsanin hjá Johan Elkjær Hansen, nú Nes kommuna hevur fleiri enn 1500 borgarar og hevur tikið býarheitið.

 

##med2##

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, takkar vegna kommununa gevaranum fyri sera snøgga handverkið og góðynski.

Nú kann so borgarstjórin í Nes kommunu – um tað skuldi verið neyðugt – bókstaviliga langa hamaran í borðið.