hana. Føroyar eru framkomið land í fiskavirking. Vit hava bestu fólk í øllum liðum. Vit hava virkir, tól og útgerð. Vit hava søguna og royndirnar. Miðflokkurin leggur dent á hetta arbeiðið í samgonguni. [...] láni í stutta samgonguskeiðnum. Men hesin politikkur má nú setast á skránna. Lív í flakavinnuna Okkara uppskot er at fáa lív aftur í flakavinnuna við frystum fiski úr øðrum londum. Nógv flakavirkir standa [...] Peningastovnarnir velja nakrar út, sum teir hava álit á, og geva øðrum krakk, júst fyri at tryggja sínum kundum bestu kappingartreytir. Framkomin lond, sum hava trot á rávøru, innflyta og víðarivirka hana
klæðir fáa teg at føla teg væl, og tá tú følir teg væl, verður tú bæði vøkur og glað. Og her í økinum hava vit bruk fyri øllum, sum kann lyfta sinnið eitt sindur, sigur Rannvá, og sipar til sosialu neyðina [...] er rættiliga umfatandi har um leiðir. Vakurt og praktiskt Men eisini um okkara leiðir kunnu kvinnur hava gleði av klæðunum, heldur Rannvá, sum herfyri hevði søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta var [...] veiðimenninir selja skinnini uttan um uppboðssøluna, missa teir stuðulin frá vinnumálaráðnum, og tað hava teir snøgt sagt ikki ráð til, greiðir Rannvá frá. Gavst sum arkitektur Rannvá Simonsen er annars útbúgvin
náttúrini, ikki hevur eitt alment heiðurstekin til tey, sum hjálpa øðrum úr neyð. Tað hava øll onnur, og, hvussu ofta hava vit ikki sæð føroyingar fáa heiðurstekin frá útlendingum fyri ymisk bjargingarbrøgd [...] einum neyðstøddum. Leif Erik Niclasen heitir á fólk, sum kenna fólk, sum hava uppiborið eina nál, um at siga sær frá. Tí tey, sum hava fingið nálirnar, eru tey, hann hevur frætt um, meiri og minni av tilvild [...] gullsmiðjur á Argjum, ið fyri nøkrum árum síðani gjørdi eina heiðursnál, sum hann hevur latið fólkið, sum hava útint eitthvørt bragd fyri at bjarga øðrum úr vanda. Síðsta vikuskiftið var hann á jólasølustevnu
sum oljumyndugleikar og oljufeløg avtala sínámillum. Uppá fyrispurning hvussu teir bera seg at at hava lív í støðini í Rúnavík millum boringarnar, og nú tað fara at ganga eini tvey ár til enn eina boring [...] fylgja við. ?Vit fáa ikki fleiri kundar við at vera við til slíka messu, nú vit bara hava oljufeløg sum kundar. Tí hava vit gjørt av bara at vera gestir heldur enn at stilla út.
vísti seg frá síni mest døpru síðu. - Kvinnan, eg elskaði yvir alt, var júst farin frá mær og mítt lív var við at fara í upploysn av ov nógvum drukk. So sangurin er í grundini skrivaður í djúpastu sorg [...] hægstu skýggj, men líka skjótt tveita teg niður í svartasta vónloysi. Júst hetta tykist eisini at hava hugtikið dómsnevndina, sum millum annað vísti á, at teksturin er um at fara úr eini skuggasíðu og
týdning fyri stevnuhýrin sum heild. - Tað hevur jú ofta víst seg, at úrslitini hjá KÍ í hesum dystunum hava verið rættiliga misjøvn, og tað er avgjørt nakað, sum endurspeglast stevnukvøldini. Eg rokni ikki [...] fótbólturin hevur so stóran týdning, sum í Klaksvík, tí vil KÍ altíð vera samrøðuevnið, tá dystir hava verið, heldur hann. Trýstið órógvar So tað er einki at ivast í, at tað liggur ein stór ábyrgd á K [...] sum snøgt sagt geva klaksvikingum marrudreymar, og sum í stóran mun eru viðvirkandi til at halda lív í søguni um, at KÍ altíð hevur tað strævið á norðoystevnudystinum. Ikki bara ímóti Tað er tó ikki altíð
Tvøroyri. Hann er føddur í Bristol í Onglandi, men hevur livað meginpartin av lívinum í London. Alt lív sítt hevur hann fingist við tónleik. Hann vaks upp í Frelsunarherinum og seinni gjørdist hann soldátur [...] ári síðani fekk boðið starv sum tónleikalærari á Tvøroyri, tók hann av, og hevur enn ikki angrað. Hava spælt inn fløgu Tá Steven fekk tilboð um at taka sær av føroyska tjóðhornorkestrinum, Faroe Brass [...] ivaleysur í, at møguleikarnir eru góðir at koma heim við gullinum. Tveir av dyggastu kappingarneytunum hava boðað frá, at teir luttaka ikki í ár. Men hóast tað styttist, til ferðalagið uppá 35 skal avstað til
troli ella nót, og skulu hava tað umvælt so skjótt sum gjørligt, ella at nýggir ordrar skulu leverast beinan vegin. Tað merkir ofta nógv yvirarbeiði og skeivar arbeiðstíðir, og her hava vit verið sera hepnir [...] hepnir við okkara starvsfólki, sum hava verið lagalig móti virkinum, sigur Hjalmar Petersen. Hørð kapping Virksemið hjá P/F Vónini byrjaði í 1969, tá felagið keypti ein trolara av sama navni. Tvey ár seinni [...] standa okkum í kappingini, so noyðast vit at kunna veita tað, sum skipini vilja hava, til eina og hvørja tíð. Tí noyðast vit at hava nógv tilfar á goymslu, vísir Hjalmar Petersen á. Stjórin á Vónini metir tó
greiddi frá virkseminum hjá felagnum, bæði heima og úti. Næstu framløguna hevði Tummas Eliasen, stjóri í Lív og í íløgufelagnum Royndini. Hann greiddi frá eftirlønartryggingum og um pensjónskapital í vinnulívi [...] felag her heima í Føroyum og um okkara leiðir, er hetta eitt lítið felag í altjóða høpi. - Men vit hava ætlanir um at veksa uppaftur meira í altjóða høpi, legði hann aftrat. Við tí virksemi, sum Vónin hevur
Kyndil-Tjaldur 34-21 (15-9) Steypavinnararnir úr Kyndli, munnu hava hildið høvdið nakað høgt alla seinastu viku, og einki er at ivast í, at teir eisini hava havt allar hugsandi orsøkir til hetta. Hondbóltur snýr [...] um eitt av veikaru liðunum í deildini. Ofta er tað jú soleiðis, at leikararnir hava hug til at dovna nakað, tá teir júst hava vunnið ein stóran sigur. Gjørdi sum teimum lysti Tað var eisini líkt til, at [...] útlitini ikki eru av teimum allarbestu, so er liðið ikki heilt aftur úr siglt kortini. Úrslitini skulu tó laga seg sera væl, um tað skal eydnast teimum grønu at vinna seg fram á fremsta pláss, men so leingi møguleikin