men tók serlig dik á seg aftan á kríggið og fram til sjeytiárini. Tað sæst eisini, at tað mesta av hesi miðsavning er farið burturav partinum hjá Suðuroyar valdømi, har minkingin upp á seg hevur verið størst [...] umboðan á tingi síðani líka síðan 1966. Meðan nettoskeivleikin eftir vallógini frá 1924 tilsamans bert kom upp á 11 sessir eftir 15 løgtingsvalum, er nettoskeivleikin eftir galdandi vallóg komin upp á 17 sessir [...] aftan á løgtingsvalið í 1943, tá tingmannatalið var 25. Í øllum hinum 23 løgtingsvalunum, sum verið hava síðani 1924, tá skipanin við eykavaldum kom í, hava skeivleikar verið, sigur Hagstovan á heimasíðu
teimum eisini at skjóta seg upp á 2-0, áðrenn B36 fekk minkað um munin. Eftir steðgin kom einki mál, og so vóru enn trý stig á veg suður til Hvalbiar. FSV04 á talvuni Á Sandi hevði B71 vitjan av LÍF. Tað [...] førum ikki avsannað hetta. Leygardagin høvdu teir annað vikuskiftið á rað dyst móti havnarfelagi. Hesaferð var tað HB, sum kom inn á Toftir, og her gjørdist talan um tryggan sigur hjá B68. Sum skilst, [...] avrikið á Tvøroyri, fingu sandoyingarnir aftur hesaferð fult. Talan var tó um rokdyst, har ikki færri enn tríggir menn vórðu riknir av vølli. Áðrenn hetta hevði B71 tó lagt seg væl og virðiliga á odda, og
verður tann nýggja samferðsluhavnin á Tvøroyri gjørd ein slakan kilometur uttanfyri Havnina á Drelnesi. Tað er i øllum førum greitt, at munandi ábøtur mugu gerast á havnaløgini í Suðuroy, tá ið nýggja [...] røðingurin mælir til at gera tað nýggju havnina, er á Langabakka, beint innanfyri Lítluhólmar, einar 800 metrar longur úti á fjørðinum enn havnina á Drelnesi er. Hann sigur, at modelroyndir verða nu gjørdar [...] Tjaldavík Annars hevur ein av maningini á Smyrli, Petur Dahl Nolsøe, mælt til at leggja nýggju samferðsluhavnina í Tjaldavík, sum er heilt úti á fjørðinum. Hann vísti á, at Tjaldavík var natúrhavn burturav
LANDSLIÐIÐ Ein av stóru yvirskriftunum á ítróttarsíðunum í Politiken í gjár var, at Todi Jónsson er á veg aftur á føroyska landsliðið. Teir hava tíðindini frá tíðindastovuni Ritzau, sum hevur tosað við [...] hann er sera áhugaður í at spæla fyri Føroyar. ? Eg havi skilt á lagnum, at okkurt hevur verið frammi um, at eg ikki eri áhugaður í at spæla á landsliðnum. Tað harmist eg um. Í fjør gav eg fyribils avboð [...] tíðina, sum hann áður hevur gjørt. Kappingin um tey fremstu plássini á FCK liðnum er sera tøtt. Umframt Toda og Zuma, sum í vár vóru fastir á liðnum, eru Peter Møller og Jörgen Pettersson nú millum fremstu
Ósemjur á Landssjúkrahúsinum finna tíverri ov ofta veg til yvirskriftirnar í fjølmiðlunum, hóast tær áttu at verið loystar innanhýsis. Síðst hevur tað verið tvídrátturin millum yvirlæknarnar á skurðdeplinum [...] sum yvirlæknarnir førdu framm á eini munnligari hoyring í Familju- og Heilsumálaráðnum tann 6. mai í ár. Skrivligu viðmerkingarnar, sum leiðslan kom við aftaná, vísti á fleiri misskiljingar og faktuellar [...] tvídráttinum millum yvirlæknarnar á skurðdeplinum og sjúkrahúsleiðsluna, hevur kanska verið tikið nakað harðliga til orðanna onkuntíð. Men sum heild hevur ósemjan verið handterað á einum rættuliga sømuligum støði
seg fram í ár, so høvdu vit ikki róð á Jóansøku og Òlavsøku, so tær skulu fáa tøkk frá okkum, at tær bjóðaðu seg fram. Vit hava longu avtalað at vit hittast aftur á noroyðastevnu komandi ár. Og hvør veit [...] Harafturat leggja vit stóran dent á samveruna. Vit hava tað stuttligt í bátinum og tað er líka týdningarmikið, sum sjálv kappingin, siga tær. Tann 4. august fer manningin á Teklu, saman við øðrum úr Klaksvíkar [...] Tað var vóru kvinnurnar á fimmmannafarinum, Teklu úr Klaksvík, sum vunnu ólavsøkuróðurin hjá Old Girls móti Firvaldi av Tvøroyri. ?Hesar gomlu? gjørdu sær ikki fyri skommum, men vunnu við tíðini, 4.53
góða úrtøku. Síðsta vikuskifti vísti pílurin hvønn sín veg. HB fekk fult í Vági, har teir ikki høvdu fingið so góða úrtøku síðani 1991. B68 fekk einki á heimavølli ímóti FS Vágum, sum frammanundan hevði tapt [...] royndum hava teir bara fingið fimm mál. Eina ferð hava teir skorað upp á brotsspark, og tvær ferðir hava mótstøðumenninir átt síðsta fótin á. Tað vil siga, at B68 menninir, sum plaga at skjóta nógv mál, higartil [...] tapt allar fimm ferðirnar, sum teir høvdu verið á Svangaskarði. Tølini siga, at higartil hevur einki verið at finnast at verjuspælinum hjá B68. Færri mál eru farin ígjøgnum hjá Alberti Sævarsson, enn tað
borgarstjórin nú brúkar, rýkur langan veg av illvilja móti øðrvísi hugsandi. Herfyri bað eg um at fáa málið um Vallalíð fyri í byggi- og býarskipanarnevndini. Eg fekk tað ikki á sjálva dagsskránna, men eftir fleiri [...] hetta málið einans verður viðgjørt í skýmaskotum meirilutans, fari eg at biðja um at fáa tað sett á skrá á almenna býráðafundinum, sum verður hósdagin tann 30. januar. Har vænti eg at fáa eina gjølla frágreiðing [...] hent, at borgarstjórin sýtir fyri at taka málið á dagsskrá í býráðnum, fari eg í øðrum lagi at biðja um at fáa málið fyri í byggi- og býarskipanarnevndini á fyrsta regluliga fundi, sum verður vikuna eftir
Alt hetta kann bara elva til uppaftur fleiri inntøkur, sigur Ferðavinnustjórin at enda umborð á Norrønu á veg á Havnina. [...] Norrøna fer at hava stjóran týdning fyri ferðavinnuna í Føroyum. Hetta sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. ? Vit fara í eina nýggja epoku við nýggju Norrønu. Hetta er í veruleikanum tann triða [...] Smyril í 1975, síðani Norrøna í 1983 og nú nýggja Norrøna, sigur hann. Heri Niclasen sigur, at nú sæst á øllum brøgdum, at Smyril Line kann bjóða flutning við nútímas skipi, ið lýkur øll krøv, ið ferðafólk
fjør spældi Jan við B68. Tá hann í fjør takkaði fyri seg á Toftum, segði hann, at ætlanin var at trappa niður við fótbóltinum. Og nú ert tú á veg aftur ímóti landsliðnum? ? Nei, tað eri eg ikki, men eg [...] hugna tær í 2. deild hjá HB? ? Púra rætt. Men áðrenn Ion Geolgau fór til hús í vetrarfrí, heitti hann á meg um at venja saman við 1. deildarhópinum. Hann segði seg hava brúk fyri mær. Eg byrjaði so at venja [...] Nógv fólk var í brotsteiginum, tá Arnold sendi frísparkið innfyri, og bólturin kom í skinnabeinið á mær, so hann fekk kós uppeftir og í handara síðunetið. Harvið kunnu vit staðfesta, at Jan C. Dam gav