Sunnukvøldið umleið klokkan 19 gav 60 ára gamla Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður, upp andan.
Marita Petersen gjørdist í summar ólekiliga sjúk av krabba, og hevur seinastu tíðina liðið á Landssjúkrahúsinum á stuttari sjúkralegu.
Marita Petersen hevur livað eitt ógvuliga virkið og innihaldsríkt lív. Millum annað var hon Føroya Løgmaður harðastu kreppuárini, Føroya land hevur upplivað í nýggjari tíð.
Marita Petersen varð fødd í Vági 21. oktober 1940. Hon var dóttir Sámal Johansen úr Haldórsvík og Annu Elisabeth fødd Matras av Viðareiði. Maður Maritu var Kári Dalsgaard Petersen úr Sørvági.
Lesið meira í Sosialinum