Nýggj vitan undan oljuleiting

-Setningurin var at fáa til vega nýggja vitan og samskipa verandi vitan soleiðis, at oljufeløgini á so tryggum grundarlag sum gjørligt, kundu leita eftir olju í føroyskum sjógvi.

 

Olja og umhvørvi


Í farnu viku varð skipað fyri seminari á Hotel Føroyum, har umboð fyri GEM-samstarvið løgdu fram úrslitini frá teimum ymsu verkætlanunum. Um kvøldið varð skipað fyri almennum fundi, har m.a.

ein av oddamonnum í GEM, Hjalti í Jákupsstovu,

stjóri á Fiskirannsóknarstovuni á ein sera upplýsandi og áhugaverdan hátt greiddi frá gongdini í GEM frá byrjan og til dagin í dag. Vit geva Hjalta orðið:


-Oljufyrisitingin, sum Oljumálastýrið æt fyrr, skeyt í 1996 upp fyri oljufeløgunum, sum høvdu áhuga í føroyska økinum, um at ganga saman um at gera tær kanningar, sum vóru fyri neyðini at gera, tá tey, á so tryggum grundarlagi fyri fólk og umhvørvi sum gjørligt, skuldu fara undir leitiboring undir Føroyum.


Oljufeløgini tóku hugskotið til sín, tí tey sjálvandi skjótt sóu fyrimunirnar í at arbeiða saman í hesum, bæði fingu tey neyðugu upplýsingarnar betur, skjótari og bíligari, enn um tey fóru út hvør sær, og eisini vóru keldurnar til upplýsingar yvirhøvur í stóran mun bert føroysku stovnarnir, og at tey hvørt í sínum lagi skuldu ganga stovn av stovni, hevði ikki bara verið heppið hvørki fyri fámentu stovnarnar ella feløgini.


Tey árini oljuráðleggingarnevndin arbeiddi, kom lítið út, og tá frágreiðingin kom høvdu stovnarnir t.e. Fróðskaparsetrið, Fiskirannsóknarstovan, Náttúrugripasavnið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan onki innlit í, hvat fór fram, hvat ætlanin var, og hvønn lut Ráðleggingarnevndin hevði hugsað sær, at føroysku stovnarnir skuldu hava í eini framtíðar "oljuvinnu" í Føroyum. Orka var heldur eingin á stovnunum at seta seg inn í spurningar um olju virksemi. Og vitanin á stovnunum var tí lítil og eingin. Arne Nørrevang var limur í ráðleggingarnevndini, men hetta var hann valdur til av persónligum eginleikum, og ikki sum leiðari av BIOFAR. Honum var, sum hinum í ráðleggingarnevndini, áløgd tagnarskylda, og hann fekk tí ikki kunnað stovnarnar heldur.


Ein serlig frustrasjón tók seg upp, tá eitt av olju- samtøkunum fekk í lag at gera eitt sonevnt "Environmental statement". Tiltakið var í og fyri seg vælmeint, ein pen bók kom burturúr, men bókin vísti eisini á, at nógv var eftir at gera. Trupulleikin var bert, at stovnarnir sluppu, gjøgnum interview at greiða frá føroyska umhvørvinum, men høvdu annars onga ávirkan, og tá úrslitið kom, var tað heft við nógvum feilum.


Ein dag vórðu stovnarnir loksins bodnir á fund í oljumálafyrisitingini. Martin Heinesen beyð vælkomin, men stórur skjeggjutur norðmaður førdi orðið. Nú skuldi gerast ein EIA og ein ERA, sum skuldi verða liðug um trý til fýra ár. Tað bleiv ein rættuliga lívligur fundur, har allar frustrasjónirnar flutu yvur og floymdu omanyvur neyðars Martin og Alex. Vit føldu okkum rætt og slætt, sum gingu vit í svartastu toku. Men sum fráleið komu vit niður á jørðina og fóru undir at taka lut í GEM- samstarvinum.


Setningurin

Setningurin var at faa til vega nýggja vitan og samskipa verandi vitan, soleiðis, at oljufeløgini á so tryggum grundarlag sum gjørligt, kundu leita eftir olju í føroyskum sjógvi. Er ein óreinur ber kanska til at siga, at fyri feløgini ráddi um, hvussu klænur borurin kundi vera og hvussu bíliga kundi leitingin yvirhøvur gerast. Fyri føroysku stovnarnar galt um at fáa kannað øll tey fyribrigdi, sum kundu ávirkast, um óhapp skuldi henda. So einfalt kann tað sjálvandi ikki setast upp. Men báðir partar høvdu felags áhuga í at fáa til vega so nógvar upplýsingar um føroyska umhvørvi sum gjørligt, áðrenn farið varð undir at leita.



Fólk frá ymsu stovnunum fóru í arbeiðsbólkarnar tey fakliga hoyrdu til, og har vórðu síðan verkætlanir orðaðar og settar í verk. Arbeiðið í bólkunum, har oljufeløgini høvdu mesta áhugan t.e. Metocean- hav og veðurfrøði og geotekniska jarðfrøði og teknikkur, gekk sum vera man best.


Oljufeløgini høvdu sjálvandi áhuga í at vita, hvussu stórar aldur tey kundu rokna við og hvussu hart rákið var, ymsa staðir undir Føroyum og hvønn veg á hvørjum dýpi, og tey vildu sjálvandi eisini vita, hvussu botnurin var, serliga um vandi var fyri undirsjóar omanlopum, og hvussu var dýpi, og var nakar vandi fyri jarðskjálvtum.


Í hesum báðum bólkunum var fyrst at kanna, hvat tilfar var neyðugt, hvat var til taks, og hvussu skuldi farast fram fyri at fáa tað, sum var neyðugt umframt. Tað vísti seg skjótt at rættuliga nógv tilfar var á Fiskirannsóknarstovuni, hjá Landsgrannskoðaranum og á Jarðfrøðissavninum. Eisini bar væl til við at víðka virksemið hjá FRS og LVF fyri ein rættuliga bíligan penga, í oljuhøpi, at fáa neyðuga tilfarið um havfrøði og aldur til vega. Á tí geotekniska økinum vórðu fleiri serligar verkætlanir settar í gongd við hjálp frá serkønum stovnum á økinum.


Umhvørvi og fólk

Viðvíkjandi umhvørvi var eitt sindur verri. Talið á fólki í oljufeløgunum við bakgrund innan umhvørvi eru fá, og tey, sum eru, eru upptikin á nógvum økjum. Avleiðingin av hesum var, at leiðslan í bólkinum, sum skuldi koma frá oljufeløgunum, ikki altíð hevði so góðar stundir, sum ein kundi ynskt. Føroysku stovnarnir høvdu eisini sera lítlan kunnleika til umhvørvi í mun til oljuvirksemi.


T.d. var eingin serkunnleiki til, hvørji kemisk evni, sum komu at verða latin út frá virkseminum, og hvussu hesi ávirkaðu lívið í havinum. Vit høvdu sjálvvandi vitan um føroysku fiskastovnarnar, lívfrøðinia hjá teimum og hvussu teir ferðaðust, og við Biofar kanningini var kvalitativ vitan um botndýr í føroyskum øki, men eingin kvantitativ vitan, eisini strekti BIOFAR kanningin ikki so víða sum ynskiligt var. Men eingin vitan var/er í landinum um, hvussu dýr og fiskur verður ávirkaður av kemiskum burturkasti/útláti. Um æti í sjónum vistu vit nakað um landgrunnin og Bankan, men einki um Hetlandsrennuna.


Fiskurin

Tá oljudálking hevur verið antin tað er tí, at skip renna á land, renna á hvørtannað ella tá lekar koma frá oljuvirkseminum verður í fjølmiðlunum mesti dentur lagdur á árinini á sjófugl og súgdjór. Hvør hevur ikki sæð sjónvarpsmyndir av oljudálkaðum fugli og nósum. Seinast nú í donskum farvatni. Oljufeløgini vildu tí fyrst og fremst hava so nógva vitan um sjófugl við Føroyar alt árið, og eisini um fjørðuna. Men løgdu kanska minni í um krabbadýr í miðum sjógvi í Hetlandsrennuni fingu olju á seg.

Fleiri verkætlanir eru tó gjørdar, men høvdu vit stovnarnir veri meiri at okkum komnir í byrjanini, so høvdu uttan iva fleiri verið, og tær sum vóru, høvdu verið betri.


Síðstu 20 árini hava vit upplivað stórar broytingar í framleiðsluni av fiski undir Føroyum. Broytingarnar vita vit nú eru nær tengdar at broytingum í havumhvørvinum - streymgongdini í havinum rundanum oyggjarnar.


Talan er um stórar broytingar, og hesar hava sum flestu av okkum hava følt, sera stórar avleiðingar á livilíkindini hjá føroyingum í Føroyum. Og størsta takið hjá Fiskirannsóknarstovuni í framtíðini er at kanna hetta sambandið millum havumhvørvið og framleiðslu, so væl, at vit kunnu nýta tað í forsøgnum. Fyri at gera hetta verður neyðugt við nógvum ymsum kanningum í nógv ár. Og kanningar, sum beinleiðis eru miðaðar móti hesum.


Eg haldi meg kunna siga, at í hesum sambandi hevur GEM verkætlanin, hóast hon hevur verið miðað móti olju, hjálpt sera væl.


Ymsar verkætlanir

Læt meg stutt nevna nakrar verkætlanir av týdningi í hesum høpi.


Fiskirannsóknarstovan hevur í 20 ár miðvíst savnað dáta um hita og salt í sjónum rundanum Føroyar, og vit taka í miðal um 500 sonevndar CTD støðir á hvørjum ári. Eisini hava vit í altjóða samstarvi gjørt streymmátingar víða um í føroyskum sjógvi síðstu 5-6 árini. Gjøgnum GEM hava vit fingið góðskutryggjað hesi dáta nógv fyrr enn vit annars høvdu havt ráð til. Umframt at GEM hevur fíggjað innasavnan av nýggjum dáta + streymmátingar. Hetta eru dáta av sera stórum týdningi, tá vit einaferð fáa ráð og hava nóg góð dáta til at gera ein heildarfrymil fyri streymgongdina yvir Føroyaøkið, sambandið við lívfrøðiligu framleiðsluna og víðari upp gjøgnum føðiketuna.


Góðskutrygging av gomlum aldumátingum+ útsetan av nýggjum aldumátara og kostnað av av viðgera hesi dáta.


Flóð- og fjørðumodell við Føroyuar.


Modell av rákinum við Føroyar.


Uppgerð av øllum ætikanningum, ið hava verið undir Føroyum+ fíggjan av serligari ætikanning í Hetlandsrennuni, sum fer í gongd í ár.


Góðskutrygging av dagbókadáta í sambandi við at kanna, hvar fiskiskapur fer fram undir Føroyum.


Teljingar av sjófugli og havsúgdjórum undir Føroyum.


Samanfating av merktum fugli við Føroyar. Hvar teir eru merktir. T.e hvagani eru teir komnir.


Kanningar av botndýrum nær landi og í fjøruni ? góðskutrygging og meting av Biofar dáta.


Støðiskanning av botndýrum í leitiøkinum - fer í gongd í ár.


Seismikkur og fiskiskapur.


Støðiskanning av metallum, oljurelateraðum kemiskum evnum og genávirkandi evnum í botni á leitiøkinum og í svartkalva.


Nýggj botnkort fyri leitiøkið+ein hópur av nýggjum botndáta uttanfyri leitiøki, ið seinni kann gera botnkortini annars undir Føroyum betri.


Ein hópur av geotekniskum kanningum.


Vitan skjótari

Vit hava sostatt fingið nógva nýggja vitan um føroyska økið nógv skjótari enn annars, um GEM verkætlanin ikki var. Eisini hava stovnarnir fingið meiri venjing í arbeiði við verkætlanum av hesum. Og sjálvt um eingin olja verður, so sita vit eftir við einum virðismiklum fongi.


Hinvegin haldi eg eisini, at oljufeløgini hava fingið nógv burturúr. Við at knýta føroysku stovnarnar uppí samstarvið, hava tey fingið nógv tilfar fyri ein sera sámuligan prís.


Í tann mun haldi eg, at Gem verkætlanin um ikki ein gimsteinur alíkavæl hevur verið ein tirna. Eg haldi eisini, at gjálvingurin ella sleppingarlambið hevur hildnast væl. Nógv fitt lomb eru komin burturúr.


Umsitingin av GEM hevur verið í Føroyum í einum føroyskum ráðgevingarfelag - Atlanticon. Og hagani hevur verið gjørligt at fingið allar upplýsingar um arbeiðið. Samtakið hevur eisini sett á stovn egnan dátugrunn í einum øðrum føroyskum felag, og um heimasíðuna hjá GEM fáast við tíðini allar frágreiðingar í GEM høpi.