Berg í Havn er farið undir at grava út fyri nýggjum fjósi og ríðihøll í Flatnahaga vestan fyri Hotel Føroyar við Oyggjarvegin. Leif Berg sigur, at høllin, sum bygd verður, verður 33 ferðir 24 metrar til
Olja og umhvørvi Í farnu viku varð skipað fyri seminari á Hotel Føroyum, har umboð fyri GEM-samstarvið løgdu fram úrslitini frá teimum ymsu verkætlanunum. Um kvøldið varð skipað fyri almennum fundi, har [...] nú í donskum farvatni. Oljufeløgini vildu tí fyrst og fremst hava so nógva vitan um sjófugl við Føroyar alt árið, og eisini um fjørðuna. Men løgdu kanska minni í um krabbadýr í miðum sjógvi í Hetlandsrennuni [...] høpi. Fiskirannsóknarstovan hevur í 20 ár miðvíst savnað dáta um hita og salt í sjónum rundanum Føroyar, og vit taka í miðal um 500 sonevndar CTD støðir á hvørjum ári. Eisini hava vit í altjóða samstarvi
matstova á Hotel Føroyum. Gamla matstovan »Glasstovan« er niðurløgd, og í hølunum er gjørd ein heilt nýggj og øðrvísi matstova, sum hevur fingið heitið »Koks«. - Tað eru 27 ár síðani, at Hotel Føroyar varð bygt [...] bygt, og tí var tíðin komin til at broyta matstovuna, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum. Á hotellinum eru nú tvær matstovur, ein er niðri undir, ein bíligari matstovu, har gestir, sum ikki [...] hesum nýggja - og ikki sørt forkunnuga - hátti at marknaðarføra matstovuna - og ikki minst at branda Føroyar sum ferðamannaland. Navnið »Koks« er valt av fleiri orsøkum. Tað kann hava nakað við brennievnið
danska sjóverjan húsini, ið so fingu navnið Komandørhúsini millum manna. Nú eru húsini hotel. Havgrím Seaside Hotel 1948 . Arbeitt hevur verið í longri tíð við at umbyggja húsini, og í vikuni lótu hurðarnar [...] hevði lagt so nógva orku í at byggja. Fyrst í fimtiárunum skolaðu búskaparligir brotasjógvar yvir Føroyar, Sjóvinnubankin fór av knóranum og tók Havgrím við í fallinum. Húsini yviri við Strond máttu seljast
lærutíðini var hann á Hotel D´Angleterre, sum er eitt av teimum fáu 5 stjørnaðu hotellunum í Danmark og partur av "Remmen Hotels". Tað var tá eisini tað einasta danska hotellið í "Leading Hotels of the World" [...] Magni byrjaði sína hotel karrieru á Hotel Hafnia fyri nærum 10 árum síðani. Tá byrjaði hann sum uppvaskari í køkinum, var seinni avloysari fyri húsavørðin og fastur náttarvaktur. Áðrenn hann fór til Danmarkar [...] lærdi alt, sum er vert at vita um ostar. Sum partur av lærutíðini í "Remmen Hotels" arbeiddi hann eisini á Sophie Amalie Hotel í Nyhavn. Har fekk hann møguleikan at vera útsendur til tað luxuriøsa "Chateau
tører. Privatar fyritøkur, ið hava stuðlað, eru: Hotel Føroyar, Faroe Ship, Bank Nordik, Effo, Advokatskrivstovan, Eik Banki, Tryggingarfelagið Føroyar, P/f Poul Michelsen, SIRI, SPEKT og Advokatfelagið
Hotel Tórshavn, Johannes Jensen, nú Føroyar í dag yvirtaka flogvøllin í Vágum. Hetta hendir sama dag, sum Hotel Tórshavn er vorðið nútímansgjørt og útbygt og verður tikið alment í brúk við móttøku seinnapartin [...] -At Føroyar ikki hava ein alternativan flogvøll er størsta forðing fyri samfelagsmenningini. Vit kunnu gloyma alt um ferðavinnu í Føroyum fáa vit ikki tíðarhóskandi flogvøll Hetta sigur stjórin á Hotel
AÐALFUNDUR Týskvøldið helt Smyril Line aðalfund á Hotel Føroyum. Umframt at leggja roknskapin fyri partaeigararnar var eisini nevndarval á skránni. Nevndarformaðurin seinastu mongu árini, Tórmóður Djurhuus [...] umboðandi partapeningin hjá Vestlaks og á Seyðisfirði, og Klæmint Weihe, umboðandi Tryggingarfelagið Føroyar. Greitt er, at nýggi formaðurin verður Hans Mortensen ella Klæmint Weihe. Viðtøkurnar fyri P/F Smyril
nýggi stjórin á Hotel Hafnia. Pætur Trónd Thomsen kemur úr starvinum sum sølu-og tænastuleiðari umborð á Norrønu, har hann hevur starvast síðani 2011. Hann er útbúgvin tænastuøkonomur á Hotel- og Resturat [...] at uppgávan hjá honum verður at gera Hotel Hafnia, sum liggur í hjartanum í høvuðsstaðnum, til fyrsta val, bæði hjá føroyingum og útlendingum, sum vitja Føroyar. - Tað er uppgávan hjá mær sum stjóri og [...] sum er borin út í hvørt hús. Sosialurin viðgerð eisini nærri ætlanirnar hjá Atlantsflog at byggja hotell í høvuðsstaðnum, umframt at Fótbóltsblaðið liggur inni í blaðnum.
Kappast verður á gøtunum millum Hotel Føroyar og fjósini í Havnardali. Hesa ferð verður fyrst runnið, síðan súkklað og so skulu íðkararnir aftur í renniskógvarnar og renna teir seinastu tríggjar kilometrarnar