Spennandi ráðstevna um psykiatri í Føroyum

Hósdagin byrjar stór ráðstevna í Føroyum fyri psykiatriskar sjúkrasystrar úr øllum Norðurlondum. Jóhanna Andreasen er ein av fyriskiparunum, og hon heldur, at ráðstevnan hevur nógv áhugavert at bjóða. M.a. fer Tórmóð Stórá at hava fyrilestur um sjálvmorð í Føroyum

 

Tær eru við at leggja seinastu hond á verkið, nú stóra ráðstevnan stendur fyri durum. Tað er felagið fyri psykiatriskar sjúkrasystrar í Føroyum, ið skipar fyri ráðstevnuni, sum byrjar hósmorgunin.

Væntandi vera eini 400 luttakarar úr øllum Norðurlondum við á stevnuni, sum verður á Norðurlandahúsinum. Hetta er fyrstu ferð, at slík ráðstevna er í Føroyum, og tí eru sjúkrasystrarnar spentar um, hvussu hetta fer at spæla av.


Fjølbroytt ráðstevna

Jóhanna Andreasen er formaður í nevndini hjá felagnum fyri psykiatriskar sjúkrasystrar, og tað er nevndin, sum hevur staðið fyri fyrireikingunum.

Hon sigur, at tey hava lagt seg eftir at hava eina so fjølbroytta ráðstevnu sum til ber. Hon heldur tað vera týdningarmikið, at hava nógv ymiskt at bjóða, so at luttakararnir allatíðina hava okkurt nýtt at hugsa um.

Tað vera fleiri fyrilestrar á skránni. Ein tann mest áhugaverdi fyrilesturin er hjá Tórmóð Stórá. Hann lesur til sálarlækna, og hann hevur í hesum sambandi skrivað eina ritgerð um sjálvmorð í Føroyum.

Hann fer at leggja úrslitini fram á ráðstevnuni, og tað verður áhugavert hjá føroysku luttakarunum eins og hjá teimum útlendsku at síggja, hvussu støðan er í Føroyum hesum viðvíkjandi.

August Wang gjørdi eina ritgerð um sama evni fyri nøkrum árum síðani, og Tórmóð hevur síðani arbeitt víðari við hesum. Hann hevur granskað aldurin, kynið og hvar í landinum tey búgva, ið hava tikið lívið av sær sjálvum.

Ein annar áhugaverdur fyrilestrahaldari er Allan Holmgren. Hann finst serliga at viðgerðarhættunum, ið nýttir vera í dag. Hann sigur, at sálarliga sjúk fólk ikki bara skulu hava eina diagnosu og síðani hava heiligvág, men teimum skal eisini verða givin ein vón um at gerast frísk. Holmgren heldur, at læknar í størri mun eiga at taka alla familjuna við í viðgerðina.

Allan Holmgren fer at hava ymisk áhugaverd innlegg. Millum annað fer hann at vísa sjónband frá sínum egnu viðgerðum við sjúklingum, og hann fer at vísa brot úr filminum Don Juan.

Umframt fyrilestrar verða eisini sokallaðir workshops. Her sleppa luttakararnir at royan seg í meira praktiskum arbeiði.


Familjan

Heitið á stevnuni er ?Familjan ? ein møguleiki ella ein forðing?. Í hesum sambandi sigur Jóhanna, at familja hjá einum sálarliga sjúkum persóni kann bæði vera ein stuðul í at gerast frískur, men kann eisini vera eitt haft um beinið á tí sjúka.

Tí verður leikluturin hjá familjuni tikin til viðgerðar. Hon sigur, at tað sum heild næstan er bannað at tosa um sálarligar sjúkur í Føroyum. Fólk, ið eru innløgd, vilja ikki hava nakað samband við onnur, tí tað hetta er tabu.

Tað er hinvegin lættari hjá sjúklinginum at fáa bata, um tosað verður opið um trupulleikarnar. Felagið føroyskar psykiatriskar sjúkrasystar vilja við hesum tiltakinum hava størri viðurkenning í samfelagnum fyri sálarsjúkum, og at hesar eru at meta eins við aðrar kropsligar sjúkur.

Fyri at krydda ráðstevnuna hava fyrireikararnir fingið Edvard Fuglø at hava framsýningar við sínum verkum. Eisini fer Kári Sverrison at syngja og Hans Tórgarð fer at spæla leikin um Van Gogh.