Marita farin


 

Nógvir føroyingar hugsa djúpt í dag og sváru kreppuárini í fyrru helvt av nítiárunum spríkja fram aftur í minninum, fesk, lærurík og óunnilig,sum minni um eina farna tíð, íð tilkomni føroyingurin ongantíð gloymir.

Ósmæðin, beisk, ópolerað og døpur sum altíð komu deyðsboðini av Maritu Petersen sunnudagin. Einans 60 ára gomul. Okkara fyrsta og higartil einasta kvinna, sum hevur sitið í løgmannssessinum.

Fjølmiðlarnir kendu Maritu og fylgdu henni frá fyrsta degi, hon settist í tá óunniliga løgmannsstólin, sum skiparin á einum samfelag, ið lá í knúsi eftir at hava bóltað rút fíggjarliga fleiri ferðir innan vikur. Leikluturin hjá Maritu minti ikki sørt um leiklutin hjá Churchill undir seinna heimsbardaga. Hóast bumburnar ikki regnaðu yvir Føroyar í orðsins rætta týdningi, so hevi fólkið mist vónina á sama hátt, sum tá kríggj herjar. Vánalig ella ongi útlit og fólk í hópatali flyddu av landinum, settu seg niður í fremmand lond sum búskaparligir flóttar, miseydnaði og særd.

Marita kom sum eitt skot inn á politiska pallin í Føroyum. Fyrst á ting og síðan í landsstýrið, og tá tað virkuliga leikaði á, tók hon róðurtørn á søkkandi føroysku samfelagsskútuni. Skútan rak fyri vág og vind, og tað fyrsta, hon gjørdi, var at leggja hana upp í vindin. Síðan fór hon til pumpurnar, og tá skútan var nøkulunda lens, varð farið at pjøssa upp á teir ringastu lekarnar. Skútan var ikki komin upp á rættkjøl, tá Marita fór úr løgmannssessinum í 1994, men tær fyrstu avgerandi umvælingarnar vóru gjørdar og slóðað var fyri stóru veruligu yvirhálingini.

Við Maritu á odda í Tinganesi kom eitt nýtt rák í Tinganes, sum fjølmiðlar fegnaðust um. Hon lat Tinganes upp, og opinleikin gav møguleika fyri betri tíðindaflutningi. Hon tók upp eftir ráki úttan úr heimi, har pressan hevur ein sjálvsagdan leiklut á teimum bonaðu gólvunum. Hon dugdi væl at føra seg fram í pressuni, og hon goymdi seg ikki.

Marita stóð seg væl í andróðri, og politiskt man hon ivaleyst hava sitið sum løgmaður í svárasta tíðarskeiði føroyinga yvirhøvur. Hon var stór, statelig, og hevði myndugleika, og kanska føroyingurin longdist eftir eini kvinnu í oddasessinum. Í Vestmanna høvdu kvinnurnar fingið skil upp á kommununa, kanska fór hon at at gera tað liviligt aftur í Føroyum.

Øll odds vóru ímóti Maritu, tá hon settist í løgmannssessin. Vit vóru endaði í einari búskaparkreppu, sum ongin hómaði eina slóð úr. Búskaparkreppan hevði rakt okkara grannalond frammanundan. Nú var hon her. Men tað sum fyrst og fremst svævdi føroyska samfelagið var, at akkurát um hetta mundi sovnaði náttúran eina løtu. Fiskastovnarnir vóru so illa fyri sum ongantíð fyrr, havið var deytt, onki æti at sígga, lomvigin hevði pakkað sekkin í Høvdanum í Skúvoy, virkini lógu við turrum gólvum og meginparturin av flotanum var farin á húsagang.

Marita er farin og politiskt fara vit at minnast hana sum jarnkvinnuna, ið hevði dirvi at stjórna einum lamskotnum Føroyum, tá einki mannfólk var eftir í landinum.


Friður verið við minninum