32 ára gamli Pætur Trónd Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í Hafnia. Tað skrivar Sosialurin í mikudagsblaðnum.
- Eg gleði meg til framhaldandi at vera partur av tí fyritøku, eg havi arbeitt fyri síðani 2011. Smyril Line ger eitt stórt marknaðarføringsarbeiðið, og eg ivist onga løtu í, at hetta eisini fer at kasta av sær til hotellið og tað virksemi, sum eg nú komi at standa fyri her í miðbýnum í Havn, sigur nýggi stjórin á Hotel Hafnia.
Pætur Trónd Thomsen kemur úr starvinum sum sølu-og tænastuleiðari umborð á Norrønu, har hann hevur starvast síðani 2011. Hann er útbúgvin tænastuøkonomur á Hotel- og Resturatiónsskúlanum í Keypmannahavn og hevur ein bachelorgrad í International Hospitality Managment frá Oxford.
Nýggi stjórin sigur, at uppgávan hjá honum verður at gera Hotel Hafnia, sum liggur í hjartanum í høvuðsstaðnum, til fyrsta val, bæði hjá føroyingum og útlendingum, sum vitja Føroyar.
- Tað er uppgávan hjá mær sum stjóri og mínum starvsfeløgum at seta miðbýarhotellið á heimskortið sum fyrsta val í høvuðsstaðnum. Málið er at veita eina framúr góða tænastu til øll vitjandi – antin tað er til ráðstevnur, fyrilestrar ella til at eta, drekka ella sova, sum Pætur Trónd Thomsen tekur til.
Les eina longri samrøðu við nýggja stjóran í Sosialinum, sum er borin út í hvørt hús. Sosialurin viðgerð eisini nærri ætlanirnar hjá Atlantsflog at byggja hotell í høvuðsstaðnum, umframt at Fótbóltsblaðið liggur inni í blaðnum.