Nýggj ríðihøll við Oyggjarvegin

Felagið Berg Hestar í Havn byggir nýtt rossafjós og ríðihøll við Oyggjarvegin

Tórshavn: Felagið Berg Hestar hjá Leif Berg í Havn er farið undir at grava út fyri nýggjum fjósi og ríðihøll í Flatnahaga vestan fyri Hotel Føroyar við Oyggjarvegin.

Leif Berg sigur, at høllin, sum bygd verður, verður 33 ferðir 24 metrar til støddar. Høllin verður flutt inn úr Svøríki, haðani hon verður latin í viku 50. Ætlanin er, at bygningurin skal standa klárur í februar-mars komandi ár. Høllin er gjørd soleiðis, at tað er lætt at byggja hana út, um tørvur skuldi verðið á tí. Og plássið rundan um er gott, so har er eingin forðing mótvegis tí, sum er í Marknagili, har Berg Hestar halda til í dag.

Høllin fer at verða brúkt til ríðing fyri brekað. Hendan ríðingin fer sum er fram á økinum við Marknagilsvegin, har Berg Hesta nú halda til. Men tá høllin verður liðug, fer at bera til at hava ríðingina undir taki, og tað er sjálvandi nógv betri.

Leif Berg greiðir frá, at hendan ríðingin byrjaði í 1990 sum eitt frítíðarítriv. Hann byrjaði tá saman við einum fysioterapeuti. Í dag eru tað umleið 30 fólk, sum regluliga brúka hetta tilboðið. Tey fáa ávísing frá lækna og játtan frá Almannastovuni. Hvønn mikudag verður farið til Runavíkar, har riðið verður á fótbóltsvøllinum, sigur Leif Berg. Eini fimm ross verða vanliga brúkt til hesa ríðingina.

Bygningurin, sum bygdur verður við Oyggjarvegin, er umframt sjálva høllini eisini eitt fjós, sum fer at hýsa 33 rossum. Í dag hevur felagið 20 ross. Men fleiri eru, sum hava biðið um pláss fyri egnum rossum, so flotin fer at vaksa munandi, sigur Leif Berg.

Tað er soleiðis, at økið, sum bygningurin fer at standa á, er leigað frá Tórshavnar Kommunu í 15 ár. Ymsar umstøður gera, at ikki ber til at leiga básarnar út. Tí er avgjørt at hækka partapeningin í felagnum. Soleiðis koma nýggir eigarar í felagið og fáa á tann hátt síni ross í fjósið.

Aftrat fjósinum og høllini verður eisini ein bjálkabygningur til ferðafólk bygdur.

Leif Berg sigur, at tey hava seinnu árini rættiliga fingið bygt upp eina vinnu við ríðitúrum. Byrjað varð við hesum túrunum í 1993, og fyrstu árini vóru tað bara útlendingar, sum fóru túrarnar. Men seinastu tvey árini hava tað verið fleiri føroyingar enn útlendingar, sigur hann.

Bygningurin við Oyggjarvegin er projekteraður til 2,3 milliónir krónur. Men Leif Berg sigur, at har eru so nógv, sum á ein ella annan hátt taka eina hond í, at hann væntar, at tað kann gerast munandi bíligari.