gevi, vit teljast millum tey. Eg haldi hesin sálmurin lýsir so sera væl Magnus. Magnus var ein sera kærleiksfullur og fevnandi persónur. Hann hevði eini serstøk evni til at man altíð føldi seg sæddan, [...] serligt. Vinarlagið og humorurin hjá teimum báðum var heilt serstakt og var tað við til at mynda arbeiðsplássið til nakað heilt serligt, sum øll minnast afturá við stórum smílið og takksemi, nú teir báðir [...] áhuga og rætta eina hjálpandi hond; ikki minst hjá børnunum, sum hingu rundanum hann, tá hann var í seyðahúsinum. Størstur verður saknurin hjá hansara allarkærastu. Eg heilsi okkum øllum við Hebrearabrævinum
lilja. Hon var nakað av tí vakrasta og blíðasta, ein kundi møta. Tá eg fekk lærarastarv, fekk eg gávu og vakurt orðað kort frá henni. Tá eg byrjaði í Argja skúla, var hon mær ein góður og nærlagdur fakligur [...] næmingum. Tær hava umsett og tillagað tilfarið til føroyskt burtur úr tí danska Testbatteriet. Kanningarsavnið varð handað landsstýrinum í apríl 2022. Ikki ætlaði Liljan at gevast við lesimenningararbeiðinum [...] Tey fingu børnini, Mikkjal og Annu Kristinu. Mikkjal er giftur við Sandru og Anna Kristina er gift við Remi. Anna Kristina og Remi eiga dóttrina, Evu. Omman var so sera góð við lítlu Evu. Ikki fata vit
framtíðina hjá blaðnum, og eg hevði viljað unt Krisjani nógv góð ár afturat, nú fruktirnar av tí, sum hann var við til at leggja lunnar undir, geva úrslit. Mínir tankar leita í kvøld til tykkara, sum hava mist [...] mist. Fyrst og fremst til tín Karlu og børnini Paulu, Fróða og Svein, sum hava mist ein góðan mann og pápa. Á Sosialinum er saknurin stórur, nú Krisjan ikki er longur. Vit drípa høvur í minninum um Krisjan [...] síðan gjørdist hann sjúkur og kom ongantíð fyri seg aftur. Fyri okkum, sum kendu Krisjan, kom andlátið ikki óvart á. Krisjan kom í starv á Sosialinum í januar 1984, og undan tí hevði hann starvast innan fiskivinnu
Jóhannes í Geilini, sum hann varð nevndur her í bygdini, borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann gjørdi ikki nógv um seg, og hann fór ikki langt, men at hann var virdur, og at hann hevði nógvar kenningar [...] verið. Hann treiskaðist og royndi at vera burturi, men tað bar ikki til, og so arbeiddi hann á flakavirkinum so leingi, sum orkan var til tað. Tað mundi meiri vera hugurin enn orkan, sum gjørdi, at hann [...] og hann vann seg ikki aftur. Hann gramdi seg ongantíð, men tað var sjónligt, at arbeiðsevnini viknaðu, og førleikin at gera dagsins gerning, sum Jóhannes altíð hevði gjørt, var ikki, sum hann hevði verið
ein tøkk til hansara fyri frelsuna og atgongdin til at koma til hansara í bøn. Hetta er mín persónligi forrættur, og skal eg her viðganga, at eg brúki hann hvønn dag. Ikki minst ta tíðina, eg var í landsins [...] ngum sínum, ”Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð”, sum kom út í 2008, sigur Jógvan m.a.: ”Eg havi onkuntíð sagt, at um eg av nýggjum stóð yvir fyri valinum, um eg skuldi verið grannskoðari burturav [...] landsins stýri, serliga tey fýra árini í landsstýrinum, tá illa stóð til, fekk eg, tá eg bað, tað svar frá Harranum: ”Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður” (Es. 9,1). Hetta
bestu árum, tá ið eg var barn. Abbi var bóndi, og átti hann bæði neyt og seyð, og minnist eg meg ongantíð at hava fingið neiligt svar frá honum, tá ið eg bað um at sleppa uppí. Tá ið eg minnist aftur á sumrini [...] hóast hann ikki mintist so nógv frá sama degi, var hann enn eins gløggur og áður. Eg fekk um somu tíð koyrikortið, og tá ið abbi ikki slapp at koyra bil eitt hálvt ár aftaná tilburðin, slapp eg at umsita [...] Nørruni, har hann og dótturin áttu pláss - men soleiðis skuldi tað tíverri ikki verða. Eg var sera heppin at eiga júst abba til abba. Eri fødd í Danmark, og livdi míni knappliga níggju fyrstu ár í Århus
Einum manni, sum eg hevði sitið og hugt eftir úr vindeyganum í Funningstovu yvir í móti Gjaldsstovuni. Hevði hugsað, at hasin maðurin arbeiddi bæði nátt og dag. Hann var til arbeiðis, tá eg fór í song, og [...] og tann fyrsti eg sá aftur, tá eg vaknaði. Tá var hann aftur til arbeiðis. Hetta sigur bara nakað um, hvussu arbeiðsamur hann altíð hevur verið. Hann livdi fyri sínum arbeiði, so tað má vera ein stórur [...] Studentaskúla. Ja, hann hugsaði nógv um, at lærdómur er lykil til mangt, og at lærdómur ikki er tungur at bera. At skriva nøkur orð um Gaga, kunnu ikki gerast uttan at nevna ítrótt, fótbólt og hondbólt, sum hann
og Leilu. Eg eri sjálv gumma Poulu. Hans Petur eigur eisini tvey deilig børn, Esther og lítla Jonhard. Eg kann minnast dagin, tá lítli Jonhard, sum eg og Árni eru fadrar at, fór til dópin. Eg bar lítla [...] Esther komu heim at vitja. Eg kann minnast, at tá Jonhard bleiv sjúkur fyri gott 20 árum síðani, búðu vit í Essalág í Havn. Fastur og Simona komu til okkara at kóka havrasuppu til Jonhard, tí tað kundi styrkja [...] tað gjørdi hann eisini. Sjálvt um hann ikki bleiv 100 prosent, fekst tú hann aftur til Gøtu. Jonhard var ein stillur og friðarligur maður. Tá man kom at vitja, og eg og fastur flentu eftir onkrum stuttligum
við til at stovna Vága Vinnufelag. Hugo var eisini ein av teimum sum stovnaðu Lions Club í Vágum. Hugo bar stóran tokka til Vágoynna og brúkti ein stóran part av sínari tíð, eisini seinnu árini, til at [...] enn so, at tað var stórur tørvur á at fáa innivist til flúgvarafólk, sum ikki sluppu avstað vegna veður. Tað eydnaðist at fáa sørvingar at leggja hús til, so øll fingu innivist. Hesin tørvur hevur eisini [...] Jógvan Elias Thomsen, reiðara úr Sandavági, og Helenu Thomsen. Margret og Hugo fingu børnini Majly og Jógvan. Majly er gift til Miðvágs við Rasmus og Jógvan er giftur við Joan av Tvøroyri og býr í Kastrup. Hann
Droymdi ikki um at tú fór í holt við at smíða ein bát afturat, tú var jú komin væl upp í árini. Men ikki vardi tað leingi, so hevði tú strekt kjølin á einum báti, sum eg skuldi hava. Nú var ikki minni hugaligt [...] Dali, sum vit róptu hann. Hóast stórur aldursmunur var okkara millum, so vóru vit vinfólk og tað eri eg glað fyri. Tú vart eitt so gott fólk, blíður og fryntligur at koma inn á gátt hjá, altíð við tí góða [...] nógv at siga frá. Síggi teg fyri mær sita á tínum fasta plássi við endan á bonkinum. Góða Vilhelmina, ikki minst tær fyri at takka vóru tær hugnaligastu løturnar. Bara vit trý. Nevndi einaferð fyri tær niðri