Favoritturin á odda

Klaksvíkingurin Ólavur Simonsen, sum hevur heili 270 ratingstig fleiri enn næstovasti telvari í Íslandssúlukappingini, liggur einsamallur á odda.

 

Talv


Árliga Íslandssúlukappingini fór av bakkastokki hetta vikuskifti í hølum Havnar Telvingarfelags, og stór sannlíkindi eru fyri at ratingfavoritturin vinnur hesa heldur styrkisveika kapping. Ólavur Simonsen er nevnliga einsamallur á odda, og somuleiðis einasti telvari í hópinum sum hevur yvir 2000 í rating. 2235 er nýggja ratingtal hansara, og merkir tað hann nú hevur sníkt seg framum Torbjørn Thomsen, Eyðun Nolsøe og Flóvin Tór Næs.

Fýra umfør eru leikt, og tey seinastu trý talvini verða telvd komandi vikuskifti. Av teimum fjúrtan luttakararnum royna millum annað eisini Hans Kristian Simonsen, Sámal Christiansen og Kári Durhuus eydnuna.


Kassameistarin leyp hvøkk á Ólav

Runavíkingurin Eyðun Lamhauge, sum røkir pengakassan í Talvsamband Føroya, niðurspældi Ólavur í fyrsta umfarinum. Hendan niðurspæling førdi tó ikki meir enn til ein javnleik. Ov stór virðing fyri fjórðhægst rataða telvaranum í Føroyum var orsøkin. Eyðun hevur 610 ratingstig færri enn Ólavur, og er tí javnleikurin eitt bragd sum hann kann vera nøgdur við.

Ólavur verður ringur at steðga av tí at hann hevur hitt teir nærmastu kappingarneytarnar. Umframt javnleikin ímóti kassameistararnum, hevur hann vunnið á Hans Kristian Simonsen, Kára Durhuus og Ronny í Lon. Komandi fríggjadag fær hann Brandur Jacobsen yvir av sær, og hann er ikki hvør sum helst. Eisini kann Sámal Christiansen gera ein vørr, og tí kann Ólavur ikki enn kenna seg heilt vísan í støðu sínari.

Ikki bert hevur Eyðun yvirraskað, men so sanniliga eisini tann heilt ungi Rógvi Mortensen úr Havn. Hann er við í toppinum við sínum hálvumtriðja stigi, og heldur hann fram fer ivaleyst okkurt gott at spyrjast burturúr honum komandi árini.

Tíverri hevur ikki verið møguligt at fingið hendur í nøkrum talvi úr kappingini.


Støðan í toppinum:


Ólavur Simonsen 3,5 av 4

Eyðun Lamhauge 3,0

Hans K. Simonsen 3,0

Brandur Jacobsen 2,5

Rógvi Mortensen 2,5


Nýggjur ratinglisti pr. 12.08.01

Niðanfyri eru fullførdur listi yvir telvarar omanfyri 2000 í rating.


1. John Arni Nilssen 2360

2. John Rødgaard, IM 2315

3. Heini Olsen 2265

4. Ólavur Simonsen 2235

5. Flóvin Þór Næs 2230

6. Eyðun Nolsøe 2220

7. Torbjørn Thomsen 2210

8. Rani Nolsøe 2185

9. Jens Christian Hansen 2165

- Bogi Ziska 2165

11. Carl Eli N. Samuelsen 2160

12. Rógvi W. Rasmussen 2155

13. Jóan Hendrik Andreasen 2100

14. Steintór Rasmussen 2090

15. Martin Poulsen 2085

- Torben Ø. Johansen 2085

17. Terji Petersen 2080

- Torkil Nielsen 2080

- Heini Danielsen 2080

20. Martin Brekká 2060

21. Finnbjørn Zachariasen 2050

22. Olaf Berg 2040

23. Herluf Hansen 2035