Marita Petersen var nærlagdur politikari

Allir føroyingar eiga at drípa høvur í tøkk til hesa megnar kvinnu, sum farin er. Hon var ein nærlagdur politikari í torførastu tíðini, sum Føroyingar hava upplivað í nýggjari tíð. Soleiðis sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, um deyða Maritu Petersen

 

? Marita var ein ógvuliga nærlagdur politikari. Tað er einki at ivast í. Og hetta síggja vit eisini í hennara »lyn karrieru«. Hóast hon bert var tíggu ár í politikki, megnaði hon at gerast løgmaður, forkvinna Javnaðarfloksins og tingformaður.

 

? Hetta er tekin um eina virkna, men eisini virda og avhildna kvinnu í politikki, sigur Anfinn Kallsberg.

 

Anfinn Kallsberg vísir á, at hann persónliga hevur upplivað eitt skilagott samstarv, tá hann sat í samgongu saman við Maritu Petersen, bæði tá tey bæði vóru tingfólk, og tá Marita var løgmaður.

 

? Marita var løgmaður tá ógvuliga nógv stóð á, bæði hjá politisku skipanini og hjá fólkinum í Føroyum. Hetta var ein tann truplasta tíðin, vit hava havt. Og tá vóru ógvuliga nógv tung tiltøk, ið máttu setast í verk. Hetta setur sjálvandi síni spor. Men tað vísir eisini politiskt dirvi og politiskt skil, sigur Anfinn Kallsberg.

 

Løgmaður hevur eisini hug at vísa á, at tað var í tíðini hjá Maritu, at nógv av grundarlagnum varð lagt til stýrisskipanina, har ábyrgd og avgerð fylgjast at.

 

 

 

Kendust persónliga

 

Anfinn Kallsberg og Marita Petersen kendust ikki bert frá tí professionella lívinum á politiska leikpallinum. Tey vóru eisini vinir og óbeinleiðis í ætt.

 

? Kona mín og Marita Petersen vóru syskinabørn og hava havt nógv saman, serliga fyrr í tíðina. Marita Petersen var dagligur gestur norðuri á Viðareiði í barnaheiminum hjá konu míni í sínum ungu døgum. Og harafturat eru maður Maritu, Kári Petersen, og eg eisini tríminingar. So eg havi ikki bert havt politiskt samskifti við Maritu, greiðir Anfinn Kallsberg frá.

 

Tí hevur Anfinn Kallsberg eisini hug at koma við einari persónligari heislan til tey, sum hava mist.

 

? Tað er altíð sárt at missa. Og vil eg sýna mína djúpastu samkenslu við tær, Kára, og við tykkum, synunum, endar Anfinn Kallsberg.