Vónsvikin av seinastu boringini

Oljuútgerðarhavnin í Runavík telist ikki millum føroysku fyritøkurnar, sum verða við á oljuframsýningini í Aberdeen hesa vikuna. Hon hevur annars verið fastur fúsur á oljumessum seinastu mongu árini. Lasse Borðoy er stjóri á Atlantic Supply Base og hann dylur ikki fyri, at hann er vónsvikin av oljutilgongdini í summar, har italska ENI boraði ein brunn.

Oljuvinna




-Vit høvdu væntað, at tað fór at vera meira virksemi á støðini undan sjálvari boringini, men verkfall og aðrar umstøður gjørdu, at tað kanska ikki bleiv til so nógv, sum ætlanin var.

Lasse Borðoy vísir á, at hóast talan er um boriskip og ikki pallar, sum bora á landgrunninum, so nýtist tað ikki at merkja, at minni verður av arbeiði til eina oljuútgerðarhavn. ?Tá BP brúkti West Navion til sína boring brúktur teir tænastur frá støðini meira enn nakar annan. Tað er meira ein spurningur um hugburð til at vilja gera, sum tað stendur í lógini ella sum er andin í lógini.

Hann roknar annars við og vónar, at føroyskir oljumyndugleikar fara at taka hetta málið við boriskipum og virksemi á landi upp antin tað so verður broyting í lógini og reglunum ella tað verður nakað, sum oljumyndugleikar og oljufeløg avtala sínámillum.

Uppá fyrispurning hvussu teir bera seg at at hava lív í støðini í Rúnavík millum boringarnar, og nú tað fara at ganga eini tvey ár til enn eina boring sigur Lassse Borðoy, at hetta er sjálvandi ógvuliga trupult. ? Men so leingi tú hevur nakrar góðar arbeiðsgevarar í fyrrverandi arbeiði, har man fara niður í tíð eina staðni og upp í tíð aðrasdtaðni, so gongur tað.

-Tvs. at tað ber til at parkera oljuútgerðarhavnina í tvey ár og so byrja aftur tá?

-Ikki lætt men tað verður man noyddur at arbeiða fram ímóti.

Sum støðan er nú verða fólkini leigað út til virksemi í eitt nú Noregi. Sjálvur undirvísir Lasse Borðoy á sjómansskúlanum hálva tíð um veturin.

Sjálvur roknar hann ikki við nýggjum virksemi fyrr enn 2005. Hann ivast stórliga í, um t.d. Amerada Hess fer at bora enn ein avmarkingarbrunn til Marjunfeltið. ?Tað skal sera nógv henda kring føroyka markið, áðrrenn ein slík boring kemur uppá tal. Men eg vóni, at tann næsta útbjóðingarrundan kann fara í gongd á heysti í 2004 og byrjan av 2005 soleiðis at tað kann útloysa ein brunn ella tvey, um ikki í 2005 so í 2006. Sum tað sær út til í løtuni, so verður alt liðugt borað í 2005. Kann ein nýggj útbjóðing skunda undir aðrar brunnar eftir tað hevði tað verið gott.

Lasse Borðoy roynir at vera bjartskygdur í øllum hesum og roknar hann ikki við, at lykilin verður snaraður um kortini. Tað er so ikki ætlanin.

Oljukeiin verður brúkt til góðshavn. Skipafelagið skal til at byggja út. ASB verður verandi har tað er í løtuni.

Hóast sjálv oljuútgerðarhavnin ikki verður við á básanum í Aberdeen í hesum døgum so verður partur av nevndini kortini at fylgja við. ?Vit fáa ikki fleiri kundar við at vera við til slíka messu, nú vit bara hava oljufeløg sum kundar. Tí hava vit gjørt av bara at vera gestir heldur enn at stilla út.