Karin gift við Peder Haahr, Sigga gift við David Johannesen og Julianna gift við Olivur Thomsen. Hannemia eigur 8 ommubørn og 3 langommubørn. Barnaheimið hjá Hannemiu og Petur Jakku er við Kirkjar í Miðvági [...] fingist við at reka handil, inntil nakað eftir Ólavsøku í ár. Honum hevur altíð dámt væl at fingist við vøkstur í urtagarðinum og uppi í Høgagerði. Hann hevur gingið nógv úti í náttúruni og fiska síl á [...] Anna, giftist við Sverra Trónd Hansen í Tórshavn. So komu tvíburðarnir Petur Jacob og Hannemia. Torgerð giftist til Klaksvíkar við Óla Joensen, sála, vanliga róptur Óli bóndi. Ketty giftist við Jákup Olsen
Vísmenn fýlast á avtalu Teir óheftu donsku vísmenninir hava ilt við at góðtaka avtaluna, sum danska stjórnin og A.P. Møller gjørdu í heyst um oljuna í Norðsjónum. Stjórnin sigur, at avtalan er sera góð [...] góð fyri ríkiskassan, men hesum eru vísmenninir ikki heilt samdir við henni í. Ein teirra, Jørgen Birk Mortensen, sigur, at hóast nógvir spurningar hava verið frammi um avtaluna, og hóast teir flestu eru [...] avleiðingarnar av avtaluni verða. Hann vísir á, at avtalan er galdandi líka til 2042, og tí er neyðugt við einari neyvari frágreiðing um avleiðingarnar, sigur hann. Serliga sosialdemokratarnir hava lagt trýst
orkaði ikki at virka við. Tí fekk hann ikki høvi at tosa við mannin, hann skuldi skriva lívssøguna um. - Í staðin fyri at brúka orðini hjá manninum sjálvum, eygleiða hann og vera saman við honum, havi eg stuðlað [...] gamal. Hann fór við trolara longu sum 14 ára gamal og sigldi við nøkrum av tiltiknastu skiparum í Føroyum. - Bókin sigur frá, tá ið hann sum 20 ára gamal førdi Fame, sum hann saman við øðrum vestmenningum [...] hemara-og laksaveiði við Baki, sum hann førdi í níggju ár. Í 1969 bygdi hann saman við øðrum fyrsta rækjuskipið. Fram til 1986 hevði hann trý rækjuskip. Síðsta átakið var skeljaveiða við Svalbard, í Barentshavinum
skips við Viðoynni til Grønlands. Longu áðrenn teir komu á fiskileið, tóku teir í ruskveðri manningina av einum portugisiskum fiskiskipi, ið hevði siglt á ein boða uttan fyri Føroyingahavnina við 84 monnum [...] sjómansskúlanum í Havn. Eftir lokið prógv var hann stýrimaður hjá DFDS fyrst við Prinsinum og so við England, ið tá sigldi uppá Føroyar um summarið. Ørvur var verandi hjá DFDS, har hann gjørdist ein av yngstu [...] monnum umborð. Tá var trongt í lugarinum á Viðoynni. 2 ár seinni var hann við Skálanes, tá hon brendi og sakk á Fyllabank. Aftaná sjómansháskúlan í Svendborg byrjaði Ørvur sum stýrimansnæmingur hjá MÆRSK
einki annað. Teir seta ongar spurningar um t. d. ?Hvat við arbeiðsplássum á landi, um allur fiskur kann flytast óviðgjørdur av landinum? ?Hvat við arbeiðsplássum á landi, um allur fiskur undan Føroyum bleiv [...] búskaparráðið sum ein heilag kúgv, í eingin hevur dirvi til at røra, lasta ella rósa, nú tað er barslað við einari »Frágreiðing 2003«, sum eftir mínari meining sigur »Neyð lærir nakna kvinnu at spinna«. Tað [...] frágreiðingin hevði verið líka fýrakantað, um t.d. tvey fólk, sum arbeiða á »gólvinum« høvdu verið við til at skrivað hana. Fjølmiðlarnir Gud viti hvar teir eru, tí tað, sum teir hava borið fram frá búskapránum
samanberingar kann nevnast, at ein dagløn hjá einum arbeiðsmanni á landi er 865 krónur fyri átta tímar við sáttmálasettari tímaløn. Línuskip skara framúr Hinvegin sigur Óli Jacobsen, at ísfiskalínuskipini hava [...] ísfiskalínuskipunum í ár, besta dømi um, hvussu óútrokniligur fiskiskapur er. ?Vanliga plaga tey at fiska væl um várið og um heystið, men um summarið hevur ikki borið ti. Men nú er tað fullkomiliga broytt [...] krónur upp á mannin um dagin og tað er ein lítil lækking afturímóti í fjør. Og hjá partrolarunum, sum fiska upsa, hevur talan verið um eina afturgongd, so hjá teimum hevur inntøkan verið góðar 1.500 krónur
verulig familjulæknaskipan. Flokkurin heldur, at hetta eigur at gerast við eini sjúkratryggingin, men at hetta í fyrstu atløgu skal gerast við at leggja ymsu sjúkrakassarnar saman í ein landsumfatandi sjúkrakassa [...] alivinnuni. Flokkurin vil, at Føroya skulu framleiða háprísvørur við útbúnari arbeiðsmegi, og at tímalønt skulu hava útbúgvingartilboð ? við fullari lønarsamsýning. Flokkurin heldur eisini, at nýggjar vinnur [...] skulu koma øllum brúkarum til góðar, við at hesi øki verða raðfest: o Útbúgving o Heilsa o Eldraøki o Umhvørvi o Samferðsla Felags húsarhaldið skal fíggjast við eini samhaldsfastari skattaskipan, har
bátarnir, sum vanliga avreiddu í Suðuroy, eru bátar, sum fiska fisk, ið vit plaga at skera til fesk fløk og flyta út. ?Bátarnir hava ikki møguleika at fiska annan fisk. Men síðani skilnaður varð gjørdur ímillum [...] Fiskavirking og Suðuroyggin ? Einasta bjargingin hjá Suðuroynni er at sleppa sær av við Føroya Fiskavirking og at fáa beinleiðis flutning aftur úr Suðuroynni niður til Skotlands. Tað heldur John Nielsen [...] natúrlig gongd at Fiskavirking miðsavnar meiri og meiri arbeiðið í miðstaðarøkinum. Mugu sleppa av við Fiskavirking John Nielsen er ein av teimum, sum bjóðar seg fram til Løgtingsvalið 20. januar. Hann
heldur hann, at vit eiga at fylgja neyvt við gongdini. Hann sigur, at fyribils sær út til, at hetta hevur havt ávirkan í Suðurevropa, men at bretar ikki hava latið við seg koma. Og í gjár segði Finn Rasmussen [...] Santerre, professari við lærda háskúlan í Purdue, staðfest, at etur tú eina máltíð av laksi um vikuna uppá eini 100 gramm í heili 70 ár, økir hetta um vandan fyri krabbmeini við bara 1 til 100.000. Hansara [...] er vert at gera vart við at fiskurin sum er grundarlag undir kanningini í Science var tikin í 2002. Sostatt er talan um fisk, sum hevur verið fóðraður ímillum 1999 og 2002. ? Við dªagsins fóðri vildu nøgdirnar
avbera væl náttúruna, fiska og fuglalív. Og tá hesin Ole frætti, at Peter skuldi til Føroyar, gjørdi hann av at koma við. Tá tú fert til Føroyar, so skal eg eisini, segði hann við meg, sigur Peter Geisling [...] at vit dag og dagliga kunnu fylgja við í tíðindum og fáa tað feskasta at vita innan tíðindaheimin, og hvat hendir í okkara heimi, so eiga vit eisini at kunna fylgja við í, hvat hendir innan heilsuverkið [...] . Og tað millum annað er endamálið við sendingini. Hetta er ein sending um lívið og spurningar, sum so avgjørt hava alt við lívið at gera, so tað má og skal vera ein møguleiki hjá øllum at velja, um