Aftur eitt gott ár hjá fiskimonnum

Prísirnir eru lækkaðir eitt sindur, men fiskiskapurin hevur verið góður, so sum heild hevur tað gingið gott

Fiskiskapur

Sum heild hevur 2004 verið eitt gott ár hjá okkara fiskimonnum.
Tað er tann stutta niðurstøðan, sum Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur at bera fiskimonnum, tá ið teir hittast á landsfundi í morgun.
Einir 100 fiskimenn plaga at verða á árliga landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum, har teir fara at viðgera ymisk viðurskifti, sum hava týdning fyri teirra viðurskifti, bæði á sjógvi og landi.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur, at tað er ógvuliga misjavnt, hvussu árið í ár hevur hilnast hjá okkara fiskimonnum í teimum ymsu skipabólkunum.
Men sum heild hevur hetta verið eitt gott ár hjá fiskimonnum, sigur hann.
?Árið í fjør var eitt sera gott ár. Í ár hevur tað ikki gingið heilt líka væl, men kortini má sigast, at sum heild hevur 2003 verið eitt gott ár, sigur Óli Jacobsen.
Hann sigur, at fiskiskapurin hevur verið góður, men at prísurin ikki hevur hildið sama støðið, sum í fjør.
Men tað er sjálvsagt ógvuliga ymiskt, hvussu tað hevur verið hjá teimum ymsu skipabólkunum.
Hjá Rækjuskipanum hevur verið heilt galið og tað er tann skipabólkur, sum er ringast fyri.
Hjá teimum, sum manna rækjuflotan, hevur miðalhýran ikki verið meiri enn 1.200 krónur upp á mannin um dagin.
Til samanberingar kann nevnast, at ein dagløn hjá einum arbeiðsmanni á landi er 865 krónur fyri átta tímar við sáttmálasettari tímaløn.

Línuskip skara framúr
Hinvegin sigur Óli Jacobsen, at ísfiskalínuskipini hava havt eitt sermerkt gott ár og tað er tann skipabólkurin, sum skarar framúr.
?Samstundis er støðan hjá ísfiskalínuskipunum í ár, besta dømi um, hvussu óútrokniligur fiskiskapur er.
?Vanliga plaga tey at fiska væl um várið og um heystið, men um summarið hevur ikki borið ti. Men nú er tað fullkomiliga broytt, so at tey eisini hava fiskað væl í summar.
Hann sigur, at hetta sæst aftur manningahýrunum hjá ísfiskalínuskipunum, har hvør maður hevur forvunnið yvir 1.800 krónur um dagin í ár í miðal.
Hetta er tríggjar ferðir so nógv sum fyri 10 árum síðani og setir eina tjúkka striku undir tað undur, sum línuskipunum hevur verið fyri hesi síðstu árini. Fyri nøkrum árum síðani var tað bara undantak, at hýran fór upp um minstuløn, men nú er hetta besti skipabólkur av ísfiskaskipunum og teir hava havt ein fiskiskap, sum ongin tordi at droyma um fyri nøkrum heilt fáum árum síðani.
Samstundis er hetta eisini eitt dømi um, hvussu fullkomiliga óálítandi metingarnar hjá fiskifrøðingunum er, tí ongar av teirra metingum hava hildið.
Eisini hjá teimum stóru lemmatrolarunum, hevur tað gingið rættiliga væl í ár, tí har hevur manningaparturin verið góðar 1.600 krónur upp á mannin um dagin og tað er ein lítil lækking afturímóti í fjør.
Og hjá partrolarunum, sum fiska upsa, hevur talan verið um eina afturgongd, so hjá teimum hevur inntøkan verið góðar 1.500 krónur uppá mannin í miðal um dagin. Hjá garnaskipunum er hýran 1.400 krónur í miðal um dagin.
Men best av øllum eru enn sum áður nótaflotin. Teir, sum sigla við nótaskipum, hava í ár forvunnið 3.000 krónur í miðal um dagin.