Sunnudagin 11. desember andaðist ein av undangongumonnunum í føroyskari flogvinnu, vinnulívsmaðurin og sørvingurin Hugo Fjørðoy, 85 ára gamal.
Hugo var á yngri árum eisini vælkendur handilsmaður og reiðari.
Hugo var sonur Marionnu Haraldsen og Joen Paula Haraldsen, vanliga nevnd Marianna í Stórustovu og Birtu-Palli. Hugo var yngstur av fýra systkjum. Elsta systurin Irena, sum býr í Sørvági, livir enn, systurin Torborg og bróðurin Kissa eru eisini farin.
Pápin Birtu-Palli fór heilt ungur til skips og var skipari stóran part av ævi síni. Hann førdi millum annað sluppina Oscar, sum hann keypti í 1922. Birtu-Palli andaðist í Keypmannahavn 50 ár gamal í 1939, tá var Hugo bert 13 ár. Marianna førdi virkið víðari eina tíð. Hon andaðist í 1976, 85 ára gomul.
Hugo giftist í 1949 við Margret Thomsen, dóttir Jógvan Elias Thomsen, reiðara úr Sandavági, og Helenu Thomsen. Margret og Hugo fingu børnini Majly og Jógvan. Majly er gift til Miðvágs við Rasmus og Jógvan er giftur við Joan av Tvøroyri og býr í Kastrup. Hann er flogskipari hjá Atlantic. Jógvan hevur við sínum drúgvu royndum og dugnaskapi skapt stóra virðing millum starvsfelagar og tey, sum vara av tjóðarflogfelagnum. Eg veit, at Hugo var glaður um og errin av, at Jógvan á henda hátt hevði tikið táttin upp eftir seg í føroyskari flogvinnu.
Lívstarvið hjá Hugo hevur verið fjølbroytt. Hann fekk sær handilsútbúgving í Danmark í árunum 1946-48. Tá hann kom heim aftur, bygdi hann sær stór hús úti á Ísakstrøð niðri á Sílatanga í Sørvági. Í miðhæddini innrættaði hann keypmanshandil við flestu vørum – eisini klædnavørum. Kjallarin var gjørdur so høgur, at hann kundi brúkast til fiskakjallara. Sjálvi búðu Margret og Hugo øll árini búð í ovastu hædd av húsunum.
Keypmanshandilin, sum hann hevði frá frá 1950-1984, var bert ein partur av virkseminum hjá Hugo, tí hann fekst eisini við salt- og klippfiskaframleiðslu og hevði eisini eitt stórt pakk- og turkihús úti á kajuni í Sørvági vanliga nevnt ”Hugosa Pakkhús”. Saltfiskatrolararnir Tindhólmur og Jógvan Elias Thomsen plagdu at landa fiskin í Sørvági. Hugo var sjálvur reiðari á Tindhólmi.
Hugo hevur eisini verið uppi í nógvum øðrum vinnuligum virksemi í Sørvági sum t.d. í nevndini í P/F Vesturvón, P/F Flogsamband og øðrum nevndum við. Hann hevur eisini verið við til at stovna Vága Vinnufelag. Hugo var eisini ein av teimum sum stovnaðu Lions Club í Vágum.
Hugo bar stóran tokka til Vágoynna og brúkti ein stóran part av sínari tíð, eisini seinnu árini, til at stimbra eina og hvørja roynd at skapa og halda við líka vinnuvirksemi á oynni. Hann hugsaði ikki einans um sína heimbygd, men sá alla oynna sum eina heild ásannandi, at talan kundi einans vera um veruligan framburð og vælferð, um hetta merktist báðu megin vatn. Vit eru mangir vinir, sum við taksemi hava notið ágóðan av hansara stuðuli, ágrýtni og loyaliteti.
Tað, sum Hugo er mest kendur fyri, er hansara lutur í føroyskari flogvinnu. Saman við Lars Larsen legði Hugo lunnar undir flogferðsluna í Føroyum fyrst í 60-unum. Teir samstarvaðust tey fyrstu árini við Flogfélag Islands og stovnaðu sjálvir ferðamannafyritøkuna Flogfelag Føroya í 1963. Hugo stóð fyri virkseminum hjá felagnum á flogvøllinum, meðan Lars tók sær av at selja ferðaseðlar o.ø. í Havn.
Tað hendi seg meira enn so, at tað var stórur tørvur á at fáa innivist til flúgvarafólk, sum ikki sluppu avstað vegna veður. Tað eydnaðist at fáa sørvingar at leggja hús til, so øll fingu innivist. Hesin tørvur hevur eisini gjørt tað, at Hugo og Lars bygdu Hotel Vágar beint við flogvøllin. Eisini bygdu teir ein hangar á flogvøllinum. Í dag er flogvøllurin og Hotel Vágar stór arbeiðsplass í Vágum, so her hevur verið hugsað langt. Ferðavinnan tykist eisini at fáa alt størri týdning í Føroyum. Hugo starvaðist á Flogfelag Føroya líka til hann fór frá fyri aldur.
Hugo hevur eisini verið virkin í kommunalpolitikki. Hann var limur í sóknarstýrinum í Sørvági í 12 ár frá umleið 1958-1970 og var eisini formaður mong ár. Tað er hesari tíðini, at sørvingar fingu nýggjan skúla og eisini skúlatannlækna, sum var sera sjáldsamt í Føroyum.
Hugo var ikki ein maður, sum gjørdi nógv burturúr sær sjálvum, men honum hevur altíð dámað væl at práta við fólk, og hann kom at kenna nógv fólk, tá hann arbeiddi á flogvøllinum. Hann var ein góður maður, faðir, abbi og langabbi. Seinasta ári var heilsan farin at bila og sunnudagin 11. desember andaðist hann á Landssjúkrahúsinum.
Eg minnist teg við takksemi.
----------------------
Vinur tín
Eyðfinnur