Nýggjur flogvøllur treyt fyri samfelagsmenning

-At Føroyar ikki hava ein alternativan flogvøll er størsta forðing fyri samfelagsmenningini. Vit kunnu gloyma alt um ferðavinnu í Føroyum fáa vit ikki tíðarhóskandi flogvøll Hetta sigur stjórin á Hotel Tórshavn, Johannes Jensen, nú Føroyar í dag yvirtaka flogvøllin í Vágum. Hetta hendir sama dag, sum Hotel Tórshavn er vorðið nútímansgjørt og útbygt og verður tikið alment í brúk við móttøku seinnapartin og skal til at bjóða seg fram at taka ímóti fremmandum ferðafólki alt árið.

Johannes Jensen telist millum teirra, sum halda, at tað er ikki nóg mikið útbyggja flogvøllin í Vágum, tí tað í sær sjálvum nøktar als ikki tann tørv, sum eitt nútímans samfelag hevur á sambandi við útheimin. ?Eg veit væl, at onkur sigur, at tað ber ikki til at skula brúka kanska einar tvær milliardir krónur til nýggjan flogvøll. Men tað er ikki tað hetta snýr seg um. Tað snýr seg um at fáa hetta samfelagið kappingarført, eisini úteftir. At fáa fiskin út á altjóða marknaðin og at fáa okkum vørur, ferðafólk oa. til Føroya nógv skjótari og lættari enn í dag, har tað í veruleikanum bara er samband eina ferð um vikuna, nevniliga tá farmaskipini koma við vørum úr útlandinum.

Johannes Jensen fegnast um at verandi flogvøllur verður útbygdur, men hetta má ikki forða fyri, at vit sleppa ætlanini at fáa ein alternativan flogvøll í Føroyum, tí bert við einum slíkum kunnu vit menna hetta samfelagið í framtíðini sigur hotelstjórin við Portalin. -At útbyggja verandi flogvøll er ein loysn, sum betrar um viðurskiftini men sum avgjørt ikki er tann endaliga loysnin fyri okkara samfelag.