Magni byrjaði sína hotel karrieru á Hotel Hafnia fyri nærum 10 árum síðani. Tá byrjaði hann sum uppvaskari í køkinum, var seinni avloysari fyri húsavørðin og fastur náttarvaktur. Áðrenn hann fór til Danmarkar at læra til kokk, arbeiddi hann tvey ár í móttøkuni. Tískil hevur Magni gott innlit í øll viðurskifti á hotellinum.
Í Danmark býrjaði hann í læru á teirri kendu og virdu matstovuni, Restaurant Saison, har hann arbeiddi undir Erwin Lauterbach, sum er kendur í kokkaverðini um allan heim. Har arbeiddi hann eisini saman við "Årets kok 99", Rasmus Grønbeck.
Bróðurpartin av lærutíðini var hann á Hotel D´Angleterre, sum er eitt av teimum fáu 5 stjørnaðu hotellunum í Danmark og partur av "Remmen Hotels". Tað var tá eisini tað einasta danska hotellið í "Leading Hotels of the World" samtakinum.
Her hevði hann m.a. heiðurin at borðreiða fyri Margrethu Drotning og øðrum kendum fólkum sum t.d. Dalai Lama, Bruce Springsteen, Mike Tyson og EU leiðarum.
Krydd-gentan, Mel C., bílegði eisini hansara góðu grønmetissuppu at hava við í termofløsku á pallin at mýkja røddina undir solo-konsertini í Parkini.
Í lærutíðini arbeiddi hann í frítíðini eisini fyri aðrar fyritøkur, m.a. hevur hann gjørt mat til tann danska aðalin á "Den Kongelige Skydebane, Sølyst". Harafturat var hann fast í vælútbygdu ostadeildini hjá ISO, har hann lærdi alt, sum er vert at vita um ostar.
Sum partur av lærutíðini í "Remmen Hotels" arbeiddi hann eisini á Sophie Amalie Hotel í Nyhavn. Har fekk hann møguleikan at vera útsendur til tað luxuriøsa "Chateau Eza" í Frankaríki, sum hevði eina Michelin stjørnu. Hetta slottið liggur uttast á einum forbergi í Nice, og er útnevnt "Luxury Small Hotel of the World".
Sostatt hevur starvsleið hansara frá uppvaskara til chefkokk verið long og fjølbroytt, men nú er hann so komin á rætta stað, og væntað vit at fáa stóra gleði av hansara dugnaskapi og kunnleika her á Hotel Hafnia.
Eitt tað, sum hann serliga hevur tikist við, síðani hann byrjaði í nýggja starvinum, er, umframt tað vælumtóktu kvinnubuffetina, at snikka saman eitt nýtt à la carte kort til matstovuna. Har eru nógvir góðir rættir í at velja, sum hava støðið í teim góðu rávørunum, sum tað er gjørligt at fáa í Føroyum og til Føroyar. M.a. er avtala fingin í lag við Hera Guttesen og Trónd Niclasen úr Bø um at keypa _ ára gamlir kálvar frá teimum, so at vit nú kunnu bjóða lekkurt kálvakjøt úr Bø. Allir rættirnir á kortinum eru merktir av tí nýggja rákinum innan matvørulist í Europa og eru sera spennandi. Nýggja à la carte kortið byrjaði 30. januar.