Fór so at hugsa um hvussu ríkt tað er at hava kent Hilmar abban í Dali, sum vit róptu hann. Hóast stórur aldursmunur var okkara millum, so vóru vit vinfólk og tað eri eg glað fyri. Tú vart eitt so gott fólk, blíður og fryntligur at koma inn á gátt hjá, altíð við tí góða orðinum, visti so nógv at siga frá. Síggi teg fyri mær sita á tínum fasta plássi við endan á bonkinum. Góða Vilhelmina, ikki minst tær fyri at takka vóru tær hugnaligastu løturnar. Bara vit trý.
Nevndi einaferð fyri tær niðri í neystinum, har tú smíðaði bátin Brúður, at tað hevði verið stuttligt at átt ein fittan bát heima í Sugguni í Kirkjubø. Droymdi ikki um at tú fór í holt við at smíða ein bát afturat, tú var jú komin væl upp í árini. Men ikki vardi tað leingi, so hevði tú strekt kjølin á einum báti, sum eg skuldi hava. Nú var ikki minni hugaligt at fara oman í neystið og fylgja við hvussu hegnisliga tú smíðaði við lív og sál, samstundis sum tú greiddi mær frá, hvussu alt eitur á einum báti. Tann prýðiligi Kobbin er eitt dýrabart minni um teg góði Hilmar!
Nakað áðrenn tú andaðist, legði eg meg undir liðini á tær í songini, tú var viknaður nógv. Vit grótu bæði, vistu óiva at hetta var seinastu ferð vit sóust. Hóast alt fingu vit eitt hugnaligt prát, eisini kendist tað so fjálgt, at tú kundi liggja heima tína síðstu tíð, saman við øllum tínum kæru rundan um teg.
Góða Vilhelmina og børnini, sorgin og saknurin verður stórur hjá tykkum, men øll tey ríku minnini goyma vit í hjørtum okkara. Harrin styrki tykkum.
Guðrun