Vónloysi kveikti Sólskinsvísuna

Ein døpur tíð við drukk og særdum kærleikskenslum gav Finni Jensen íblástur til tekstin í Sólskinsvísu, sum vann stóru sangskrivarakappingina


- Løtan var ein góður endi á eini ræðuligari tíð, sigur Finnur Jensen, tá hann verður spurdur, hvussu tað kendist at vinna fyrstu virðisløn í stóru sangskrivarakappingini í gjár.

Við "Sólskinsvísu" hevur Finnur Jensen sett orð til eitt lag hjá Høgna Fagraberg - eitt lag, sum kom undan kavi aftur á nýggjárinum, tá lívið hjá unga sangskrivaranum vísti seg frá síni mest døpru síðu.

- Kvinnan, eg elskaði yvir alt, var júst farin frá mær og mítt lív var við at fara í upploysn av ov nógvum drukk. So sangurin er í grundini skrivaður í djúpastu sorg og svárastu neyð, sum ein roynd at koma upp undan aftur, kanska, sigur Finnur Jensen. 



Abbin gav íblástur

Beint í allari neyðini fekk Finnur Jensen eina yrking upp í hondina, sum abbi hansara hevði skrivað fyri eini 70 árum síðani

- Abbi var hopleysur romantikari og hevði skrivað hetta til ommu mína stutt eftir, at tey bæði høvdu hitt hvønn annan. Í abbasa útgávu endar yrkingin gott, meðan mín yrking endar syrgiliga. Í so máta er yrkingin eitt dømi um, hvussu kærleikin kann lyfta teg upp á hægstu skýggj, men líka skjótt tveita teg niður í svartasta vónloysi.

Júst hetta tykist eisini at hava hugtikið dómsnevndina, sum millum annað vísti á, at teksturin er um at fara úr eini skuggasíðu og inn í ljósið, at finna kærleika við fyrsta eygnabrái. 



Meir erligur

Við Sólskinsvísu vísir Finnur Jensen seg frá eini heldur øðrvís síðu enn tann provokerandi og speiski sangarin, sum vit annars kenna hann. Sjálvur hevur Finnur Jensen heldur onki ímóti at flyta seg frá sínum gamla image.

- Eg havi flutt meg rættiliga nógv sum sangskrivari og royni at vera meir erligur. Eg havi onki ímóti provokerandi og heldur freku myndini av mær sjálvum, tí hatta var ein partur av mær, soleiðis, sum eg var tá. Men eg vil ikki vera hangandi fastur í hasum básinum, sigur Finnur Jensen, sum ikki dylir yvir, at hann hevur ambitiónir sum sangskrivari.

- Eg spæli við tankan um at royna meg á singer/songwriter pallinum í USA. Hvat tað verður til, veit man jú ikki, men eg vil ikki sita sum 50 ára gamal og vera beiskur yvir at eg ikki royndi, sigur 26 ára gamli sangskrivarin.

Nú Finnur Jensen hevur vunnið stóru sangskrivarakappingina er upplagt at spyrja hann, hvat ger sang góðan.

- Lagið skal fyrst og fremst vera so gott og fella so væl í oyra, at øll fáa hug at murra við. Tá lagið rakar okkurt í sjálvt teimum mest ómusikalsku, er tað besta tekini um, at lagið er gott, sigur Finnur Jensen.



Sólskinsvísa.

Orð: Finnur Jensen

Lag: Høgni Fargraberg 



Sum sólin hægst á lofti vóð

sítt gull mær vildi læna

rann hugmóð gjøgnum merg og blóð

fram til tann dag eg sá hana 



Úr dalsins skugga fram hon steig

sum dá úr vársins fløtu

og nýljós feldi á mína leið

dróg meg í somu løtu 



Hon gav mær alt, hon gav mær seg

at festa í lagnu mína

við aðra sól ei býti eg

tvey eygu, sum míni kína 



Í dalsins skugga burt hon steig

sum dá úr vársins fløtu

og myrkrið feldi á mína leið

á ársins fyrstu løtu