Er búskaparráðið sum ein heilag kúgv, í eingin hevur dirvi til at røra, lasta ella rósa, nú tað er barslað við einari »Frágreiðing 2003«, sum eftir mínari meining sigur »Neyð lærir nakna kvinnu at spinna«.
Tað hevði verið áhugavert at vitað, um hendan frágreiðingin hevði verið líka fýrakantað, um t.d. tvey fólk, sum arbeiða á »gólvinum« høvdu verið við til at skrivað hana.
Fjølmiðlarnir
Gud viti hvar teir eru, tí tað, sum teir hava borið fram frá búskapránum er loysingar-orðið »eingin studningur« og einki annað.
Teir seta ongar spurningar um t. d.
?Hvat við arbeiðsplássum á landi, um allur fiskur kann flytast óviðgjørdur av landinum?
?Hvat við arbeiðsplássum á landi, um allur fiskur undan Føroyum bleiv viðgjørdur umborð á skipum?
?Hvat hevði hent, um bert trolarar sum Skálaberg fiskaðu undir Føroyum?
?Hvat er tað fyri studningur sum avger, hvussu nógv fólk eru um borð á fiskiskipum?
?Hvat er tað fyri studningur sum ávirkar, hvar flakavirkir liggja í landinum?
?Er tað skilagott, at vinnan sjálv ger regluverk um fiskiskap og um, hvør sleppur at fiska, nær. hvar og hvussu?
?Skal eingin studningur latast um øll fiskivinnan fer á heysin?
Tað er undir allan kritik, at fjórða statsmaktin ikki tráspyr hesi skilafólk í búskaparráðnum um, hvat tey veruliga meina, tí tey skuldu ikki fingið loyvi til at slongt hesi tilmæli út, uttan viðmerkingar um avleiðingarnar.
Niðurstøðan
Tað sum kemur fram í frágreiðingini er, at fiskurin skal seljast, har mest fast fyri hann, og at alt fiskaarbeiði skal fara fram í miðstaðarøkinum ella umborð á fiskiskipunum.
Búskarráðið mælir óbeinleiðis til, at útjaðarin skal avtoftast, tí tað er ikki lønandi at hava nakað virksemi uttan fyri miðstaðarøki.
Livst so spyrst.










