Vil verja tað góða samfelagið

Javnaðarflokkurin legði mánadagin fyri í valstríðnum. Flokkurin hevur gjørt eina valskrá í 12 høvuðspunktum ? har boðskaðurin er at verja »tað góða samfelagið«

Javnaðarflokkurin vil fegin í samgongu aftur, eftir at flokkurin í sjey ár hevur sitið í andstøðukuldanum. Høvuðsboðskapurin hjá flokkinum er at verja tað góða samfelagið, har rúm skal verða fyri øllum, ungum sum gomlum, sjúkum sum røskum.
Valskráin í 12 punktum varð løgd fyri føroysku fjølmiðlarnar á fundi í hølum Starvsmannafelagsins mánadagin.

Familjan
Fyrsta punktið snýr seg um familjuna. Flokkurin vil tryggja verandi barsilsskipan, gera hana smidligari og laga hana til tørvin hjá einstøku familjuni. Hetta vil flokkurin gera í neyvum samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum ? eisini fyri at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir skipanini.
Síðani vil flokkurin innføra ein systkinaavsláttur, sum er avsláttur, ið barnafamilju fáa, um tey hava fleiri børn á dagstovni ella í ansing, og uppihaldspeningurin ? sum so mikið rok hevur verið um, skal varðveitast, staðfestir flokkurin.
Undir familjumálum nemur flokkurin eisini við íbúðarmarknaðin. Flokkurin heldur, at lóggávan skal broytast soleiðis, at íbúðarfeløg fáa somu rentustuðuls- og mvg sømdir, sum tey, ið byggja privat sethús. Flokkurin vil gera eina miðvísa ætlan fyri at byggja íbúðir til tey við serligum tørvi, eins og fyri lestraríbúðir.
Leigarar, sum í dag nærum eru rættarleysir, skulu hava tryggjað rættindi, heldur flokkurin.

Heilsan
? Bíðilistar til sjúkuviðgerðir á sjúkrahúsunum skulu burtur, og flokkurin vil samskipa tey trý sjúkrahúsini betur, soleiðis at mest nytta fæst burturúr. Viðvíkjandi serviðgerð uttanlands, so heldur flokkurin, at álit aftur skal skapast á hesa skipan, so tað ikki verður ein afturvendandi trupulleiki á hvørjum ári, at fólk skulu gerast ótrygg, tí ráð ikki eru at senda tey til serviðgerðir uttanlands.
Flokkurin vil eisini fara undir eina samskipan av øllum heilsustovnum og áhugabólkum í eitt felags átak fyri fólkaheilsuna. Tilboð um heilsukanning eigur at verða givið øllum 45 ára gomlum, og kommunulæknaskipanin skal fáast at virka sum verulig familjulæknaskipan. Flokkurin heldur, at hetta eigur at gerast við eini sjúkratryggingin, men at hetta í fyrstu atløgu skal gerast við at leggja ymsu sjúkrakassarnar saman í ein landsumfatandi sjúkrakassa.

Børn og ungdómurin
Á fólkaskúlaøkinum heldur flokkurin, at viðurskiftini hjá lærarunum eisini eiga at verða bøtt. Skipanin við ársverkum skal í hesum sambandi endurskoðast, eins og undirvísingartilfarið skal dagførast.
Fyri at javnseta lesandi ungdómin heldur flokkurin, at lærubøkurnar í miðnámsskúlunum eisini eiga at verða ókeypis eins og í fólkaskúlanum.
Frítíðartiboðini innan tónleik, musikkskúlar, ítrótt og aðra mentan skulu mennast.

Mentan- og granskingin
Flokkurin heldur, at tað er av týdningi, at vit hava dygdargott mentanartilfar til børn og ung til tess at standa ímóti útlendskum árini. Eisini vil flokkurin tryggja mentanararvin v.ið góðum umstøðum fyri søvnini. Innan gransking heldur flokkurin, at umframt vanliga vísindaliga gransking, so eigur gransking, ið mennir okkara vinnumøguleikar, eisini at raðfestast frammalaga.
Eisini vil flokkurin stuðla tónleikaframleiðslu.

Umhvørvi
Javnaðarflokkurin staðfestir, at umhvørvisøkið hevur ligið í órøkt í nógv ár. Her vil flokkurin virka fyri at endurnýta og skilja ruskið og forða fyri, at burturkastið frá skipum verður tveitt fyri borð. Flokkurin vil seta á stovn eina Agenda 21 skrivstovu í Føroyum og seta Kyotu sáttmálan í gildi, so Føroyar eisini taka altjóða ábyrgd.
Flokkurin vil eisini stuðla undir arbeiðið at menna alternativar orkukeldur á sjógvi og landi.

Aldurdómurin
Eftirlønin skal tryggjast við trimum súlum, sum flokkurin málber seg. Fólkapensjónin, samhaldsfasta pensjónin og fakfelagspensiónin skal verða grundarlagið undir framtíðar pensjónsskipanini í Føroyum.
Innan eldrarøktina heldur flokkurin, at fleiri røktarheimspláss og døgnrøktarpláss skulu stovnast kring alt landið. Eisini vil flokkurin birta upp undir skipaðan eldrapolitikk ? ella seniorpolitikk, sum tað eisini verður rópt.

Fiskivinnan
Bátar undir 30 fót skulu fiska frítt, sigur flokkurin, sum eisini heldur, at Føroya skulu hava ein fiskidagamarknað, sum skal umsita og umseta fiskidagar og fiskiloyvi. Málsviðgerðin av fiskidøgum skal eisini gerast greiðari.

Vinnan
Skattligu viðurskiftini hjá alivinnuni skulu broytast, so at tey samsvara við viðurskiftini hjá okkara kappingarneytum.
Útlendskir íleggjarar skulu hava víðkaðar møguleikar, og vil flokkurin hækka 30% hámarkið sum er fyri útlendskum kapitali í alivinnuni.
Flokkurin vil, at Føroya skulu framleiða háprísvørur við útbúnari arbeiðsmegi, og at tímalønt skulu hava útbúgvingartilboð ? við fullari lønarsamsýning.
Flokkurin heldur eisini, at nýggjar vinnur og nýggir marknaðir skulu mennast. Flokkurin vil leggja eina strategi, sum skal fevna um menning av nýggjum vinnum og nýggjum marknaðum og sum heild um eina røða av stimbrandi tiltøkum eisini fyri hóttar vinnur av samfelagsligum týdningi ? uttan tó at fevna um rakstrarstudning til vinnuna.

Fíggjar- og búskaparpolitikkurin
Almennu útreiðslurnar skulu koma øllum brúkarum til góðar, við at hesi øki verða raðfest:

o Útbúgving
o Heilsa
o Eldraøki
o Umhvørvi
o Samferðsla

Felags húsarhaldið skal fíggjast við eini samhaldsfastari skattaskipan, har breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar, sigur flokkurin, sum eisini heldur, at búskapurin skal rekast ábyrgdarfult, so vit framhaldandi kunnu varðveita og menna vælferðina.

Miðfyrisitingin
Javnaðarflokkurin ætlar at skera burtur trý aðalráð. Flokkurin ásannar, at talið av aðalráðum er vaksið so nógv bara fyri at fáa eina politiska kabal at ganga upp soleiðis, at aðalráð eisini hava verið til smáu flokkarnar í fullveldissamgonguni.
Flokkurin heldur, at almenni bygnaðurin skal ikki vera størri enn hóskiligt er, og »hóskiligit« heldur flokkurin tað verða við seks aðalráðum, soleiðis sum ætlanin upprunaliga var við nýggju stýrisskipanini.
Javnaðarflokkurin vil leggja saman øll vinnumál, so sum fiskivinnu, oljuvinnu í eitt aðalráð, meðan skipað verður eitt nýtt innlendisráð, sum skal taka sær av almennum stovnum, kommunumálum, lógarmálum og umhvørvismálum.

Brúkarin
Brúkaramálini hava eisini fingið sítt pláss í valskránni hjá Javnaðarflokkinum, sum heldur, at ein tíðarhóskandi brúkaralóggáva skal samtykkjast, og at skipast skal eitt brúkaraumboð til at fremja brúkarakunning og tryggja, at brúkaralóggávan verður hildin. Eisini skal setast ein brúkarakærunevnd at viðgera og taka avgerðir í kærum frábrúkarum.

Føroyar fyri øll
Javnaðarflokkurin heldur, at tá almenn størv verða sett á stovn, so eiga hesi at verða løgd til útjaðaran. Flokkurin mælir til størri kommunalt økissamstarv, og at verðandi útbygging av samferðsluni skal halda fram, og nýggjar ætlanir skulu setast í verk.
Um sjálvstýrismálið sigur flokkurin, at við støði í uppritinum um »Tjóðskaparligu semjuna« verður arbeitt fyri, at sjálvstýrismálið fær eina gongd, sum flestu føroyingar kunnu taka undir við ? helst 80-90 ella 100%, sum formaðurin málbar seg á tíðindafundinum mánadagin.


Fakta


Javnaðarflokkurin í samgongu

1948-50: Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin
1958-62: Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin
1966-70: Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin
1970-74: Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin
1974-78: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin
1978-80: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin
1984-88: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin (Framsóknarflokkurin í staðin fyri KrF í 1988)
1990-93: Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin
1993-94: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin
1994-96: Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Verkamannafylkingin og Sjálvstýrisflokkurin

Javnaðarflokkurin hevur havt leiðsluna í øllum samgongunum, uttan í fyrstu og síðstu samgonguni, flokkurin var í. Tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, tók Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum, sum var varaløgmður, við sum løgmaður.

Løgmenn floksins hava verið:
1958-62: Petur Mohr Dam
1966-68: Petur Mohr Dam
1970-74: Atli P. Dam
1974-78: Atli P. Dam
1978-80: Atli P. Dam
1984-88: Atli P. Dam
1990-93: Atli P. Dam
1993-94: Marita Petersen

Árstølini eru árini, tá løgtingsval hevur veirð. Ofta var løgtingsval í november ? og tí samgonga skipað eftir ársskiftið