Bygdaráðið í Nes kommunu, sum skjótt ikki verður bygdaráð longur, hevði fund í gjárkvøldið, 30. januar.
Her varð samtykt, at Nes kommuna tekur býarheiti, nú fólkatalið í kommununi í desember í fjør fór upp um 1500.
- Í hesum sambandi ynskir bygdaráðið at bjóða øllum borgarum í Nes kommunu til morgunmat í fimleikahøllini í Tofta skúla.
Í Nes kommunu siga tey, at morgunmatartiltakið verður hildið leygarmorgunin hin 11. februar klokkan 10.
- Vit fara at kunna nærri um skránna seinni, siga tey í Nes kommunu, sum nú fer at taka býarheitið til sín.