Væntandi vera eini 400 luttakarar úr øllum Norðurlondum við á stevnuni, sum verður á Norðurlandahúsinum. Hetta er fyrstu ferð, at slík ráðstevna er í Føroyum, og tí eru sjúkrasystrarnar spentar um, hvussu [...] Tær eru við at leggja seinastu hond á verkið, nú stóra ráðstevnan stendur fyri durum. Tað er felagið fyri psykiatriskar sjúkrasystrar í Føroyum, ið skipar fyri ráðstevnuni, sum byrjar hósmorgunin. Væntandi [...] at bjóða, so at luttakararnir allatíðina hava okkurt nýtt at hugsa um. Tað vera fleiri fyrilestrar á skránni. Ein tann mest áhugaverdi fyrilesturin er hjá Tórmóð Stórá. Hann lesur til sálarlækna, og hann
Marita Petersen gjørdist í summar ólekiliga sjúk av krabba, og hevur seinastu tíðina liðið á Landssjúkrahúsinum á stuttari sjúkralegu. Marita Petersen hevur livað eitt ógvuliga virkið og innihaldsríkt lív [...] var dóttir Sámal Johansen úr Haldórsvík og Annu Elisabeth fødd Matras av Viðareiði. Maður Maritu var Kári Dalsgaard Petersen úr Sørvági. Lesið meira í Sosialinum
um royna millum annað eisini Hans Kristian Simonsen, Sámal Christiansen og Kári Durhuus eydnuna. Kassameistarin leyp hvøkk á Ólav Runavíkingurin Eyðun Lamhauge, sum røkir pengakassan í Talvsamband Føroya [...] ratingfavoritturin vinnur hesa heldur styrkisveika kapping. Ólavur Simonsen er nevnliga einsamallur á odda, og somuleiðis einasti telvari í hópinum sum hevur yvir 2000 í rating. 2235 er nýggja ratingtal [...] hitt teir nærmastu kappingarneytarnar. Umframt javnleikin ímóti kassameistararnum, hevur hann vunnið á Hans Kristian Simonsen, Kára Durhuus og Ronny í Lon. Komandi fríggjadag fær hann Brandur Jacobsen yvir
og í námsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya frá 1981 til 1989 og á serlæraraútbúgvingini frá 1984 til 1986. Í 1988 og 1989 var Marita Petersen lærari í námsfrøði og námsfrøðiligum serlestri á Føroya Læraraskúla [...] Elisabeth, fødd Matras, av Viðareiði. Maður Maritu var Kári Dalsgaard Petersen úr Sørvági. Virkin lærari Hóast Marita Petersen náddi at koma ovast á politiska tindin í Føroyum sum fyrsti kvinnuligi løgmaðurin [...] eins og hon sama tíðarskeið undirvísti í sálarfrøði á Sjúkrasystraskúla Føroya. 1. oktober 1989 varð Marita Petersen sett í starv sum undirvísingarleiðari á Landsskúlafyrisitingini. Seinni gjørdist hon un
málið ímóti HB. Sunnudagin var Jan C. Dam á B68 miðvøllinum, og Kurt Mørkøre skoraði eitt mál fyri KÍ ímóti B71. Í tí dystinum setti Kári Reynheim seg sjálvan á B71 liðið beinanvegin eftir steðgin. Tá vágamenn [...] nú eitur Løkin, mitt á miðvøllinum, og har verður hann kanska eisini í kvøld. Jóannes Jakobsen hevur ikki spælt í ár. Men næstsíðsta sunnudag var hann á dómaraseðlinum, tá B68 var á Sandi. Hann var eykamálverji [...] man í miðal liggja um eini tólv ár. Hjá teimum flestu tekur tað sína tíð at koma á toppin. Summir gevast, meðan teir eru á toppinum, aðrir duga at trappa spakuliga niður, og so eru tað teir, sum gevast fleiri
pláss ímóti B71. Men tað spurdist lítið burturúr. Í fyrra umfarinum pakkaði B71 seg væl saman á egnari hálvu. Teir á heimaliðnum høvdu bóltin heilt nógv, og teir spældu seg til fleiri møguleikar at fáa mál [...] tað væl lættari hjá sandoyarverjuni at byrgja upp fyri. B71 løtan Eftir steðgin setti Kári Reynheim seg sjálvan á vøllin. Hann kom inn fyri vongverjan í høgru, Hans Jørgen Djurhuus. Útskiftingin var neyðug [...] hevði onkrar umskipingar á B71 liðnum við sær. Og fyrrapartin av seinna umfarinum vóru gestirnir í Klaksvík væl betri við, enn teir høvdu verið í 1. hálvleiki. Serliga Kári Nielsen var eyðsýndur. Hann
tíðina. Marita Petersen var dagligur gestur norðuri á Viðareiði í barnaheiminum hjá konu míni í sínum ungu døgum. Og harafturat eru maður Maritu, Kári Petersen, og eg eisini tríminingar. So eg havi ikki [...] virkna, men eisini virda og avhildna kvinnu í politikki, sigur Anfinn Kallsberg. Anfinn Kallsberg vísir á, at hann persónliga hevur upplivað eitt skilagott samstarv, tá hann sat í samgongu saman við Maritu [...] bæði tá tey bæði vóru tingfólk, og tá Marita var løgmaður. ? Marita var løgmaður tá ógvuliga nógv stóð á, bæði hjá politisku skipanini og hjá fólkinum í Føroyum. Hetta var ein tann truplasta tíðin, vit hava
miseydnaði og særd. Marita kom sum eitt skot inn á politiska pallin í Føroyum. Fyrst á ting og síðan í landsstýrið, og tá tað virkuliga leikaði á, tók hon róðurtørn á søkkandi føroysku samfelagsskútuni. Skútan [...] til pumpurnar, og tá skútan var nøkulunda lens, varð farið at pjøssa upp á teir ringastu lekarnar. Skútan var ikki komin upp á rættkjøl, tá Marita fór úr løgmannssessinum í 1994, men tær fyrstu avgerandi [...] deytt, onki æti at sígga, lomvigin hevði pakkað sekkin í Høvdanum í Skúvoy, virkini lógu við turrum gólvum og meginparturin av flotanum var farin á húsagang. Marita er farin og politiskt fara vit at minnast
javnaðarhugsjónina, sum ein sjálvsagdan part av førninginum heimanífrá, fleiri ferðir á lívsvegi sínum varð steðgað á til tess at granska seg sjálva fyri at vinna út av, um justeringar skuldu fremjast, kósir [...] har humanisma, samhaldsfesti, rættvísi og rættferð, vóru hornasteinar at grunda samveru ímillum manna á, tað samveru, sum gav størsta mát av frælsi og vælferð til hin einstaka og møguleika fyri størsta máti [...] longst møguligt, eisini at egnum málum. Og Marita røkk langt tey 10 árini, hon stóð í fremstu røð, á tingi, í landsstýri og aðrastaðni. Eitt av hennara hjartamálum var javnstøða ímillum kynini. Sjálvsagt
STARVSSETAN Heri Kragesteen og Kári Petersen eru frá 1. august farnir í starv sum sálarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum. Heri Kragesteen, sum hevur starvast sum lærari á Føroya Læraraskúla í nógv, er settur [...] settur í fast starv, og Kári Petersen, sum í nøkur ár hevur arbeitt á Sernámsdeplinum, røkir farloyvisstarv fyri Ásvør Skaalum. Frammanundan starvast Eyðun Joensen sum sálarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum.