Vøkru klæðini birta ljós í vetrarmyrkrinum

Vøkur klæðir fáa okkum at føla okkum væl og góða kenslan ger okkum vøkur. Tað er tankin aftanfyri sermerktu vetrarklæðini hjá føroysku Rannvá Simonsen, sum arbeiðir sum sniðgevi í bítandi kalda Norður Kanada

Hon snarar sær á frammanfyri speglinum. Smílist og letur hendurnar glíða kínandi oman eftir bringuni og inn móti miðjuni. Tað følist, sum hvørva fingrarnir inn í silkimjúka kópaskinnið. Hvíti anorakkurin situr sum stoyptur.

- Eg vildi føla meg vakra, sigur sniðgevin Rannvá Simonsen, meðan hon koyrir hettuna uppá, so eldreyða hárið blandar seg við kritahvíta pelskantin.

- Eg var so eviga troytt av altíð at líkjast einari rullupylsu, tí eg var noydd at ganga í heitum vetrarklæðum meginpartin av árinum. Tí fór eg at royna, um eg ikki kundi sniðgeva míni egnu, vøkru heitu klæðir, sigur Rannvá Simonsen, sum býr í bítandi kalda Norður Kanada, har tað ofta frystir niður í minus 40 stig.


Neyðuga vakurt

Har, í lítlu bygdini Nunavut, hevur føroyska Rannvá búð og sniðgivið síni sermerktu vetrarklæðir seinastu átta árini. Tað eru serliga mynstrini hjá eskimoiska upprunafólkinum, sum geva íbastur til sniðini, sum Rannvá so kryddar við modernaðum detaljum og egnum hugskotum.

- Eg gjørdist beinanvegin so hugtikin av at síggja, hvussu heimagjørdu upprunaklæðini líka sum hátíðarhalda veturin, heldur enn at berjast móti kuldanum, sum hópframleiddu nylon vetrarklæðini gera, sigur Rannvá, sum ikki dylur yvir, at tað í so máta eisini liggur okkurt politiskt í hennara sniðum.

- Tað er, eins og tey hópframleiddu, einsháttaðu vetrarklæðini úr kunststoffi sunnanífrá, eru ein roynd at kroysta eina ávísa heimsmynd niður yvir upprunafólkið her. Fyri meg tykist tað sum, at tey, sum framleiða hasi klæðini, ræðast alt fremmant, og at klæðini skulu halda umhvørvinum og náttúruni úti, sigur føroyski sniðgevin, sum heldur roynir at taka umhvørvið við inn í síni snið.

Klæðini hjá Rannvá eru úr kópaskinni og revapelsi, og hvørt plaggið er heilt unikt. Og so strála tey av gleði, sum Rannvá tekur til.

Hetta við gleðini gav hon sær kanska ikki so nógv far um í fyrstani, tá fólk spurdu, hvørji klæði hon seymaði.

- Eg plagdi at siga, at tað bara var sovorðið óneyðuga pent. Men tað er nakað tvætl at siga, tí tað pena ger avgjørt stóra nyttu. Vøkur klæðir fáa teg at føla teg væl, og tá tú følir teg væl, verður tú bæði vøkur og glað. Og her í økinum hava vit bruk fyri øllum, sum kann lyfta sinnið eitt sindur, sigur Rannvá, og sipar til sosialu neyðina, sum er rættiliga umfatandi har um leiðir.


Vakurt og praktiskt

Men eisini um okkara leiðir kunnu kvinnur hava gleði av klæðunum, heldur Rannvá, sum herfyri hevði søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta var eisini fyrstu ferð hon vísti klæðini fram uttanfyri Kanada. Og Smiðjan var á tremur av forvitnum kvinnum hesar dagarnar.

Sjálv heldur Rannvá, at áhugin fyri hennara klæðum hongur saman við mátanum, hon kombinerar tað vakra við tað praktiska.

- Vøkur pløgg kanst tú altíð skapa, men tað vakra hvørvur skjótt, um plaggið ikki situr væl og tú ikki fært rørt teg í tí. Og ongin kvinna tímir at ganga í klæðum, sum hon sær tjúkk út í, og hetta er jú ofta trupulleikin við vetrarklæðum, sigur Rannvá.

Tí hevur hon serliga lagt seg eftir at skapa slankandi snið, sum ikki stramma. Eisini hitar tilfarið so væl, at tað er óneyðugt at lata seg í troyggju innanundir.


Stuðlar veiðimentanini

Alt tilfarið, sum Rannvá brúkar, er av djórum, sum eru veidd á burðardyggan hátt av upprunafólkinum har um leiðir.

- Hetta er mín máti at stuðla eini av fáu vinnunum, sum eru her í økinum. Tað merkir so eisini, at eg ofta má bíða í langa tíð, til eg fái fatur á rætta skinninum. Men tað má eg so bara taka við og so finna uppá okkurt annað, meðan eg bíði, sigur Rannvá og leggur afturat, at fleiri onnur viðurskifti eru, sum gera framleiðsluna óneyðuga tvørliga.

Til dømis lata almennu myndugleikarnir í Norður Kanada bert stuðul til veiðumenninar, um teir selja síni skinn á stóru uppboðssøluni í Montreal. Langi flutningurin til stórbýin økir nógv um prísin, samstundis sum kappingin á uppboðssøluni millum keyparar úr øllum heiminum trýstir prísin enn longri upp.

- Eg unni sjálvandi í allar mátar veiðimonnunum at fáa sum mest fyri skinnini. Men tað tykist eitt sindur tápuligt, at eg verði noydd at fara allan vegin til Montreal at keypa eitt skinn frá grannanum hjá mær. Men soleiðis er skipanin. Um veiðimenninir selja skinnini uttan um uppboðssøluna, missa teir stuðulin frá vinnumálaráðnum, og tað hava teir snøgt sagt ikki ráð til, greiðir Rannvá frá.


Gavst sum arkitektur

Rannvá Simonsen er annars útbúgvin arkitektur frá arkitektskúlanum í Århus. Komin til Norður Kanada í 1997 varnaðist hon, at hugburðurin til kvinnuligar arkitektar var rættiliga nógv øðrvísi, enn hon var von við úr Danmark.

- Tað lá líkasum í luftini, at eitt ungt konufólk skuldi ikki koma her og gera seg klóka uppá slíkt, sum bara rættir byggiharrar høvdu skil fyri. Eg kundi í besta føri fáa onkra lítla uppgávu sum hjálparfólk og so annars tiga fyri rest. Til endans hugsaði eg: Illanstíð, nei! Eg fari ikki at brúka mítt lív uppá at royna at sannføra negativ fólk um, at eg havi nakað at bjóða, sigur Rannvá avgjørd.

At flyta aftur til Føroyar ella Danmark kom ikki upp á tal. Rannvá var nevniliga forelskað upp um bæði oyru og nýgift við manni úr Norður Kanada, og saman vóru tey í ferð við at byggja sína dreymatilveru í lítlu bygdini Nunavut.

Kortini var avgerðin um at gevast sum arkitektur tung at taka, og tað tók henni rúma tíð at koma til sættis við, at tað ikki kundi vera øðrvísi.

- Eg hevði leingi ringa samvitsku yvir ikki at skula brúka mína dreymaútbúgving, sum eg hevði brúkt so langa tíð uppá at fáa. Og eg haldi framvegis, at eg dugi betri at tekna hús enn klæðir. Hinvegin er gleðin við at skapa vøkur pløgg so stór, at hon ríkiliga uppvigar tað, eg møguliga havi mist, sigur Rannvá, sum eisini altíð hevur dámt væl at seyma.

Longu meðan hon las til arkitekt, seymaði hon búnar fyri ymisk sjónleikarhús. Serliga væl dámdi Rannvá at tulka eina søgu gjøgnum pløggini. Í so máta líkist kreativa tilgongdin hjá einum arkitekti og eini seymikonu heilt nógv heldur hon.

- Í báðum førum hevur tú eina uppgávu, sum skal hava eina loysn, sum bæði fungerar og er vøkur. Og gleðin við at síggja títt hugskot blíva til veruleika er líka stór hvørja ferð. Tað er ein ótrúliga nøktandi kensla, sum eg kann liva høgt uppá leingi.


Kreativ oasa

Eftirspurningurin eftir klæðunum hjá Rannvá er nú so stórur, at hon livir av at vera sniðgevi burturav. Og eftirhondini sum framleiðslan er økt, hevur hon eisini fingið fólk at seyma fyri seg.

- So kann eg eisini savna meg um at raffinera sniðini og menna nýggj hugskot. Tað er eisini tá, eg havi tað allarbest. Kenslan av at sita og skapa okkurt vakurt úr sínum egna hugaheimi er so góð, at hana unni eg øllum, sigur Rannvá.

Seinnu árini hevur Rannvá javnan latið tilfar til eitt kvinnuheim har í nánd, so kvinnurnar har kunnu sita og seyma ymiskt, um tær hava hug.

- Eg havi frætt, at tað hjálpir so væl uppá humørið hjá hesum neyðars bukaðu kvinnunum, tá tær seta seg við seymitoynum. Og eg trúgvi tí væl, tí kreativt arbeiði kann veruliga kennast lekjandi. Øll burdu átt sína egnu lítlu kretivu oasu, sum tey kunnu hvørva inn í, tá tey hava brúk fyri tí, sigur føroyski sniðgevin í Norður Kanada.