Nú kemur eitt útspæl úr Føroyum um eitur í alilaksi

Vinnuhúsið hevur heitt á føroyskar myndugleikar um at geva teimum, sum keypa føroyskan laks eina formliga fráboðan um eitur í alilaksi

Eitur í alilaksi

? Vit mugu vóna, at hetta bara er eitt upplop. Men sjálvandi skulu vit taka hetta í álvara.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum heldur ikki, at føroyingar eiga at lata vísindaligu kanningina um eitur í alilaksi, fara afturvið borðinum.
Tí heldur hann, at tað hevði verið hóskandi um føroyskir myndugleikar góvu okkara keyparum eina formliga fráboðan um støðuna.
Og tað hevur Vinnuhúsið heitt á myndugleikarnar um at gera og í skrivandi løtu verður ein slík fráboðan orðað.
Hann vísir á, at myndugleikarnir í bæði Skotlandi og í Noregi hava givið keyparum sínum eina formliga fráboðan um eiturevni í alilaksi og tað hevur hann eisini heitt á føroyskar myndugleikar um at gera.
Eitt er, hvat vit í Føroyum vita um hesi viðurskifti, men eitt heilt annað er, hvat okkara keyparar vita og tí heldur hann, at tað hevði verið ein stórur fyrimunir, at keyparararnir fingu eina formliga fráboðan úr Føroyum.
Annars heldur hann, at vit eiga at fylgja neyvt við gongdini.
Hann sigur, at fyribils sær út til, at hetta hevur havt ávirkan í Suðurevropa, men at bretar ikki hava latið við seg koma.
Og í gjár segði Finn Rasmussen á Landshandlinum, sum útflytur nógvan laks, at eisini danir keyptu laks sum um at onki var hent.

Ivast í endamálinum
Annars er Jan Mortensen ikki heilt tryggur við vísindaliga virðið í hesi kanningini.
Í fyrstu atløgu heldur hann, at tað er hugvekjandi, at úrslitið av kanningini kemur beint nú.
Hann sipar til, at í USA er tað fyri ein stóran part privata vinnan, sum fíggjar gransking.
?Eg sigi ikki at tað er nakar samanhangur, men vit eiga at leggja okkum í geyma, at úrslitið av hesi kanningini um eiturevni í alilaksi kemur samstundis sum tað kemur fram, at neytaøði hevur tikið seg upp í USA.
Og Jan Mortensen spyr um tað er heilt óhugsandi at ætlanin er at leiða tankarnar frá trupulleikanum við neytaøði, helst tá ið hugsað verður um, hvussu stór vinnan neytahald er í USA.
Hann vísir eisini á, at eisini amerikanarar sjálvir ivast í kanningini. Hann sigur, at í einum tíðarriti verður víst á, at granskarar hava aldrin ávarað ímóti at eta smør, hóast tað er meiri pcb í smøri sum í alilaksi.
Tað, sum normenn og skotar hava víst á í sínum formligu fráboðanum til keypararnar, er at fyrimunirnir við at eta laks eru nógv størri enn vandarnir.
Tað verður eisini víst á, at amerikansku granskararnir hava lagt sítt støði eftir teimum markvirðum, sum EPA (Enviromental Protection Agency) hevur ásett fyri stuttleikafiskarar, sum ofta fiska í illa dálkaðum vøtnum og sum ikki eru alment viðurkend í USA.
Sostatt hava teir ikki lagt støði eftir teimum amrkvirðum sum almenni myndugleikin í USA, FDA (Food and Drug Administration) hevur ásett.
Høvdu teir tað, hevði onki verið at skrivað um, tí nøgdin av eiturevnum í laksi eru langt undir teimum markvirðum, sum FDA ásetir.
Nøgdirnar eru eisini langt undir teimum markvirðum, sum ES ásetir.

Onki nýtt
Annars sigur Jan Mortensen, at tað er onki nýtt, at dioxin og eiturevni eru í alilaksi, tí tað hava vit vita leingi.
Tað verður eisini regluliga kannað og hann hevur tað álit á føroyskum myndugleikum, at hevði nakað verið at funnist at, høvdu teir tala at.
Stjórin í Vinnuhúsinum leggur afturat, at í eini eftirmeting av amerikansku kanningini, hevur Charles R. Santerre, professari við lærda háskúlan í Purdue, staðfest, at etur tú eina máltíð av laksi um vikuna uppá eini 100 gramm í heili 70 ár, økir hetta um vandan fyri krabbmeini við bara 1 til 100.000.
Hansara niðurstøða er sostatt, at fyrimunirnir við at eta eina máltíð av aldum laksi eru størri enn møguligir vandar.
Hann vísir eisini á, at frá 1997 til 2001, fullu nøgdirnar av dioxin og pcb í matvørum sum heild umleið 50%.
? Teir, sum gera laksafóður, hava eisini lagt dent á at minka um nøgdirnar av hesum evnum í laksafóðrinum.
? Tí er vert at gera vart við at fiskurin sum er grundarlag undir kanningini í Science var tikin í 2002. Sostatt er talan um fisk, sum hevur verið fóðraður ímillum 1999 og 2002.
? Við dªagsins fóðri vildu nøgdirnar av dioxin og PCB tí ivaleyst verið nakað minni, sigur Jan Mortensen.