Tað svarar til ein árligan fólkavøkstur á 1,3% - tað sama sum í 2021. Samanborið við 2021 fyllir nettoflytingin meiri og burðaravlopið minni.
Tað skrivar Hagstovan. Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum.
##med2##
Størri nettoflyting — minni burðaravlop
Fólkatalið verður ávirkað av burðaravlopinum, sum er munurin millum tal av føddum og tal av deyðum, og nettoflytingini, sum er munurin á tilflyting og fráflyting. Av fólkavøkstrinum í 2022 fylti burðaravlopið áleið ein fimting og nettoflytingin fýra fimtingar. Hóast lutfalsligi fólkavøksturin er tann sami sum í 2021, so er lutfallið millum burðaravlopið og nettoflytingina broytt. Tá stavaði ein triðingur av fólkavøkstrinum frá burðaravlopinum og tveir triðingar frá nettoflytingini. Skiftið í lutfallinum kemur av, at samstundis sum burðaravlopið minkaði í 2022, vaks nettoflytingin. Burðaravlopið minkaði, tí færri føddust og fleiri doyðu enn í 2021. Nettoflytingin vaks, tí vøksturin í tilflytingini var størri enn vøksturin í fráflytingini.
##med3##
Støðug fráflyting — vaksandi tilflyting
Myndin niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini. Trendurin vísir, at bæði til- og fráflytingin minkaðu í 2020. Hetta vardi tó ikki leingi, og við ársenda í 2020 kom gongd aftur á flytingarnar. Fráflytingin vaks lutfalsliga skjótt fram móti heysti í 2021, og síðani tá hevur hon ligið um 120 í miðal mánaðarliga. Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi síðani síðst í 2020 og er vaksin nakað meiri enn fráflytingin. Nú flyta í miðal 165 fólk til Føroya mánaðarliga.
##med4##
Støðugt føðital — minkandi deyðatal
Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendurin vísir, at høga deyðatalið í fyrru helvt av 2022 er minkað niður aftur á undanfarna stig, og nú doyggja millum 30 og 35 í miðal mánaðarliga. Gongdin í føðitalinum hevur verið støðug í útivið hálvtannað ár, og nú verða millum 50-55 børn fødd í miðal mánaðarliga.
##med5##
Frá bygdaráði til býráð
Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. januar 2022 og 2023.
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkatalið fyri fyrstu ferð er farið upp um 1.500. Sostatt kann bygdaráðið í Nes kommunu nú kalla seg fyri býráð. Nú eru níggju kommunur í Føroyum við fleiri enn 1.500 íbúgvum.
Í níggju út av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minkingin var í Sumbiar kommunu, har fólkatalið minkaði við 14 íbúgvum seinasta árið.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##